Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-15, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. februar 2010síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 31 - 15. februar 2010 Framvegis reytt í Danmark Hevði fólkatingsval verið í dag, hevði stjórnin hjá Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharra tapt. Sambært einari nýggjari meiningakanning hevði andstøðan fingið 91 umboð í Fólkatingið og sostatt meiriluta til at skipa satjórn. Kanningin gevur Sosialdemokratunum 47 tinglimir ella tveir fleiri, enn flokkurin hevur nú. Samstundis fær Sosialistiski Fólkaflokkurin níggju tingmenn afturat teimum 23, sum flokkurin hevur. At enda fær Tey Radikalu átta og Eindarlistin fýra tinglimir. Bláu megin miðjuna fáa Vinstri 43 tinglimir, Tey Konservativu 18 og Danski Fólkaflokkurin 23 ella tilsamans 84. Grønland skal vera burðardygt Grønlendski landsstýrismaðurin í fíggjarmálum sigur, at í framtíðini skulu teir grønlendsku politikararnir hava burðardygdina í huga, hvørja ferð teir taka eina avgerð. Í síðstu viku var Palle Christiansen (myndin) á einari ráðstevnu um burðardygd. Har lærdi hann millum annað, at í Finnlandi hevur burðardygd verið ein fastur partur av øllum politiskum avgerðum í 30 ár, og nú vil landsstýrismaðurin hava somu hugsan til Grønlands. Palle Christiansen sigur við KNR, at allar avgerðir skulu byggja á aðalhugsjónina, at vit skulu lata okkara eftirkomarum samfelagið í líka góðum standi ella betri enn nú. Hóast alt landsstýrið er samlað við Gjógv í dag og í morgin, so verður fíggjarlógin fyri 2011 ikki nógv nærri í morgin enn hon er í dag. Hinvegin verður helst greiðari, hvørji stig ymisku landsstýrisfólkini vilja taka Fíggjarlóg Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Gjógv: Í dag og í morgin eru øll landsstýrisfólkini sam an við nøkrum em bæt­ is fólkum við Gjógv, har fíggjarlógin fyri 2011 verð­ ur umrødd, umframt at Ja ­ cob Vestergaard, landsstýr­ is maður við fiskivinnu mál­ um skal greiða lands stýr in­ um frá, hvussu ein fiski­ vinnureformur kann gerast. Onki konkret Hóast landsstýrið hevur kallað inn til tíðindafund í morgin, so merkir tað á ongan hátt, at fíggjarlógin verður nakað serliga nógv nærri í morgin, enn hon var í gjár. Á skránni hjá lands­ stýrisfólkunum til fundirnar í dag er nevniliga ætlanin, at tey koma við sínum íkasti, til hvat kann gerast við fíggjarlógini fyri 2011 í fyrsta lagi, umframt, hvat kann gerast til komandi fíggjarlógin. – Hetta er ein longri lands stýrisfundur, har vit mill um annað koma við einum avrikslista, sum vísir, hvat er komið burturúr. – Vit skulu hava eitt for­ stáilsi fyri, hvussu fíggjar­ lógararbeiði skal vera. Tað er jú fyrsta árið við nýggju játtanarskipanini, sigur Kaj Leo Johannesen, løgmaður. Hann leggur dent á, at tað ikki verður í dag ella í morg in, at fíggjar lógar ar­ beiðið verður liðugt. – Vit skulu hava nakrar karmar, hvussu vit koma burturúr tí halli, sum vit hava havt. Og vit arbeiða fram ímóti at fáa hallið burtur innan 3­5 ár. Tað er nakað, vit fara at tosa um, sigur løgmaður somuleiðis. Fleiri vinklar Somuleiðis sigur Kaj Leo Johannesen løgmaður, at meiningin við hesum langa landsstýrisfundinum við Gjógv, er at fáa ymiskar vinkl ar og íkast hjá lands­ stýrisfólkunum á borðið. – Landsstýrið skal koma við nøkrum vinklum til okk ara samgongufelagar í løgtinginum, sigur Kaj Leo Johannesen, sum á sama hátt, sum øll hini lands­ stýrisfólkini, ikki vil koma nærri inná, júst hvat skal gerast. Minka útreiðslur og vaksa inntøkur Hinvegin eru landsstýris­ fólkini rættiliga samd um, at ymisk tiltøk mugu setast í verk, fyri at minka um mun in millum útreiðslur og inntøkur. – Tað eru tveir møguleikar at gera tað uppá, segði ein populerur persónur langt síð an, og tað verður ein kom binatión av at minka út reiðslurnar og vaksa inn­ tøkurnar. Serliga Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin eru ikki á einum máli um, hvussu inntøkurnar og útreiðslurnar kunn samsvara betur enn tær hava, og hetta respek­ terar løgmaður. – Tað eru ymiskir flokkar og einstaklingar. Tað skal mann duga at respektera. – Kunsturin í politikki er at samansjóða sjónarmiðini, og so finna semjur burturúr. Tað er tað, sum politikkur snýr seg um. Tað er bara at finna semjur, sum kunnu vísa okkum framá, sigur Kaj Leo Johannesen. Sosialisera Hann vísir eisini á, at tað, at landsstýrið er farið út á bygd, merkir at tey hava bet­ ur møguleika at tosa sam an um tingini, men hann heldur ikki, at sam starvið hevur haltað higar til. – Vit hava havt eitt gott samstarv, hóast tað onkuntíð er komið eitt sindur kantut í fjølmiðlunum. Men tað skal tað kanska eisini onkuntíð, sigur løgmaður, men stað­ festir enn einaferð, at mein­ ingin ikki er at koma við nøkr um endaligum í morg­ in, tá tíðindafundur verður við Gjógv. Men hóast onki konkret kemur á borðið í morgin, so verður kravt av lands stýr­ inum í landsins játtanar­ skip an, at fíggjar mála ráð­ harrin áðrenn 1. apríl kemur við einum uppskoti um karm ar, sum er býtt út á ymisku greinirnar. Koma ikki við nøkrum endaligum Kaj Leo Johannesen, løgmaður, roknar ikki við, at nakrar veruligar semjur koma í morgin. Hinvegin roknar hann við, at tað verður greiðari, hvat landsstýrisfólkini ætla sær Mynd: Eirikur í Jákupsstovu