Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-11, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. februar 2010síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 29 - 11. februar 2010 Strandferðslan hvur boðað frá, at ætlanin er at seta Ternuna inn í siglingina um Nólsoyarfjørð síðst í mars, men ferjulegan, sum Ternan skal nýta í Nólsoy, verður ikki klár fyrr enn í fyrsta lagi um ársskiftið SAMFERÐSLA Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Leingi ætlaða umskiftið innan strandfaraskipini, sum skuldi senda Rituna norður í Norðoyggjar í rutu, meðan Ternan skuldi røkja Nólsoyarsiglingina, gerst nú veruleiki. Og tó. Tí meðan Strandferðslan hevur boðað frá, at Ternan væntandi verður klár at seta í sigling síðst í mars, ger formaðurin í havnanevndini í Tórshavnar kommunu, Jákup Símum Simonsen, greitt, at eingin atløgulega verður klár í Nólsoy fyrr enn í fyrsta lagi um árskiftið komandi. - Tað tekur sjálvandi sína tíð at byggja út havnir. Samstundis hevur verið slík óvissa í sambandi við játtanina til umvælingarnar av Ternuni og Rituni, og vit kunnu ikki seta nakað so stórt í verk, sum eina ferjulegu, uttan at vit hava vissu fyri, at álvari er aftan fyri ætlanina, sigur Jákup Símun Simonsen. Tað er einki at taka seg aftur í, at játtanin til um- vælingina hevur verið ein tungur burður. Fleiri ferðir er málið útsett, men móti endanum av árinum í fjør varð játtanin tó avgreidd, og Strandferðslan fekk boðið arbeiðini út. Gjørt er av, at Ternan fyrst skuldu umvælast, og hon stendur í løtuni á bedingini hjá skipasmiðjuni MEST í Havn og verður umvæld. Vit hava fyrr í blaðnum greitt frá, hvat skal gerast við Ternuna, og Bogi Mortensen, stjóri á Strand- faraskipum Landsins hevur sagt, at umvælingin vænt- andi verður liðug síðst í mars, og tá verður so klárt frá teirra síðu at seta skipið inn á Nólsoyarleiðini. Ordiliga loysn Samskifti hevur verið millum Strandferðsluna og Tórshavnar kommunu, tí tað er havnanevndin hjá kommununi, ið hevur ábyrgdina av atløguviður- skiftunum í Nólsoy. Kommunan hevur eisini arbeitt við málinum, og kanningar eru gjørdar, hvar frægast er at leggja eina slíka ferjulegu. - Fundur verður í havna- nevndini mánadagin, har málið aftur verður fyri. Vit hava fingið nøkur uppskot um, hvar ferjulegan kann liggja, men endalig støða er ikki tikin til hetta enn, sigur Jákup Símun Simonsen. Hann sigur, at ikki fyrr enn endalig støða er tikin til, hvar ferjulegan skal liggja, ber til at fara undir projekteringina. - Og tá hon er liðug, skal arbeiðið so bjóðast út. Byggifyritøkurnar skulu síðani sjálvandi hava tíð at seta seg inn í arbeiðið, áðrenn tær lata tilboð síni inn, og harnæst skulu vit so taka støðu til tilboðini, sigur Jákup Símun Simonsen. Alt hetta tekur tíð, og so er tað sjálvt arbeiðið, sum skal gerast, og sjálvandi eisini tekur sína tíð. - Tað merkir so, at vit ikki kunnu rokna við, at nøkur ferjulega stendur liðug úti í Nólsoy fyrr enn í fyrsta lagi um ársskiftið, sigur Jákup Símun Simonsen. Hann hevur einki boð upp á, hvussu og hvar Ternan í fall skal leggja at úti í Nólsoy um so er, at Strandferðslan velur at seta hana í sigling síðst í mars. - Tað, sum hevur týdning fyri meg er, at nólsoyingar fáa eina ordiliga loysn og ikki nakra lappaloysn, sigur Jákup Símun Simonsen, formaður í havnanevndini í Tórshavnar kommunu. Eingin ferjulega enn á sinni Jákup Símun Simonsen er formaður í havnanevndini hjá Tórshavnar kommunu. Hann væntar ikki, at atløguviðurskiftini til Ternuna í Nóloy verða klár fyrr enn í fyrsta lagi um árskiftið Mynd: Álvur Haraldsen Reglugerðin fyri Vinnuframagrunnin er nú broytt, so størri fokus verður sett á marknaðarføring av góðu hugskotunum. – Tað skal síggjast aftur í samfelagnum, at vit stuðla hesum verkætlanum, sigur Regin W. Dalsgaard, stýrisformaður VINNUSTUÐUL Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Nevndin fyri Vinnuframa- grunnin hevur seinastu tíðina arbeitt við at broyta reglugerðina fyri grunnin soleiðis, at arbeiðið skal gerast lættari. - Størsta broytingin er helst, at kunngerðin er broytt soleiðis, at vit nú sjálvi seta umsitingina. Talan er ikki logur um ein stjóra, men í staðin hava vit sett ein samskipara, ið er eitt bindilið millum um- søkjaran og stýrið sjálvt, sigur Regin Weihe Dals- gaard, nevndarformaður fyri grunnin. Hetta merkir, at samskip- arin skal virka sum in ráð- gevi hjá teimum, ið søkja um stuðul úr grunninum. - Nú eru so broytingar gjørdar í grunninum, og nú ber rættiliga til at fara til arbeiðis. Ætlanin hjá okkum er nú, at leggja okkum longur fram í virðisketuna og stuðla marknaðarføring meira, at fáa føroyingar út í heim at selja. Talan er um verkætlanir, sum hava ein fakura í hinum endanum, sigur Regin Dalsgaard. Føroyingar eru óførir til at menna eina rúgvu av hugskotum, og ætlanin er nú at stuðla teimum hug- skotunum, sum hava altjóða potentiali. - Tað eru fólk við góðum hugskotum sum hava altjóða potentiali, men sum tørva ein styrk til marknaðarfør- ing, ið ætlanin er at stuðla, sigur Regin Dalsgaard. Vinnuframagrunnurin hevur longu í ár stuðlað ávísum verkætlanum, og tað vísir seg, at áhugin er rættiliga stórur fyri at søkja um stuðul úr grunninum. Eisini heldur formaðurin, at tað er vorðið lættari at sleppa fram at grunninum eftir, at broytingarnar eru gjørdar. - Ja, avgjørt. Vit hava fingið eina rúgvu av umsóknum, og fólk tykjast hava fingið størri áræði. Tað kann jú eisini vera, at grunnurin ikki hevur verið nóg sjónligur áður. Fólk koma nú eisini inn og geva eina munnliga frágreiðing til stýrið, so vit kunnu geva teimum eina ábending um hetta er nakað at fara víðari við, sigur Regin Dalsgaard. Fimm milliónir Ætlanin við broytingunum er eisini, at gera grunnin minni bureaukratiskan, og at fólk skulu fáa skjótari svar. - Vit hava fund einaferð um mánaðin, og er tað nakað átrokandi kunnu vit taka ein eykafund. Fólk skulu fáa skjótt svar, hægst 14 dagar eftir, at umsóknin er viðgjørd, sigur Regin Dalsgaard. Grunnurin fær 4,2 milli- ónir krónur á fíggjarlógini, men harumframt hevur grunnurin eitt stovnsfæ á 50 milliónir krónur, so við rentum frá tí ræður grunnur- in yvir fimm milliónum krón- um um árið at stuðla við. - Vit hava sett á stovn ein ráðgevingarbanka við tí endamáli at ráðgeva um- søkjarunum. Á tann hátt kunnu tey gagnnýta stuðulin munandi betri enn um tey bert fingu ein kekk í hond- ina, sigur Regin Dalsgaard. Fremsta málið hjá Vinnu- framagrunninum er, at stuðulin, ið verður latin, skal síggjast aftur í føroyska samfelagnum. - Bæði vit í stýrinum fyri grunnin, men eisini polit- iski myndugleikin, sum játtar pengarnar á fíggjar- lógini, skulu verða nøgd við verkætlanirnar, sigur Regin Dalsgaard. Broytingar skulu seta ferð á Regin Weihe Dalsgaard er formaður í Vinnuframa­ grunninum Bláur meiriluti í Noregi Hevði stórtingsval verið í Noregi í dag, høvdu Høgri og Framburðsflokkurin fingið so mikið nógvar atkvøður, at teir kundu skipað stjórn einsamallir. Sambært einari nýggjari meiningakanning høvdu teir báðir flokkarnir fingið 86 umboð í Stórtingið. Verandi stjórnarflokkar høvdu fingið 73 tinglimir, men Arbeiðaraflokkurin hjá Jens Stoltenberg, forsætisráðharra hevði framvegis verið landsins størsti flokkur. Norskir eygleiðarar siga, at úrslitið setir spurnartekin við, um miðflokkarnir hava nakra framtíð í Noregi. Bygt ferju til Estlands Norska skipasmiðjan Fiskerstrand Verft skal byggja tríggjar ferjur til innanoyggjasigling í Estlandi, og nú er tann fyrsta latin eigarunum, Saarema Shipping Company Ltd. Ferjan, sum hevur fingið navnið MV Muhumaa, skal sigla ímillum meginlandið og oyggjarnar Saaremaa, Hiiumaa og Muhumaa í Eystrasalti. Ferjan hevur tvey bildekk við plássi til umleið 150 bilar, og harafturat kann hon hava 690 ferðafólk. Tær tríggjar ferjurnar til Estlands verða smíðaðar til sigling í ísi eftir royndum, sum eru gjørdar í Hamburg í Týsklandi, skrivar Sunnmørsposten.