fríggjadagur 12. februar 2010síða 23
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 30 - 12. februar 2010
23
Í næstu viku fer Rás2
at senda morgun
send ingar og seinna
partssendingar bein
leiðis úr London
Rás2
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Í næstu viku verður metro
polurin London miðdepil
fyri sendingar á Rás2. Frá
týsdegnum og fram til
fríggjadagin sendir Rás2 úr
enska høvuðsstaðnum.
Rás2 fer í sínum send
ingum at hitta føroyingar,
sum eru búsitandi í London.
Tosað verður við hesi fólk
um teirra gerandisdag, um
teirra avbjóðingar og teirra
lív í fremmandum stórbýi.
Rás2 hittir eisini bretar á
máli um lív og levnað í
Lond on, enskir tónleikarar
fara at spæla live og vitjað
verður ymsastaðni í Lond
on.
Rás2 fer at hava studio
mitt í London, og har fara
fólk at leggja leiðina fram
við og práta við vertirnar.
Eisini fara Rás2 fólkini út í
býin at hitta føroyingar og
bretar, og onkrar reportasjur
verða eisini gjørdar úr
Lond on.
Millum teirra, sum Rás2
fer at hitta í London, eru
Elisa Heinesen, Helgi Joen
sen, Dánjal Rein, Marita
Thom sen, Kjartan Hoydal
og Áki Johansen.
Tey, sum gera sending ar
nar úr London, eru Eyðun
Klakstein, Barbara Holm
og Alvin Ellebye Andersen.
Rás2 sendir morgun send
ingar úr London týsdag,
mikudagin, hósdagin og
fríggjadagin frá klokkan 9
til 12. Seinnapartssendingar
verða á skránni týsdagin,
mikudagin og hósdagin frá
klokkan 15.10 til 17.00.
Rás2 flytur
til London
Í næstu viku bjóðar Rás2
føroyingum beinleiðis
radio úr London
VASTI
Akademikari
Heilsufrøðiliga starvsstovan søkir eftir akademikara
til matvørudeildina. Umsóknarfreistin er 2. mars 2010.
Les nærri á www.hfs.fo
T Ó R S H A V N A R K O M M U N A
1 0 . - 1 6 . M A I 2 0 1 0
Tórshavnar kommuna veitir stuðul á
hvørjum ári til heilsu- og umhvørvis-
tiltøk.
Stuðul verður latin
til verkætlanir sum:
• Menna vitanina um heilsu og/ella
umhvørvi
• Virka dálkingarfyribyrgjandi
og/ella avmarkandi
• Virka orku – og tilfeingissparandi
• Kunna almenningin um heilsu-
og/ella umhvørvisviðurskifti
• Verja landsløg, djóra- og/ella
plantusløg
Til ber hjá stovnum, virkjum, feløgum
og einstaklingum at søkja um stuðul.
Umsóknarblað og reglugerð fáast á
www.torshavn.fo ella í Snarskivuni.
Umsóknir skulu verða hjá Tórshavnar
kommunu í seinasta lagi 1. apríl 2010
og skulu sendast til:
Tórshavnar kommunu
heilsu- og umhvørvisdeildin
Postboks 32 • 110 Tórshavn
Stuðulin verður latin í umhvørvisvikuni,
sum verður 10. til 16. mai 2010.
Stuðul