Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-10, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. februar 2010síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 28 - 10. februar 2010 - Tann, sum vil hava viðhald í einum rætti má prógva síni sjónarmið, men tað helt Starvsmanna- felagið vera óneyðugt í Fasta Gerðarrættin- um, sigur nevndarfor- maðurin. Hann harmast um støðuna, men leggja dómar- arnir frá sær, fer hann sama veg ArbeiðsmArknAður Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Tað er ómetaliga harmiligt, at fakfeløgini nú hava mist álitið á Fasta Gerðar- rættinum. Tað staðfestir Kári á Rógvi, formaður í nevndini fyri Fasta Gerðarrættin. Ónøgdin hjá fakfeløg- unum við Fasta Gerðarrættin er so stór, at í gjár heittu Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðsmannfelag og tey bæði arbeiðarafeløgini í Klaksvík, beinleiðis á dómararnar um at leggja frá sær. Gera teir ikki tað, er vandi fyri, at fakfeløgini taka seg burtur úr Gerðar- rættinum. Nevndarfor maðurin ásannar, at fakfeløg hava rætt til at taka seg úr gerðarrættinum. Men hann heldur, at tað hevði verið spell, tí gerðar- rætturin er eitt barn hjá fakfeløgunum sjálvum, men at tað ræður eisini um at brúka teir møguleikar, sum eru í honum og tað heldur hann ikki, at fak- feløgini hava gjørt í hesum føri. Nevndarformaðurin ger greitt, at hann fer ikki at heita á dómararnar um at leggja frá sær, tí tað heldur hann er skeivt. Men hendir tað, at dómar- arnir sjálvir leggja frá sær, fer nevndarformaðurin at gera tað sama. Vildu ikki føra prógv fram Kári á Rógvi heldur kortini, at Starvsmannfelagið má sjálvt bera eina stóra ábyrgd fyri, at málið um portørarnar liggur sum tað liggur. - Fyri tað fyrsta hevur Starvsmannafelagið ikki brúkt teir møguleikarnar, tað hevur í Gerðarrættinum og tað haldi eg, at tað átti at gjørt, áðrenn tað brúkar so sterkar vendingar sum at fakfeløgini fordøma niður- støðuna hjá rættinum. Hann vísir eisini á, at at tann, sum vil hava viðhald í einum rætti, má føra sjónarmið fram, sum styðja uppundir síni krøv. - Tað er liggur innast í mønini á løgfrøðingum, at tann, sum vil fáa viðhald í einum máli, má undirbyggja síni sjónarmið, antin við lógargreinum, ella við vitnum, frágreiðingum, ella øðrum, sum vísir, at talan er um lógarreglu ella um eina siðvenju. - Men tað gjørdi Starvs- mannafelagið ikki í hesum føri, tí tey hildu, at tað var óneyðugt at lýsa støðuna og at føra prógv fyri hesi siðvenju, staðfestir hann. - Løgfrøðingurin hjá Starvsmannafelagnum førdi fram í Fasta Gerðarrættinum, at tað er siðvenja, at tað er ikki neyðugt at boða frá verkfalli frammanundan. - Men tað stendur svart á hvítum í úrskurðinum, at hann samstundis helt, at tað er óneyðugt hjá honum at føra prógv fyri hesum. - Eg haldi, at heldur Starvsmannafelagið fast um, at talan er um eina siðvenju, áttu tey at ført sjónarmið fram í rættinum, sum undir- bygdu tað, tí Gerðarrætturin hevur onki at gera uttan at døma útfrá tí tilfari, sum er lagt fyri hann. - Kenna dómararnir ikki til hesa siðvenju, er bara eitt at gera og tað er at upplýsa teir um, leggur hann afturat. Nevndarformaðurin í Fasta Gerðarrættinum stað- festir, at tað er neyðugt at føra tey røttu sjónarmiðini fram á røttum staði, men tað er ikki hent í hesum føri. Kunnu krevja nýggja viðgerð Hann leggur afturat, at í grein 11 stk 2 í sáttmálanum um gerðarrættin stendur, at er talan um prinsippmál, kunnu partarnir krevja, at málið verður tikið uppaftur við øllum átta dómarunum. Tann møguleikan hevur Starvsmannafelagið heldur ikki brúkt, sigur nevndar- formaðurin. Hann Kári vísir eisini á, at tað eru fakfeløgini, sum eiga fasta gerðarrættin og tí heldur hann at tað er stórt spell, at tey ikki brúka teir møguleikar, sum liggja í skipanini. Vildi ikki prógva síni sjónarmið í rættinum Halgir Winther Poulsen, formaður í Fasta Gerðarrættin- um hevur ikki tikið endaliga støðu til um hann fer at eftirlíka ynskinum frá fýra stórum fakfeløgum um at leggja frá ArbeiðsmArknAður Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Halgir Winther Poulsen, formaður í Fasta Gerðar- rættinum, vísur blankt aftur, at gerðarrætturin hevur skert verkfalsrættin hjá fakfeløgunum. Tað gjørdi hann í tíðindunum á Rás2 í gjár, har hann samstundis stað- festi, at hann hevur ikki gjørt andaliga av um hann fer at fyklgja inniligu áheit- anini frá fýra arbeiðara- feløgum um at leggja frá sær. Tað eru tey fýra arbeið- arafeløgini, Føroya Ar- beiðarafelag, Havnar ar- beiðsmannafelag og bæði Arbeiðarafeløgini í Klaks- vík sum í gjár gjørdu greitt, at tey hava mist álitið á Fasta gerðarrættin í kjala- vrørrinum á úrskurðinum um verkfallið hjá portalin- um, har niðurstøðan var, at verkfall skuldi fráboðast við rímiligari freist, men ongin ávís freist varð ásett. Hetta taka fakfeløgini sum eina roynd at skerjja verkfalsrættin. Men hesum vísir rættar- formaðurin staðiliga aftur, tí gerðarrætturin hevur greitt staðfest, at portørarnir hava fullan rætt at fara í verkfall. - Tað einasta, vit hava gjørt, er at siga, at ein tað má vera ein ávís tíðarfreist, tá ið verkfall verður fráboðað. - Tað er ein ógvuliga mildur máti at nútímansgera tað at fara í verkfall í einum nútímans samfelagi. Hann vísir á, at í fyrsta umfarið vóru allir fimm virkandi dómarin fullsamdir um, at Portørarnir høvdu fullan rætt at fara í verkfall, men at freistin upp á ein tíma var ov stutt freist. Í øðrum umfari vóru fýra dómarar samdir um, at ein freist upp á 16 tímar var eisini ov stutt freist. Men Gerðarrætturin vil ikki áseta nakra ávísa freist, tí tað halda vit, at sátt- málapartarnir eru best førir fyri at áseta freistina sína- millum. Halgir Winther Poulsen sigur, at úrskurðurin er gjørdir útfrá tí tilfarið, sum partarnir løgdu fram. Hann sigur, at tað hevur týdning, at fakfeløg ikki hava álít á honum, men tað er nevndin, sum hevur valt dómararnar og so leingi nevndin ikki missur álit á honum, vil hann ikki taka endaliga støðu um at leggja frá sær. Fakfeløgini siga, at tað var ikki ætlanin við gerðar- rættinum at staðfesta, at verkfall skal fráboðast við tíðarfreist. - Endamálið við gerðar- rættinum er staðfest í sátt- málanum og tað er at taka støðu til ósemjur og at menna føroyskan arbeiðs- rætt. Og eg meini framvegis, at vit hava fulla heimild at taka tað støðu, vit hava tikið í hesum máli, sigur hann við Rás2. Leggja dómararnir í Fasta Gerðar­ rættinum frá sær, geri eg tað sama, sigur Kári á Rógvi, formaður í nevndini fyri Fasta Gerðarrættin. Hann sigur, at í gerðarrættinum vildi Starvsmanna­ felagið vildi ikki føra prógv fyri, at tað er ein siðvenja, at tað er óneyðugt boða frá verkfalli frammanundan Dómari afturvísur skuldseting blankt ….Kutyma er okkara óskrivaða rættarregla……Hann (løgfrøðingurin hjá Starvsmannafelagnum, blm.) helt ikki, at tað var neyðugt hjá honum at prógva, at tílík kutyma um at boða verkfall uttan at freist var galdandi, tí hon var so inngrógvin, at tað mátti vera Fíggjarmálaráðið, sum hevði próvbyrðuna fyri, at kutyman ikki var galdandi…. Brot úr úrskurðinum hjá Fasta Gerðarrættinum um verkfallið hjá Portørunum ….Í serligum føri kunnu formenninir tó í semju, eftir áheitan frá parti, innan fyri fýra vikur frá úrskurði, taka málið upp av nýggjum sum týðandi mál, har allir gerðarrættarlimirnir eru við.... Grein 11 stk 2 í sáttmálanum um Fasta Gerðarrættin Málið er vøkstur Tann nýggja ES-nevndin, sum hevur sín fyrsta arbeiðsdag í dag, hevur sett sær sum sítt fremsta mál at virka fyri búskap- arligum vøkstri í samveldinum, so londini kunnu sleppa skjótari upp úr kreppuni. Men búskapurin er ikki tað einasta, sum stendur ovarlaga á dagsskránni hjá nevndini, tí ætlanin er eisini at fáa gongd á veðurlags- og orkumálini. Tað sigur formaðurin, José Manuel Barroso, sum varð valdur til eitt formansskeið afturat í september í fjør. ES-tingið góðkendi í gjár teir 27 nýggju kommiserarnar við 488 atkvøðum fyri og 237 ímóti. 72 tinglimir atkvøddu ikki. Brown skal svara Nevndin, sum kannar bretsku luttøkuna í krígnum í Irak, fer í næsta mánaði at avhoyra Gordon Brown, forsætisráðharra . Upprunaliga ætlaði nevndin ikki at avhoyra Brown fyrr enn aftan á parlamentsvalið í juni, men eftir trýsti frá andstøðuni hevur forsætisráðharrin sagt seg vera til reiðar at møta nevndini í mars. Grodon Brown var fíggjarmálaráðharri, tá kríggið í Irak byrjaði í 2003, og alment hevur verið sagt, at hann átti rættiliga lítlan lut í avgerðini hjá stjórnini at leypa á Irak. Tony Blair, sum var forsætisráðharri tá, var til avhoyringar í nevndini í síðsta mánaði.