Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-10, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. februar 2010síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 28 - 10. februar 2010 Ein 16 ára gamal drongur varð í Føroya Rætti í gjár dømdur 60 daga treytað fongsul og 5.000 krónur í bót fyri níggju ákærupunkt. Drongurin hevur tó vent kriminellu leiðini ryggin nú RÆTTARMÁL Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tá ákærdi drongurin var 15, fór hann út á eina lívs­ leið við drykkjuskapi og kriminaliteti, sum fekk hann heilt út at koyra. Í gjár stóð hann ákærdur fyri níggju ymisk lógarbrot, ið øll eru framd eftir einum ári ella so. Lógarbrotini rukku frá her­ verki umvegis ferðslulógar­ brot til svik og harðskap. Álvarsamasta brotið var harðskapsmálið, har 16 ára gamli drongurin varð ákærdur fyri í fyrsta lagi at hava framt harðskap móti øðrum unglingi, í øðrum lagi at hava hótt ein 13 ára gamlan drong at sláa og sparka sama órættaða og at enda fyri at hava hótt órættaða at brenna andlit hansara við einari sigarett, meldaði hann hendingina til løgregluna. Men syndaregistarin var sum nevnt nógv longri enn so. Fleiri ferðir innan stutta tíð varð hann tikin fyri at koyra bil, og har megnaði hann at fremja fleiri brot á ferðslulógina í senn. Fyri tað fyrsta hevði hann rími­ ligtvís einki koyrikort vegna sín unga aldur, fyri tað næsta koyrdi hann ávirkaður av rúsdrekka og fyri tað triðja var bilurin ikki skrásettur. Tvey kvøld upp í slag var hann tikin fyri somu lógar­ brot, og eina aðru ferð varð hann tikin inni á Svanga­ skarði fyri at koyra bil uttan koyrikort. Hesaferð var hann tó ikki rúsdrekkaávirkaður, og bilurin var skrásettur. Tað vísti seg, at hann sjálvur átti hendan bilin, sum hann hevði keypt bara tveir dagar framman undan. Herverk Fyrsti tilburðurin varð tó sleptur, tí ákærdi segði seg ikki minnast hendingina. Hetta var ein tilburður, har ákærdi skal vera endaður í einum slagsmáli, sum tó bert kostaði brot á politi­ viðtøkurnar fyri Tórshavn, og tískil einans hevði ein bót á 600 krónur við sær. Ákæruvaldið metti hesa hending so lítið týdningar­ mikla, at tað var ikki stríðið vert at fara at leita eftir vitn­ um, og slepti tí málinum. Ein onnur og meiri álvarslig hending fór fram millum 10. og 29. mai 2009. Tá hevði ákærdi og ein vinmaður hansara í fleiri umførum keypt talutíð bæði frá Føroya Tele og Vodafone við Visakortinum hjá mammu at vinmanninum. Hesar upphæddir fóru upp um 3.000 krónur, men seinni hava báðir goldið kvinnuni peningin aftur. Enn eitt álvarsmál kom fyri, tá ungi drongurin í einum føri var ákærdur fyri herverk. Søgan er í stuttum, at ein persónur sigst hava stolið ein bil frá einum vin­ manni ákærda, og hesir báðir vóru so farnir við buss­ leiðini til bústaðin hjá viðkomandi, fyri at fáa bilin aftur. Hesum noktaði mað­ urin tó fyri, og tá hann var farin av staðnum, gjørdu teir báðir ungu av at gera seg inn á bilin hjá viðkomandi. Við fyrifallandi gróti knústu teir forrútin á bilin­ um og gjørdu eisini aðrar skaðar á hann, so at bilurin ikki varð gjørdur aftur, men skrottaður. Bileigarin møtti í rættinum og gjørdi greitt, at hann fór at seta fram endur­ gjaldskrav fyri bilin. Men av tí at eingin dokumentatión fanst upp á veruliga virðið av bilinum, verður hetta kravið antin ein samráðing­ arspurningur millum bil­ eigaran og teir, ið framdu herverkið, ella avgjørt í borgarligum rættarmáli. Álvarsamur harðskapur Mest álvarsama ákæran móti tí 16 ára gamla var eitt harð­ skapsmál, har ungi drongurin var ákærdur fyri harðskap og hóttan um harðskap. Hendingin fór fram sunnudagin 9. august, sum var endin á Summarfesti­ valinum. Tann ákærdi og ein vinmaður høvdu verið í Klaksvík, men vóru komnir aftur til Havnar og leitaðu sær oman í Grasagarð. Har vóru einir 6­7 ung­ dómar til staðar, og ákærdi hevði væl innanborða. Ákærdi byrjaði at gera seg inn á ein javnaldrandi, men munandi spinklari drong. Hann skumpaði hann aftur og fram, og sambært ákæru­ ritinum hótti hann nú ein 13 ára gamlan drong at sláa hin drongin. Hesin aftraði seg tó at byrja við, men tá hann varð hóttur við sjálvur at verða »knústur sundur« eftir­ líkaði hann og langaði 15 ára gamla nevan á nøsina, so hesin fór at bløða nasablóð. 13 ára gamli varð hóttur ella lokkaður at sparka tann liggjandi dreingin og sam­ bært summum vitnum fekk hann brennivín at drekka fyri hvørja ferð hann gjørdi seg inn á órættaða. Fleiri av vitnunum søgdu eisini, at ákærdi tvær ella tríggjar ferðir lyfti órættaða uppfrá, meðan hann lá niðri, við at tríva í undir­ buksur hansara lyfta uppfrá og síðani sleppa dreinginum niður aftur. Onkur fekk ringt til Barnaheimið, har órættaði tá búði, og ein kvinna hað­ ani kom á staðið, og fekk órættaða burtur. Eftir at hava lagt leiðina framvið Barnaheiminum varð drongurin koyrdur út á skaðastovuna har tað var staðfest, at drongurin um­ framt aðrar snuddir eisini hevði brotið nøsina. Linan dóm Ákærdi játtaði seg sekan í øllum ákærum uttan teim­ um um harðskap. Hann segði seg ikki hava sligið ella sparkað órættaða og heldur ikki hevði hann hótt nakran til at sláa órættaða. Somuleiðis noktaði hann fyri at hava hótt órættaða við at brenna hann við sigarett, meldaði hann tilburðin til løgregluna. Tað kom fram í rættinum í gjár, at ungi drongurin hevur fingið stýr upp á lív sítt. Hann hevur nú í umleið hálvt ár arbeitt hjá einum el­firma, og hann gongur mest sum als ikki í býnum longur. Bæði Finn Ougaard, ákæri, og Sigmund Poulsen, verji, vóru samdir um, at drongurin ikki átti at fáa ov stranga revsing. Tilburðirnir hvør sær høvdu samanlagd­ ir givið fleiri mánaðar fong­ sul, men kortini mælti ákær­ in til 60 dagar, sum haraftrat skuldu gerast treytaðir. Eisini tá tað kom til bøt­ urnar fyri at koyra spiritus­ koyring, var ákærin laga­ ligur í sínum tilmæli. Saml­ að fóru bøturnar upp um 11.000 krónur, men ákærin mælti til 5.000. Sjáldan munnu ákæri og verji hava verið so samdir í sínum tilmæli, sum teir vóru í rættinum í gjár. Sigmund Poulsen hevði als onga viðmerking til til­ mælið hjá ákæranum, men nýtti høvið at ávara móti ov strangari revsing fyri ikki at køva teir positivu neistar, ið nú eru sjónligur. Dómarin, Anna Sólvá Eiriksdóttir, tók tilmælið frá ákæra og verja til eftir­ tektar og dømdi unga dreingin 60 daga treytaða fongsulsrevsing. Drongurin skal ikki bróta lógina í eitt ár fram, og hann skal fylgja ávísingunum frá Barna­ verndini um bústað og arbeiði. Eisini verður koyri­ kortið gjørt treytað í trý ár frá dómsdegnum. Ungi drongurin tók við dóminum. Treytaðan dóm fyri nógvar syndir Her í Grasagarði í Havn fór álvarsligasta hendingin fram, sum ungi drongurin varð ákærdur fyri Mynd: Jens Kristian Vang Milliardir í bonus Tann sveisiski stórbankin UBS ætlar sær at rinda sínum dugnaliga starvsfólki 16 milliardir krónur í bonus fyri gott avrik í 2009. Boðini um ta stóru eykasamsýningina komu í gjár, samstundis sum bankin almannakunngjørdi roknskapin fyri sein­ asta ársfjóðing í fjør. Hann vístir 6,6 milliardir krónur í avlopi, og tað var fyrstu ferð í meiri enn eitt ár, at ein ársfjórðingur gav avlop, skrivar AFP. Sambært tíðindastovuni vaktu tíðindini um bonus­ útgjaldið hjá UBS stóran ans í altjóða fíggjar­ heiminum og á tí politiska pallinum í Sveis. Skuldsett fyri hópdráp Í Filipsoyggjunum hava myndugleikarnir nú skuldsett 197 fólk í sambandi við hópdrápið, tá 57 fólk vórðu myrd stutt fyri jól í fjør. Millum tey skuldsettu er Andal Ampatuan eldri, sum er muslimskur leiðari og fyrrverandi guvernørur í landspartinum Maguindanao. Hann hevur fyrr arbeitt saman við forsetanum, Gloria Arroyo. Tey 57 fólkini vórðu myrd, tá tey vóru á veg til ein uppstillingarfund hjá einum valevni, sum skuldi bjóða Ampatuan av á tí komandi guvernørvalinum. Ákæruvaldið vil vera við, at sonur Andal Ampatuan var høvuðsmaður aftan fyri hópdrápið. Hann er tikin, og rættarmálið ímóti honum er byrjað, skrivar AP.