mánadagur 15. februar 2010síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 31 - 15. februar 2010
Ætlanin at niður
leggja skúlar og
leggja skúlar saman í
størri eindir, kann fáa
ótilætlaðar og dýrar
avleiðingar, heldur
Kommunusamskipan
Føroya
Fólkaskúlin
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Ætlanin hjá landssýrinum
at umskipa fólkaskúlan, so
at vit fáa færri og størri
skúlar, fer helst at føra til at
vit fara at fáa nógv fleiri
frískúlar í Føroyum
Tað heldur Kommunu
samskipan Føroya.
Kommunuskipanin hevur
eina greiða meining um
ætlanina, sum Helena Dam
á Neystabø hevur lagt fram
um at umskipa føroyska
fólkaskúlan, so at fleiri
skúlar verða niðurlagdir og
samanlagdir fyri at vit skulu
fáa færri, men størri skúlar.
Eitt endamál við ætlaðu
umleggingunum hjá sam
gonguni er at spara pening
og at hesin peningur skal
brúkast til onnur átrokandi
og námsfrøðilig endamál,
sum í dag ikki verða raðfest
nóg frammaliga í fólka
skúlanum.
Hesum tekur Kommunu
samskipanin undir við og
hon vónar eisini, at so verð
ur.
Men vit stúra fyri, at
hesin peningur longu eru
tiknir at fíggja hallið í lands
kassanum við.
Nógv fleiri frískúlar
Kommunusamskipanin
heldur eisini, at bygnaðar
broytingin og viðførda spar
ingin kann fáa ótilætlaðar
og dýrar avleiðingar.
Sum eina mótreaktión
til stóru skúlarnar, sum ætl
anin er at skipa, kann vænt
ast at fleiri smærri frískúlar
verða stovnaðir.
Sum lógin um frískúlar
er nú, er lutfalsliga lætt at
stovna frískúla, og sam
stundis er tað greitt, at tað
verða landskassin og komm
unukassarnir, sum koma at
bera
bróðurpartin
av
útreiðslunum.
Hetta merkir, at tær rati
onaliseringssparingar, sum
bygnaðarbroytingin leggur
upp til, kunnu verða mistar
at fíggja frískúlar við, sigur
Kommunusamskipan Før
oya
Kommunusamkipanin
heldur, at hetta kann ikki
vera meiningin og tí mælir
hon mentamálaráðnum til
samstundis at endurskoða
lógina um frískúlar.
Vænta nógvar frískúlar
afturat í Føroyum
Flyta vit skúlaaldur
in eitt ár niður, høvdu
vit vunnið tað fleirfalt
aftur, heldur Helena
Dam á Neystabø,
landsstýriskvinna í
mentamálum
Fólkaskúlin
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Helena Dam á Neystabø
heldur vit eiga at gagnnýta
tær lærumøguleikar, sum
seks ára gomul børn hava.
Tað førdi hon fram í
Løgtinginum, tá ið aðal
orðaskiftið var í Løgtingin
um um føroyskt mál.
Landsstýriskvinnan
helt, at í hesum sambandi
eigur Løgtingið at semjast
um um, at fólkaskúlin er
tað økið, sum størsti dent
urin eigur at verða lagdur
á í royndunum at tryggja
málinum eina framtíð.
Og ein viðkomandi spurn
ingur í hesum sambandi er,
nær børnini skulu byrja í
skúlanum og her helt lands
stýriskvinnan, at vit kunnu
akkurát gera sum onnur
lond hava gjørt og lata børn
ini byrja í skúla, tá ið tey
eru seks ára gomul, altso
eitt ár fyrr enn tey gera nú.
Vit kunnu skipa fyri,
at lata børnini byrja í for
skúla tá ið tey eru seks ára
gomul, segði hon.
Vit vita, at tá ið børn
eru fimm ella seks ára
gomul, taka tey serstakliga
lætt ímóti lærdómi, tí tær
læra mál hundrað ferðir
betri enn eldri. Og tað er
klárt, at vit skulu gera
gagn av tí næminum, børn
ini hava í tí aldrinum.
Eg haldi, at fluttu vit
skúlaaldurin eitt ár niður,
høvdu vit vunnið tað fleir
falt aftur.
Hon sigur sigur, at hetta
merkir ikki at so lítil børn
skulu fáa gamalsliga pults
undirvísing í høvdið.
Men tey eiga at fáa rætt
til at koma í eitt umhvørvi,
har tað ber til at læra um
mál, um tøl og um framburð,
segði Helena Dam á Neysta
bø.
Børn skulu byrja í
skúla eitt ár fyrr
- Fimm, seks ára gomul
børn læra mál hundrað
ferðir betri enn tey eldru
og tað eiga vit at gagnnýta,
heldur Helena Dam á
Neystabø, landsstýriskvinna
í mentamálum
Fólkaskúlin
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Kommunusamskipan Før
oya ávarar ímóti ætlanini
hjá samgonguni at umskipa
fólkaskúlan, so at vit fáa
færri og størri skúlar. Tað
fer at gera viðurskiftini upp
aftur fløktari og ógreiðari
enn tey longu eru nú.
Tað sigur Kommunusam
skipanin í eini viðmerking,
til uppskotið, sum Helena
Dam á Neystabø fyrireikar
at leggja fyri Løgtingið.
Kommunusamskipanin
tekur undir við yvirskipaða
námsfrøðiliga og fíggjarliga
endamálinum.
Men sum uppskotið ligg
ur nú, hevur tað so nógvar
bygnaðarligar og fólkaræði
ligar vansar og skeivleikar
við sær, at fólkaskúlin verð
ur uppaftur fløktari, hvat
uppgávu og ábyrgdarbýtið
viðvíkur.
Talan er um so grund
leggjandi
viðurskifti,
at
Kommunusamskipan staði
liga ávarar ímóti at leggja
fyriliggjandi uppskot fyri
tingið, tíansheldur at sam
tykkja tað.
Eitt, sum Kommunuskip
anin átalar, er, at ætlanin er
at umskipa skúlabygnaðin,
áðrenn greitt er, hvussu
ætlaði kommunubygnaður
in skal síggja út.
Tí fer nýggi skúlabygnað
urin helst ikki at samsvara
við
nýggja
kommunala
bygnaðin.
Kommunusamskipanin
heldur, at kann ætlanin at
umskipa skúlan ikki bíða
eftir ætlanini at broyta
kommunubygnaðin,
fer
skúlin fyri tað mesta at
verða skipaður sum komm
unal samstørv.
Í dag er fólkaskúlin tví
býttur millum land og
kommunur, og hetta er við
til at skapa eitt ógreitt upp
gávu og ábyrgdarbýti á
fleiri
økjum,
staðfestir
Kommunusamskipanin.
Verða kommunurnar nú
tvingaðar at samstarva tvørt
ur um kommunumark, verð
ur uppgávubýtið herheftir
trýbýtt
ímillum
landið,
kommunurnar og tað komm
ununala samstarvið.
Kommunusamskipanin
metir, at hetta verður at
gera skipanina uppaftur
ógreiðari.
Ger fólkaskúlan
fløktari enn hann
er í dag
Kommunusamskipan Føroya væntar eina mótreaktión upp á ætlanina hjá landsstýriskvinnuni í
mentamálum at miðsavna allan fólkaskúlan í færri og størri skúlar
Savnsmynd
Vit umboða nú
er kosið besta vetrardekkið á øðrum ári
Sosialurin / KvR 34 18 00
BILVERKSTAÐIÐ
v/Hans Jacob Kollsker · Á Hjalla · Tel. 31 10 13 · Fax 32 10 15 · www.kollsker.com
Vit umvæla ALLAR skaðar og ØLL bilmerki
ÓKEYPIS SPORING VIÐ KEYP AV DEKKUM
www.kollsker.com