fríggjadagur 12. februar 2010síða 24
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 30 - 12. februar 2010
Ætlanirnar hjá
Strandferðsluni at
seta Rituna í sigling
í Norðoyggjum og
Ternuna at røkja
Nólsoyarleiðina hava
verið alment kendar
leingi, og tí kemur
tað óvart á leiðsluna í
SSL, at ferjulega ikki
verður klár í Nólsoy
fyrr enn um ársskiftið
SAMFERÐSLA
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tað kom heldur óvart á
stjóran á Strandferðsluni,
Boga Mortensen, at eingin
ferjulega verður tøk til
Ternuna í Nólsoy, fyrr enn í
fyrsta lagi um ársskifti.
- Vit vóru greið yvir, at
tað fór at draga nakað út
við ferjuleguni í Nólsoy,
men at tað skuldi gerast so
seint, høvdu vit ikki roknað
við, sigur Bogi Mortensen.
Hetta kemur sjálvandi at
ávirka
ætlanirnar
hjá
Strandferðsluni at seta Tern-
una inn á Nólsoyarleiðina.
- Hetta mugu vit taka upp
á fundi við havnanevndina í
Tórshavnar kommunu og
við skipaleiðsluna fyri at
staðfesta, um tað ber til at
sigla við Ternuni undir
verandi havnarviðurskiftum
í Nólsoy, sigur Strand-
ferðslustjórin.
Sjálvur vil stjórin ikki
gera seg klókan upp á
verandi havnarviðurskifti í
Nólsoy.
- Nú veit eg ikki, hvussu
nógv skil eg havi fyri havn-
arviðurskiftum sum so, men
Ternan hevur røkt siglingina
til Nólsoyar við verandi
viðurskiftum, so tað er
møguligt, at tað kann lata
seg gera, sum støðan er í løt-
uni, sigur Bogi Mortensen.
Tað gongur móti ljósari
tíðum, og harvið frægari
veðurútlitum.
Eru í samskifti
Formaðurin í havnanevndini
í Tórshavnar kommunu,
Jákup Símun Simonsen,
segði við blaðið í gjár, at
teir vildu ikki far undir
nakra verkætlan, fyrr enn
teir høvu vissu fyri, at
ætlanin hjá Strandferðsluni
um at seta Ternuna inn á
Nólsoyarleiðina
gjørdist
veruleiki.
- Eg skilji fyri so vítt teirra
sjónarmið. Játtanin kom
seint í fjør, og sjálvt um
Strandferðslan leingi hevur
arbeitt við hesari ætlanini og
eisini hevur verið í samskifti
við
havnanevbndina
hjá
Tórshavnar kommunu, so
tók tað drúgva tíð at avgreiða
játtanina,
sigur
Bogi
Mortensen.
Ternan stendur í løtuni á
beding hjá MEST í Havn
og skal eftir ætlan verða
liðugt umvæld síðst í mars,
so neyðugt verður við einari
skjótari avgerð um Nóls-
oyarleiðina í summar.
- Sjódeildin hjá Strand-
ferðsluni er í samskifti við
Tórshavnar havn um ymisk
viðurskifti, og Nólsoyar-
leiðin er eisini ein partur av
hesum samskifti, sigur Bogi
Mortensen, stjóri á Strand-
ferðsluni.
Seinking kemur óvart á
Bogi Mortensen, stjóri á
Strandfaraskipum Landsins
Týsdagin 16. februar
2010 vísa vit mótan
2010 í Sosialinum
Beinta Haraldsen, fotografur,
og Eydna Skaale, blaðfólk, eru á
Copenhagen Fashion Week
Mynd: Beinta Haraldsen
Mótin 2010
...vit eru har tað hendir!