Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-10, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. februar 2010síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 28 • 10. feb. 2010 MIÐvIkaN 17 passende Betaling. Din Fader har i sin Tid lovet mig det, men paa Grund af hans Sygdom, kom det ikke til formelig Afgørelse. RE. Sum tað skilst fylti jørðin nógv tá í tíðini! Oliver Effersøe heim við doyggjandi konu Poul frættir eisini frá Oliver, beiggja Rasmus. Hjá honum eru trupulleikarnir meira álvarsamir, sum hetta bræv vísir. For Tiden i København den 13. April 1901 Kære Fætter, Tak for dit Lykønskningskort af 15.9 1899 og for det som medfulgte. Naar nærværende (Brev) først fremkommer nu, beror det hovedsagelig paa, at dit Kort først naaede mig sidste Efteraar, da jeg ansaa det for givet, at intet Brev kunde komme frem til Grønland samme Aar. Jeg udsatte at skrive, men nu har jeg udsat det saa længe, at mit Brev ikke kommer med Aarets første Fart. Ja, jeg giftede mig, og det vil jeg aldrig fortryde, men nu er det om ikke lang Tid forbi. Astrid skrantede i Fjor. Lægen sagde det betød intet. Saa fik jeg hende dog, da Tilstanden ej blev bedre, herned ved Nytaar. Fik besked tilbage fra den københavnske Læge, at Sygdommen efter al Sandsynlighed var Kræft i underlivet. Dette har siden bekræftet sig. Astrid ved intet derom. Jeg er her for at ledsage hende hjem til Færøerne. Lægen venter, at hun vil taale at rejse. Det kan trække ud. Vi have en lille Pige ca. 14 Maaneder gammel. Hun er rask og fremmelig. Mit Helbred er ikke saa meget Stærkt. Dog nogenlunde. Mit Haar nærmer sig stærkt at blive helt hvidt. Ogsaa alene af den Grund vilde du finde mig forandret, siden vi sidst mødtes. Min Hustru beder hilse Kærlig hilsen fra din hengivne Oliver Effersøe Somu ófrættaboð frá Amaliu Amalia skrivar eisini til Poul úr Umanak 23. juli 1901 um tað sama: “Fra Oliver Effersøe havde jeg Brev, men det var et meget trist et. Astrid har jo været i København for at blive opereret, men Lægerne har erklæret hende for at være uhelbredelig. Det er kræft i Endetarmen. Poul (helst beiggi Oliver) laa paa Kommunehospitalet, og der var fare for hans Liv. Rasmus (Effersøe) havde været syg det meste af Vinteren og Josefine Mortensen skrev, at han gjorde det vist nok ikke længe, det er jo forfærdeligt sørgeligt. Onkel Gudmund og Tante Trine har holdt Guldbryllup i Aar, men det er gaaet af i Stilhed paa grund af den megen Sygdom.” Astrid livdi ikki árið av. Hennara fulla navn var Susanna Josefine Astrid Svendsen, f. 5.8. 1865 í Miðvági. Edvard Mitens skrivar í síni ævisøgu Eg Minnist, at Astrid doyði á barsilssong, men tað gjørdi hon ikki. Oliver og Astrid vóru systkina­ børn. Mamma Astrid var nevni­ liga systir Gudmund, Sigrid Jeanetta Augusta (1833­1923.) Hon var gift við Joen Johan Frederik Svendsen (1822­ 1879), sum var prestur í Vágum árini 1859­1869. Hann var úr Ønundarfirði í Íslandi. Tey giftust 4.1. 1861 í Miðvágs kirkju. Tey eru so flutt til Danmarkar. Hann doyr í Nykøbing Falster og hon í Keypmannahavn. Umframt Astrid fingu tey børnini Fredrik, Charlottu og Jógvan. Astrid og Oliver giftust 29.1. 1899 í Havnar kirkju. Dóttir teirra Sigrid Cathrina varð fødd 18.2.1900. Vit hava roynt at kanna hvat ið hendi dótrini. Hon er flutt ung av Tvøroyri til Danmark. Her er hon gift við manni frá Bornholm, sum hevði Mørk til eftirnavn. Tey fluttu til Amerika, og tey fingu tvey børn Esther og Oliver. Ein dóttir Esther hevur í hvussu er verið aftur í Danmark og ferðast. Oliver giftist aftur í 1913 við Selma Marie Cecelie úr Randers. Tey fingu eina dóttir Signhild. Hon flutti til Onglands, og meira vita tey ikki um hana. Um Oliver Tað sum annars kann sigast um Oliver er, at hann var føddur 20. mars 1863 á Tvøroyri, og hann doyði 8. mars 1933 í Danmark, har hann er grivin. Hann var sýslufulltrúi 1883­94 og sýslumaður á Tvøroyri 1894­1920. Annars var hann polikkari. Hann sat á tingi fyri Suðuroyar valdømi 1889­1893, 1900­ 1901 og 1905­1931. Aftaná floksbýtið í 1906 umboðaði Oliver Sambandsflokkin, har hann eisini var formaður 1917­1924. Av øðrum politiskum størvum kann nevnast: Løgtingsformaður 1924­28 og 1930­32. Landstingsmaður 1914­1915, 1920­1928 og 1929­1933. Fólkatingsmaður 1906­1913. Limur í sóknarstýrinum fyri Froðbiar sókn 1888­1905, og formaður meginpartin av tíðini. Tveir ymiskir brøður Her skal greiðast eitt sindur frá hesum báðum umrøddu brøðrum. Tað er eingin ivi um, at tað er Rasmus sum hevur tað betra umdømið í eftirtíðini. Hann fekk landbúnaðarút­ búgving í Jyllandi, lærdi seyðahald í Skotlandi, gekk á landbúnaðarskúla í Keypmanna­ havn, stýrdi við stórum dugna­ skapi ein svenskan harragarð, gjørdi fyri danska løgmálaráðið eina framúr frágreiðing um húsdjórahald í Føroyum og kom at enda til Føroya sum landbúnaðarráðgevi. Hann stjórnaði skiftivís trimum bløðum, Føringatíðindi, Dimma­ lætting og fráhaldsblaðið Dúgvan. Hann legði grundarlagið fyri sjónleikarlívið í Havn, og hann var ein framúr yrkjari. Hann skrivaði eisini fleiri sjónleikir. Hann var fyrsti leiðarin av tjóðskaparrørsluni, og hann gav ókeypis frálæru í føroyskum máli. Hann doyði av tuberklum í 1916. Tað er eitt sindur løgið, at hansara systkinabørn geva honum eitt ivasamt skoðsmál. Tey eru fá, sum so nógv gott hoyrist um sum Rasmus Effersøe. Rasmus var eisini kendur fyri sítt hjálpsemi móti sínum ættarfólki. Vit hava fyrr greitt frá, hvussu hann hjálpti bónda­ húsinum á Sundi, har systkina­ barn hansara Inga Müller var bóndakona, at gera ein renni­ strong at lætta teimum arbeiðið. Hann var góður fyri systrina í Porkeri. Hagar dámdi honum sera væl at koma, og tað verður av ættini framvegis tikið til, hvussu gott fólk hann var. Hann var eisini hentur, tí hann fekk lagt vatn inn í húsið hjá systrini. Edvard Mitens greiðir frá, at tá Gudmund, abbi hansara, bygdi hús á Tvøroyri, nýtti Rasmus tarv til at draga sleðu við stórum steinum úr haganum til at byggja urtagarðin við. Men Rasmus hevur uttan iva verið nakað originalur, og hetta skrivar William Heinesen eisini. Hann hevur annars verið umrødur í røðini Hendur ið Sleptu. Oliver er mest kendur sum tann sera konservativi sambandsmaðurin, sum var ein eirindaleysur mótstøðumaður hjá Jóannes Patursson. Jóannes varð valdur á danska fólkatingið í 1901 og fekk frá donsku stjórnini eitt “tilboð”, sum gav eitt sindur av sjálvstýri. Hesum tilboði fór Oliver Effersøe í herna ímóti sum valevni til fólkatingið í 1906. Tað tykist at hava verið eitt sera ósakligt valstríð. Av eini ella aðrari orsøk var Jóannes Patursson ímóti banni fyri rúsdrekkasølu, og tí varð Sjálvstýrisflokkurin miðvíst kallaður “brennivínsflokkurin.” Hetta gav sjálvsagt atkvøður, og Oliver varð valdur. Tá var tað, at hann á fólkatingi segði tey minniligu orðini, at “vi færinger føler os fuldstændigt som danske.” Hetta var serliga ein merkilig útsøgn, tá hugsað verður um, at abbi hansara Jón Effersøe kom til Føroya sum politiskur flóttarmaður, tí hann hevði verið við í kvettinum móti danska valdinum í Íslandi saman við Jørundi hundadagakongi. Seinni tyktist hann tó lagaligari í síni útsøgn, táið hann segði “Vi er dog alle færinger, og alle vil vi, at det færøske sprog skal hava røgt og udvikling.” Helst hevur hann alla tíðina “bert” hildið, at føroyingar skulu hava somu rættindi sum danir. Men so danskur var Oliver, at hann tosaði bert danskt í løgtinginum. Hans Jacob Debes heldur, at hansara agitatión var frammanfyri sína tíð, og hetta er ikki øðrvísi enn hon er í dag. Hann heldur eisini, at helst var tað beiggin Poul, sum var sakførari, sum legði honum lag á. Hans Jacob skrivar eisini, at tað at Rasmus, sum var andaligi leiðarin hjá sjálvstýrisrørsluni, og Poul beiggin, sum var samsintur við Oliver, búðu saman í besta forstáilsi, vísir eitt ættarsamband og búfelagsskap, sum er ein av teimum mongu gátunum í føroyskum politikki. Rasmus Effersøe hevði fingið best ummæli og eftirmæli av fólki, sum kendu hann Rasmus hevur uttan iva eisini verið ein originalur, og tað hava hansara Müller-systkinabørn ikki havt forstáilsi fyri. Her hevur hann latið seg í sum ein biddari til okkurt gott endamál Oliver Effersøe tyktist at vera sera avgjørdur. Men hann hevði eisini sítt at stríðast. Hann misti konuna av krabbameini fá ár eftir, at tey vóru gift Tingmanning sambandsloksins í 1918. Sitandi f.v. Mikkjal Samuelsen, Vík, Michael Matras, Viðareiði, Jógvan Poulsen, Strendur, Jóan Jakku Weihe, Norðskála. Standandi: Jógvan Rasmussen, Sørvági, Andrass Samuelsen, Fuglafirði, Oliver Effersøe, Tvøroyri, Poul Niclassen, Havn og H.C.W. Tórgarð, Havn. Andrass og Mikkjal vóru brøður ➘