mánadagur 15. februar 2010síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 31 - 15. februar 2010
– Tað verða fyrst og
fremst fólkslig tiltøk,
sum koma at seta
dám á Mentanarhúsið
Atlantis framyvir,
staðfestir nýggi leið
arin Oddur Olsen,
sum tó er opin fyri
øllum góðum hug
skotum, sum kunnu
fáa lív aftur í húsið
Mentan
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
– Fólk skulu nokk fáa tað,
tey vilja hava. Men tað
forð ar okkum ikki í eisini
at bjóða teimum okkurt,
sum tey kanska ikki vistu,
at tey vildu hava, sigur
Oddur Olsen, annar av
nýggju leiðararnum í Ment
anarhúsinum
Atlantis
í
Klaksvík.
Skap tørv
Saman við Johhny Olsen
hevur Oddur Olsen júst
gjørt fimm ára sáttmála við
Klaksvíkar Kommunu um
at reka Mentanarhúsið, sum
annars hevur ligið meir at
kalla stilt í longri tíð.
Og hóast tvey stýrið hava
givið skarvin yvir í royndini
at fáa støðugt virksemið í
húsið, eru nýggju leigaranir
fúsir at fara til verka.
– Tað er als ongin ivi um,
at Klaksvík hevur tørv á
teim um tilboðum, sum eitt
slíkt hús kann bjóða, og tí
eri eg eisni púra vísur í, at
tað fer at bera til at skapa
lív í húsið, sigur Oddur
Ol sen, sum longu sær fyri
sær eina røð av tiltøkum,
sum eru uppløgd at seta á
skránna.
– Til dømis hevur Klaks
víkin leingi manglað ein
pall til ymsar framførslur.
Tað kann vera alt frá kon
sertum og sjónleikum til
fyrilestrar ella frásøgnir av
ymsum slagi, sigur Oddur
Olsen, sum ikki dylur yvir,
at teir í fyrsta umfari fara at
geva fólki tað, tey vilja
hava.
Tað merkir tó ikki, at teir
báðir ikki hava ávísar ambi
tiónir fyri húsið.
– Vit hava sjálvandi eisini
áhuga í at seta okkurt nýtt á
skránna og á tann hátt eisini
vera við til at skapa ein tørv,
heldur enn bara at tekkj ast
tørvinum, sum longu er,
sigur Oddur Olsen.
Opin fyri hugskotum
Hóast hann ásannar, at so
kallaða fínmentanin ikki er
tað, sum lokkar flest klaks
víkingar úr stovunum, so
skal tað eisini vera pláss
fyri hesum partinum í hús
inum.
Tað ræður um at hugsa
nýtt og finna ein máta at
skipa tiltøkini, so fólk hava
hug at koma, minnir Oddur
Olsen á. At tað neyvan
verða
listaframsýningar
sum fara at fylla húsið í
bræði, merkir tað ikki, at
pláss ikki er fyri myndlist.
– Har kundi man kanska
heldur ímyndað sær, at eitt
listafólk kom og greiddi
frá, hvussu viðkomandi ar
beiðir, fær íblástur og so
framvegis, sigur hann
Sum frá líður, kann tað tó
væl hugsast, at loftið í hús
inum verður innrætta so
leið is, at tað kann hýsa
lista framsýningum og eini
kafé.
Tað ræður stutt sagt um
at vera opin fyri øllum hug
skotum, og fyrst og fremst
síggja møguleikarnar í hús
inum heldur enn at stara
seg blindan uppa avmark
ingarnar. At húsið ikki fær
hýst stórum leikverkum,
merkir til dømis ikki, at
pláss als ikki er fyri sjón
leiki.
– Vit hava jú eitt sera
dugnaligt sjónleikarafelag
her í Klaksvik, so hví ikki
fáa onkrar av teirra smærri
leikum á pall í húsinum.
Tann tørvurin er í øllum til
staðar, tí klaksvíkingum
dáma jú sera væl at síggja
sjón leik,
sigur
Oddur
Olsen
Kvøldið er langt
Hóast tað ofta hevur verið
ført fram, at biografurin í
Atlantis er ein forðing fyri
øðrum virksemi í húsinum,
dugir Oddur Olsen ikki
rætti liga at síggja stóra
trupul leikan.
– Kvøldið er jú langt, so
ein filmur nýtist ikki at
blokera fyri øllum øðrum.
Tað ber jú at at flyta eina
filmssýning ein tíma aftur
ella fram, um tað er tað,
sum skal til.
Biografurin kemur í øll
um førum at halda fram í
húsinum ikki minst tí
hann leingið hevur givið
eitt ávíst fíggjarligt avkast.
Tað
er
millum
annað
yvirskotið frá biografinum
sum ger, at tað ber til at seta
onnur tilboð á skránna í
húsinum, so tað snýr seg
um at fáa alt at sampakka á
onkran
hátt,
staðfestir
Oddur Olsen.
Hann ásannar tó, at stóra
avbjóðingin í fyrsta umfari
verður at fáa klaksvíkingar
vekk frá sjónvarpinum og
út úr stovunum.
– Hatta við at klaks vík
ingar ikki koma til ment
anartiltøk kann hava nógvar
orsøkir. Um fólk ikki koma
til eitt tiltak, er tað kanska
tiltakinum tað er galið við.
Ella hevur fyriskiparin ikki
dugað nóg væl at lýsa við
tí.
Longu 1. mars letur
Ment anarhúsið Atlantis upp
við nýggju leiðararnum.
Millum fyrstu tiltøkini á
skránni verður ein øðrvísið
konsert og spurnarkappingin
Á Quistinum hjá Gunnari
Nolsø.
Vegurin Langi · Hoyvík · Tel 353040 · Fax 353041
Við Borðoyavík · Klaksvík · Tel 473040 · Fax 473041
T-postur: rs@reyniservice.fo · www.reyniservice.fo
Brúktir bilar við
lagaligari fígging
NissaN Patrol 3.0
skrásetingarnr: JT 530
Km: 98.000
Árgangur: juli 2001
Útgjald: 60.000
Mðr. gjald: 3.516 (1,5 ár)
kr. 115.000,-
toyota Hiace 2.5 stuttur
skrásetingarnr: TB 516
Km: 30.000
Árgangur: des. 2006
Útgjald: 44.500
Mðr. gjald: 2.805 (5 ár)
kr. 178.000,-
toyota yaris 1.3 luNa M/M
skrásetingarnr: GB 420
Km: 36.000
Árgangur: august 2006
Útgjald: 34.000
Mðr. gjald: 2.125 (5 ár)
kr. 136.000,-
Vit bjóða 6 mánaða garanti uppá bilar, ið kosta meira enn 85.000,-
Garanti skipan, ið hevur eina sjálvsábyrgd uppá kr. 500,-, fevnir um allar
knappliga íkomnar feilir, ið eyðsæð ikki skyldast nýtslu brúkarans, rust,
uttanífrákomnir skaðar ella væntandi tænastueftirlit.
Eingin gandur og eingir smáir bókstavir.
Kom og vitja okkum – landsins fremstu bilasølu.
Peugeot 206 2.0 diesel VøruV.
skrásetingarnr: JU 505
Km: 53.000
Árgangur: jan. 2004
Útgjald: 22.000
Mðr. gjald: 2.179 (3 ár)
kr. 74.000,-
VW caddy 2.0 sdi diesel
skrásetingarnr: UJ 435
Km: 45.000
Árgangur: apríl 2007
Útgjald: 32.000
Mðr. gjald: 2.033 (5 ár)
kr. 128.000,-
toyota Hilux 4x2 2.5 td
skrásetingarnr: SP 526
Km: 23.000
Árgangur: aug. 2007
Útgjald: 43.750
Mðr. gjald: 2.760 (5 ár)
kr. 175.000,-
Peugeot 407 couPé 3.0
skrásetingarnr: BJ 455
Km: 42.000
Árgangur: juni 2006
Útgjald: 62.000
Mðr. gjald: 3.874 (5 ár)
kr. 248.000,-
Peugeot 307 1.6 stc,
skrásetingarnr: FP 505
Km: 44.000
Árgangur: okt. 2006
Útgjald: 36.250
Mðr. gjald: 2.289 (5 ár)
kr. 145.000,-
BMW 118 2.0
skrásetingarnr: SH 570
Km: 5.000
Árgangur: jan. 2009
Útgjald: 59.500
Mðr. gjald: 3.730 (5 ár)
kr. 238.000,-
toyota Hilux 2.5 ex. caB sr
skrásetingarnr: JD 261
Km: 30.000
Árgangur: mai 2008
Útgjald: 62.000
Mðr. gjald: 3.884 (5 ár)
kr. 248 .000,-
Atlantis verður meir fólksligt
– Um fólk ikki koma til eitt tiltak, er tað kanska tiltakinum tað
er galið við. Tí ræður um at finna út av, hvat fólk fegin vilja
uppliva, sigur Oddur Olsen, annar av nýggju leiðaranum í
Mentanarhúsinum Atlantis
Mynd: Norðlýsið