Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-11, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. februar 2010síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 29 - 11. februar 2010 Dómararnir í Fasta Gerðarrættinum fara ikki at taka eina inniliga áheitan frá fýra fakfeløgum til eftirtektar ArbeiðsmArknAður Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Ongin dómari í Fasta Gerðarrættinum fer at leggja frá sær og sostatt verður ein innilig áheitan frá fýra stórum fakfeløgum ikki tikin til eftirtektar. Tað er greitt eftir at bæði dómarar og nevnd fyri Gerðarrættin høvdu fund í gjár. Í kjalarvørrinum á úr­ skurðinum hjá Gerðarrætt­ inum um verkfallið hjá portørunum fóru fakfeløgini rættiliga upp á gos, tí rætturin hevur víst á, at verkføll skulu fráboðast við hampiligari tíðarfreist. Gerðarrætturin ásetti tó onga ávísa tíðarfreist, tí tað átti partarnir á arbeiðs­ marknaðinum at finna út av sínamillum. Ónøgdin hjá fakfeløgun­ um kom í hæddina fyrr í vik­ uni, tá ið tey fýra stóru ar­ beiðarafeløgini, Føroya Ar­ beiðarafelag, Havnar Ar­ beiðsmannafelag og tey bæði arbeiðarafeløgini í Klaksvík inniliga heittu á dómararnar um at leggja frá sær. Í gjár høvdu teir átta dómararnir og sjey nevnd­ arlimirnir fund um støðuna og tað var ein fundur, sum nevndarformaðurin, Kári á Rógvi, kallar bæði góðan og uppbyggjandi. Nevndarformaðurin sig­ ur, at ongin av nevndarlim­ unum hevur heitt á dómarar um at leggja frá sær og ongin av teimum bólkum, sum annars velja dómar­ arnar, hava heitt á teir um at fara frá. Samstundis hava ongir av dómarunum boð­ aðu frá, at teir fóru frá. Sostatt verða ongar broyt­ ingar í dómarapanelinum á hesum sinni. Sjálvur Kári á Rógvi frá á fundinum, at løgdu nakrir av dómarunum frá sær, mátti hann sjálvur eisini taka ábyrgdina og leggja frá sær sum nevndarformaður. Ongin dómari fer frá Hvørki dómarar ella nevnd í Fasta Gerðarrættinum fara at leggja frá sær, hóast stóra ónøgd hjá fakfeløgunum. Ytst til vinstru situr Poul Hansen, dómari, aftanfyri hann stendur, Vígdis Johannesen, dómari, síðani sita Sjúrður Heinesen, nevndarlimur, Páll Nielsen, nevndarlimur, Hendrik Thomsen, dómari og Torleivur Hoydal, dómari - Skulu vit vísa á okkurt gott, sum er komið burtur úr ónøgdini hjá fakfeløgunum við Fasta Gerðarrættin má tað vera tað, at tað hevur skumpað undir tað uppýsandi arbeiði og ætlanina at endurskoða hann, sigur Kári á Rógvi, nevndarformaður ArbeiðsmArknAður Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Nú skal sáttmálin um Fasta Gerðarrættin endurskoðast. Og somuleiðis skal Gerðar­ rætturin undir eitt størri arbeiði at upplýsa og kunna feløgini á arbeiðsmarkn­ aðinum um stovnin, hvussu hann virkar og hvørjir møguleikar tey hava Kári á Rógvi, nevndar­ formaður í Fasta Gerðar­ rættinum, sigur, at tað er ein niðurstøða á fundinum, sum nevndin og dómarar høvdu í gjár í kjalarvørrinum á ónøgdini, sum fakfeløg hava víst eftir úrskurðin um portørverkfallið. ­ Taka vit ítøkiliga málið um portørarnar sum dømi, er ta gjørt til eitt prinsippmál um fráboðanarskyldu. Í hesum føri var talan um eitt ávíst felag í einum ávísum arbeiðsøki. ­ Men í einum slíkum føri kann hugsast, at talan er um eitt prinsipp, har onnur fakfeløg siga, at tey vilja sleppa at siga sína hugsan um málið, tí talan er um eitt prinsipp, sum eisini hevur týdning fyri tey. ­ Slíkir spurningar eiga vit at kunna betri um, sigur Kári á Rógvi. Hann leggur afturat, at í hesum sambandi kann talan eisini verða um onnur prin­ sippmál um barsilsrættindi, mótrokningar, ella hvat tað skal vera. Sáttmálin endurskoðast Men niðurstøðan av fundin­ um var eisini, at nú er stund­ in komin at brúka ásetingina í skipanina, har tey hava skyldu til at endurskoða sáttmálan. Hann vil ikki siga, at tað er ein beinleiðis avleiðing av hesum ítøkiliga málinum, tí hetta hevur verið í um­ búna. Men hann ásannar kortini, at hetta hevur sett skump undir ætlanina. ­ Hetta ítøkiliga málið hevur í hvussu gjørt okkum varug við, at tað eru nøkur viðurskifti, sum treingja til at verða umrødd. ­ Í hesum sambandi fer Gerðarrætturin undir eitt fundarumfar við øll feløg­ ini, sum eru við fyri at vita, hvørja hugsan tey hava um stovnin, hvussu hann skal virka og, hvørji mál, hann skal viðgera. ­ Men hjá øllum feløgun­ um hevu málið um portør­ arnar eisini varpað ljós tann veruleika, at vit hava hesa skipanina og at hon hevur stóran týdning. ­ Hetta er samstundis ein skipan, sum feløgini sjálvi eiga og tí er eisini at vóna, at tey gera sína ávirkan galdandi um, hvussu hann skal virka. Ein spurningur í hesum sambandi er at gera greitt, hvørji mál Fasti Gerðarrætt­ urin yvirhøvur skal taka upp og hvørji mál ikki hoyra undir hann. Hann vísir í hesum sam­ bandi á, at feløgini gera sjálvi av, hvørji mál, gerðar­ rætturin skal taka upp. Eitt nú heldur hann, at tað eru nógvir óloystir tulk­ ingarspurningar, sum feløg­ ini kundu havt fyrimun av at lagt fyri Gerðarrættin. Tí vónar Kári á Rógvi eis­ ini, at feløgini møta fjøl­ ment, tá ið fundarumfarið verður um at endurskoða sáttmálan. Annars hevur Fasti Gerð­ arrætturin heimasíðuna www.fg.fo, har úrskurðir, frágreiðingar, vegleiðingar og nógvir aðrir upplýsingar um stovnin eru at finna. Setti skump undir gerðarrættin Vit høvdu ein góðan og uppbyggjandi fund, staðfestir Kári á Rógvi, nevndarformaður, sum stendur ytst til vinstru. Annars situr Heini Joensen, nevndarlimur, ytst til vinstru og síðani sita Snorri Fjalsbak, nevndarlimur, Jákup Sólstein, nevndarlimur, Halgir Winther Pousen, dómari, Maria á Dul, dómari, Kristoffur Laksá, nevndarlimur og Leivur Michelsen, dómari. Danir drekka minni Fyri fyrstu ferð í mong ár eru alkoholnýtslan í Danmark minkað, men tey, sum selja alkohol, eru ikki sannførd um, at danir drekka minni, enn teir hava gjørt. Hagtølini vísa, at níggju teir fyrstu mánaðirnar í fjør var alkoholsølan heili 20 prosent minni enn somu mánaðir í 2008, og harafturat er meðalnýtslan fyri hvønn dana hálvan annan litur minni enn í 2004. Donsku bryggjaríini siga, at ølsølan minkaði átta prosent í fjør, og onnur hagtøl vísa, at vínsølan mink­ aði 14 prosent. Annars hevur alkoholnýtslan í Danmark verið veksandi tey seinastu nógvu árini, skrivar DR. Heimsins størsta havtaska Tveir stuttleikafiskimenn, sum fóru at draga gørn uttan fyri Leknes í Vesturnoregi fyrramorgunin, gjørdust ikki sørt skakkir, tá ein risastór havtaska kom uppundan. Tað tók sína tíð at fáa havtaskuna inn í bátin og upp á land, men tað var ikki so løgið, tí tá havtaskan kom á vektina, steðgaði vektin á 99,4 kilo. Bergens Tidende skrivar, at hetta er størsta hav­ taska, sum fólk vita um at siga, og at tað gamla heimsmetið var 79 kilo við rognum. Tey kønu siga við blaðið, at hevði havtaskan havt rogn, hevði hon helst vigað eini 40 kilo meiri.