Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-11, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. februar 2010síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 tíðindi Nr. 29 - 11. februar 2010 Orðaskiftið í løgting­ inum mikudagin vísti, at tingfólk eru sera varin at siga sína hugsan um viðurskiftini í Fólkakirkjuni Fólkakirkjan Randi Jacobsen randi@sosialurin.fo Breið semja er í løgtinginum um, at politikararnir skulu halda fingrarnar langt burtur frá tí, sum fer fram í Fólkakirkjuni. Løgtingið skal ikki leggja seg út í at broyta kirkjuligar reglur ei heldur ósemjur. Tað vísti orðaskifti í løg­ tinginum mikudagin, tá ið Helena Dam á Neystabø svaraði fyrispurninginum frá Torbjørn Jacobsen um kirkjuna. Spurningur var, um landsstýriskvinnan ætlar at broyta reglurnar, nú nógv orðaskifti hevur verið um, at summir prestar ikki vilja víga fráskyld fólk. Tað hava teir rætt til at nokta. Fleiri tingfólk nevndu, at tingið skuldi vera varið, tí hetta var jú semja um, tá ið Fólkakirkjan varð yvirtikin. Sum Helena Dam á Neysta­ bø segði: ­ Mál av tílíkum slag skuldu avgreiðast í demo­ kratisku skipan fólkakirkj­ unnar í samstarvi við polit­ iska myndugleikan. Ótíðarhóskandi regla Hon helt tó, at reglan við, at prestar kunnu sýta at víga fráskyld fólk, er ótíðar­ hóskandi, og tað var henn­ ara vón, at orðaskiftið, sum nú hevur tikið seg upp, fer at ávirka prestarnar og ikki minst kirkjuliðini soleiðis, at reglan fer at verða broytt á sama hátt sum reglan, ið noktaði kvinnum at vera prestar, á sinni varð broytt. Helena Dam á Neystabø tosaði eisini um tolsemi, og at tað bara skaðar at smalka dyrnar og hækka gáttina. Hinvegin má tolsemi ganga báðar vegir. Somu sjónar­ miðini, sum noktandi prest­ arnir hava, finnast eisini millum kirkjufólk. ­ Tí er málið ikki so ein­ falt sum bara at taka av eina, í mínum hugaheimi, ótíðarhóskandi kunngerð, segði hon. Kirkjan má taka stigið Men skal ein broyting ger­ ast, má broytingin koma frá kirkjuni sjálvari, tí um polit­ iska skipanin skúgvar kirkju­ liga myndugleikan til viks, loysir einki vandamál, segði Helena Dam á Neystabø. John Johannesen helt, at kirkjan eigur at vera víð. Har skal vera rúm fyri øll­ um, sum onga aðrastaðni hava at venda sær. Hann helt tað vera nokkso løgið, at prestar sum tænastumenn kunnu sleppa sær undan eini tænastu. Tað kunnu onnur tænastufólk ikki. Fleiri, sum tóku orðini, mintu á, hvussu umráðandi tað var at vanda sær um orðini í einum slíkum máli, og Helgi Abrahamsen helt, at hetta var nakað, sum kirkjuligi myndugleikin burturav átti at taka sær av. Poul Michelsen helt ikki, at tað heilt ber til hjá polit­ iska myndugleikanum at halda seg uttanfyri orða­ skiftið, tí vit koma ikki uttanum, at kirkjan fær pengar frá tí almenna. Fær kirkjan ikki tað, verður eingin fólkakirkja. Hví so varin? Spyrjarin Torbjørn Jacobsen var ikki so bangin fyri orða­ skiftinum. ­ Í kirkjuna skal ein og hvør kunna koma, og tað skal ikki vera upp til starvs­ fólk í kirkjuni, hvør skal kenna seg væl. Eg skilji ikki, hví politiska skipanin bara skal stinga høvdið í sandin. Hví skal kirkjumála­ ráðharrin ikki hava nakra meining um kirkjumál, segði Torbjørn Jacobsen. Helena Dam á Neystabø helt seg ikki hava dult sína meining, tí hon bar fram, at reglan, sum loyvir prestum at sýtra at gifta fráskyld, er ótíðarhóskandi. Torbjørn Jacobsen spurdi eisini, um nøkur ætlan er at fara undir lestur í telologi á Fróðskaparsetrinum. Svarið hjá Helenu Dam á Neystabø var, at Fróðskap­ arsetrið fer ikki undir full­ fíggjaða útbúgving av prestum, men hon kundi hugsað sær, at tað bar til at læra føroyskar kirkjusiðir, og at arbeitt verður við eini skipan við fjarlestri í sam­ starvi við ein hægri læru­ stovn uttanlands. Tingið ræðist fyri at blanda seg Tikin við ølkassanum Ein ungur maður varð mikudagin handtikin, tá ið hann kom í land av Smyrli á Krambatanga. Í bilinum hevði hann ein ølkassa, og maðurin varð skuldsettur fyri at hava tjóvagóðs í hondum Tjóvarí Randi Jacobsen randi@sosialurin.fo Sunnunáttina varð inn­ brot gjørt í kaféini í Hópinum á havnarlag­ num í Toftum. Tríggir kassar av gulløli hvurvu. Mikudagin fekk poli­ tiið eina fráboðan um, at ein maður var á veg til Suðuroyar, og hetta var ein ungur maður, sum politiið hevði ill­ gruna um hevði okkurt við innbrotið at gera. Tá ið Smyril legði at á Krambatanga, stóð politiið fyri bili hansara. Í bilinum var ein ásettur ølkassi, og politiið held­ ur fyri vist, at ølkassin var ein av teimum stolnu kassunum av Toftum. Politiið heldur ikki, at maðurin var við til at bróta inn, men heldur at hann hevur tikið ímóti einum av ølkassunum. Maðurin varð tí tikin og skuldsettur fyri ”ulovlig omgang med hittegods”, sum tað eitur á donsk­ um rættarmáli. 9 prosent arbeiðsleys Um mánaðarskifti stóðu 14.705 fólk skrásett í íslend­ sku arbeiðsloysisskipanini sum arbeiðsleys. Tað svar­ ar til 9 prosent av teirri arbeiðstøku fjøldini, og tey arbeiðsleysu vóru 929 fleiri enn í desember, skrivar Morgunblaðið. Hagtølini vísa, at arbeiðsloysið er heldur størri í Reykjavík og har um vegir enn á bygd. Tølini vísa eisini, at 9,9 prosent av teimum arbeiðs­ tøku monnunum og 7,9 prosent av teimum arbeiðs­ tøku kvinnunum eru arbeiðsleys. Íslendski vinnu­ málastovnurin væntar, at arbeiðsloysistølini í februar verða heldur størri enn tey í januar. Mótmæli í Iran Í Iran hevur andstøðan skipað fyri stórum mótmælis­ gongum í høvuðsstaðnum Terheran í dag í sambandi við, at myndugleikarnir hátíðarhalda, at 31 ár eru liðin síðani ta islamsku kollveltingina. Almenna sjónvarpið vísti bara myndir av fólki, sum tóku lut í hátíðarhaldi­ num hjá stjórnini, men tíðindastovurnar skriva, at stutt haðani vóru samanbrestir millum mótmælisfólk og løgregluna. Sagt varð, at løgreglan brúkti táragass, og at løgreglan hevði gjørt seg inn á andstøðuleiðararnar Mehdi Karoubi og Mohammad Khatami. Løgtingið vil ikki á nakran hátt leggja seg út í kirkjuligu viðurskiftini