Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-10, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. februar 2010síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 10. februar 2010 Heðin á Lakjuni gjørdi í gjár sáttmála við NSÍ. Við hesum fer hann eins og Kristoffuri Jacobsen, Hjalgrím Elttør, Símuni Joensen og Jákupi Mikkelsen úr KÍ, sum spælir í næst bestu deildini í 2010 Útmeldingarnar vóru greiðar, tá KÍ í fjør mátti staðfesta, at besta mans­ liðið hjá felagnum í 2010 skuldi kapp ast millum tey næstbestu. Umboðanin í fremstu røð skuldi vinnast aftur – og tað ongan tíð ov skjótt. Fleiri av profilunum á liðnum søgdu, at teir ætlaðu sær at vera við til at lyfta felagið upp aftur, men ein langur fótbóltsvetur hevur broytt nógv í so máta. Kristoffur Jacobsen er farin til EB/ Streym. Hjalgrím Elttør og Símun Joen sen eru farnir til B36, meðan Jákup Mikkelsen gjørdist partur av eini størri málmansrokadu, sum at enda førdi veteranin til ÍF. Og nú er so eisini greitt, at heldur ikki Heðin á Lakju ni verður at síggja í KÍ­ bún a­ num í 2010. Fyrst og fremst tí hug­ ur in er til meira enn fótbólt millum tey næstbestu. ­ Tað er sjálvandi eitt sindur tungt at fara úr KÍ. Men eg eri skjótt 32 ára gamal, og tað er helst avmarkað, hvus su nógv ár afturat eg megni at spæla í bestu deildini. ­ Í so máta síggi eg tað sum eina góða avbjóðing hjá mær at spæla við NSÍ í Vodafone­deildini í 2010, sigur Heðin á Lakjuni. Við hesum hevur KÍ sagt farvæl við enn ein av stóru profilunum á lið num, men Heðin vil tó ikki stað­ festa, at hetta er tekin um at menn rýma av eini søkkandi skútu. ­ Tað haldi eg ikki. Og eg bæði vóni og vænti, at KÍ heilt skjótt er aft ur millum tey bestu, sigur Heðin á Lakjuni. Bakka eitt ár Umframt teir klaksvíkingar, sum eru nevndir omanfyri, so hevur KÍ eisini mist aðrar spælarar av hópinum frá í fjør. Erland Danielsen er farin til NSÍ, Todi Jónsson hevur sett gaggurnar, Høgni Madsen er farin aftur til ÍF, og Páll Klettskarð er farin av aftur landi­ num. Í nógvar mátar merkir hetta tó ikki meira enn tað, at liðið, sum í ár fer á vøllin í 1. deild, verður mest sum meinlíkt liðnum, sum byrjaði Voda fone­árið í fjør. Heðin á Lakjuni og Erland Danielsen vóru skaddir stóran part av fyrru hálvu, og tí eru tað fyrst og fremst Jákup Mikkelsen og Kristoffur Joensen, sum resta í frá tí liðnum. Og stigatalvan í summar steðgi­ num staðfesti, at tann manningin vann sær 11 stig í 14 dystum, meðan væl styrkta manningin eftir sum­ mar steðgin vann sær 13 stig í 13 dystum. Seinasti profilurin farin Sámal og Kári døma mans­ finaluna Fyri fyrstu ferð í fimm ár eru tað ikki Eyðun Samuelsen & Andreas F. Hansen, ið skulu døma mansfinaluna í hondbólti. Hetta tí teir eru upptiknir av altjóða uppgávu í Íslandi komandi vikuskifti. Hondbóltssambandið hevur nú ásett, hvørji dómarapør skulu døma tær báðar finalurnar, og í mansfinaluni er valið follið á Sámal Paulason og Kára Hansen. Kvinnufinaluna døma Rúni Mohr og Ragnar Simonsen. -mørk Nú rullar bólt­ urin aftur Fleiri venjingardystir í fótbólti, eru spældir, nú kavin er farin burtur eina løtu Í fyrrakvøldið vórðu tríggir dystir spældir. Tveir teirra vórðu spældir á Svangaskarði, har EB/Streymur vann 2­1 móti Víkingi, meðan B68 vann á NSÍ. Somuleiðis 2­1. Í Havn dystaðust HB og AB, og hendan dystin vann HB 1­0 við einum máli, sum Rógvi Poul sen skeyt móti barn dóms­ felagnum. Mánakvøldið spældi B36 eisini móti 07 Vestur, og hend­ an dystin havnarfelagið 6­1. -mørk City vann á Bolton Manchester City vann í gjár eitt týðandi fet í stríðnum um at sleppa í top­4 í Premier League, tá liðið vann 2­0 á Bolton. Carlos Tevez legði City á odda í fyrra hálvleiki við brots­ sparki, sum bleiv gjørt móti Adam Johnson. Eitt korter fyri tíð økti Emmanuel Adebayor til endaliga úrslitið 2­0. Tríggir aðrir dystir vórðu eisini spældir í gjárkvøldið. Fulham vann 3­0 á Burnley, meðan Portsmouth í evstu løtu bjargaði sær eitt stig á heimavølli móti Sunderland. Wigan og Stoke deildu eisini stigini sína millum. -targe jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk KÍ fekk í gjár enn ein vátan vøtt, tá tað stóð greitt, at Heðin á Lakjuni heldur ikki verður í felagnum í 2010. Hann hevur valt NSÍ og Vodafone-bólt framum KÍ og 1. deild