Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-15, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. februar 2010síða 36

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 31 - 15. februar 2010 Frelsunarherurin Tórshavn Mikudagin kl.15 Bønarløta. Kl. 19 Bíbliufundur (Celle­ gruppe) fyri kvinnur. Kl. 19 Andakt á sambýlinum í Hoyvík. Hóskvøldið kl. 20 Heima­ forbundið. Kl. 20 Ungdómur í Kommunuskúlahøllini. Sunnudagin kl. 11 Morgun­ møti og sunnudagsskúli. Kl. 17.30 Bønarløta. Kl. 18 Møti Offiserarnir við samkomuna og Njál Djurhuus luttaka á dagsins samkomum. Hornorkestur. Streingjatónleikur. Øll eru vælkomin. Ebenezer Týsdagur kl. 17 Frítíðararbeiði Mikukvøldið kl. 20 Bønar­ og lærumøti. Jóhann Petersen og Øssur Andreasen tala um Fyrsta bræv Jóhannesar kapittul 4. Hósdag kl. 12.30 Andakt. Kl. 18.30 Sangvenjing – Gentukórið Kassia. Kl. 20 Ungdómsmøti. Tróndur Jacobsen tosar um Fyrra Korintbræv. Leygardag kl. 14 Seinnapart­ skeið við Símun Absalonsen undir heitinum ‘Trúgvin í ein­ um postmodernaðum heimi’. Sunnudag kl. 11 Minnismáltíð Harrans. Róland í Skorini talar. Barnaansing er meðan møti er. Kl. 12. Sunnudags­ skúli. kl. 18 Evangeliskt møti. Barnaansing er meðan møti er. Mánakvøldið kl. 20 Kvinnumøti. www.ebenezer.fo Lívdin Týskvøldið kl. 20 Bønarløta í hølunum á Brekku 3, Hoyvík. www.livdin.fo KFUM og KFUK í Tórshavn Mánadagin kl. 15 í KFUK: Seinnapartsamkoman við, Guttorm Zachariasen Týsdagin kl. 16.30 í KFUK: Várgleði fyri børn og juniorar. Mikudagin kl. 19 í KFUM: Ten­sing kórið kemur saman. Mikudagur í KFUK: Drekkamuður eftir Føstugudstænastuna. Hósdagin kl. 19.30 í KFUK: Inge Lise Lollike sigur frá um altjóðakvinnubønardagin og hevur andakt. Øll eru vælkomin. Leygardagin kl. 19 í KFUK: Varðmenn hava veitslu. Mánadagin 22. feb. kl. 15 í KFUK: Seinnapartsamkoman við Emil Olsen presti 1. Pætursbræv. Filadelfia Tórshavn Mánakvøldið kl. 20 Bønarskúlin Mikudagin kl. 16.30 Bøn fyri Ísrael og býnum. Kl. 18 Delli. Kl. 20 Chill. Hóskvøldið kl. 20 Bíbliu­ undirvísing v/Ásu Lutzen. Evni: Ísrael. Leygarkvøldið kl. 21 Flare, Fríðtór Debes talar. Sunnudagin kl. 11 Morgun­ møti, Fríðtór Debes talar. www.filadelfia.fo Kedron, Vágar Møtir og tiltøk hjá samkom­ uni eru at síggja á heimasíðu okkara. Øll eru hjartaliga vælkomin í KEDRON til okkara møtir og tiltøk. Vitja heimasíðu okkara fyri at síggja hesi. www.kedron.fo Hevur tú ikki hendan møgu­ leikan, kunna tygum ogna tygum KEDRON­tíðindi. Verið hjartaliga vælkomin. Frelsunarherurin Vágur Mánakvøldið kl. 20 bønarløta Týsdagin kl. 9.30 ordið á borðið kl. 20 heimaforbundi. Missiónshúsið í Skopun Týskvøldið kl. 19.30 bønarløta. Kl. 20 bíbliutími 1. Kor. 12. kap. "Náðigávurnar." Øll eru hjartaliga vælkomin. Kollafjarðar Missiónshús Týskvøldið kl. 20 verður bíbiltími v/Dan Eliasen. Hóskvøldið kl. 19.30 verður bønarløta. Øll eru vælkomin. Hvalvíkar Missiónshúsið Missiónsvika Mikukvøldið kl. 20 Føstuguds­ tænasta við Sverra Steinhólm. Hóskvøldið kl. 20 Møtið við Regin Høgnisen Lorvík. Irena og Tummas syngja. Fríggjakvøldið kl. 20 Møtið við Hanus Lassen Klaksvík. Menn úr KFUM­K syngja. Leygarkvøldið kl. 20 Møtið við Gullak Hansen Tjørnuvík. Kingokóri syngur. Innsavnan fyri húsið. Sunnudagin Gudstænasta kl. 12 við Ingu P Dam altargongd. Familjumøtið kl. 15 við Miriam Dam Møtið kl. 18 við Símun Jacobsen presti. Streingjakórið úr Hvalvík syngur. Innsavnan til Heimamissións. Drekkamuður verður hvørt kvøld. Bønarløta er hvørt hvøld 1/2 tíma áðrenn møtini byrja. Øll eru vølkomin. Evangeliskt møti verður í Haldarsvík í bygdahúsinum leygarkvøldið kl. 20. Dánjal Gaardlykke talar. Nógvur sangur og fríður vitnisburður. Øll eru hjartaliga vælkomin. Kambsdalur, Handilsskúlin Týskvøldið kl. 20 Bønar­ og uppbyggingarmøti. Lívsins Orð, Saltangará Mánadagin kl. 17.30 Tim 5 Týsdagin kl. 17.30 Liljur Mikukvøldið kl. 19.30 Bønarmøti. Kl. 20.30 Ungdómsmøti. Soli Deo Gloria Mikukvøldið kl. 19 30 samlast gentu og dreingjabólkurin Hóskvøldið kl. 20 ungdómsmøti við Elisabeth Hvítklett Joensen Sunnukvøldið kl. 18 møti. Getsemane, Stangaskákið 1 Mánakvøldið kl. 20 bønarmøti. Týskvøldið kl. 19.30 bíbliutími. Hóskvøldið kl. 20.30 er møti við Christian Hedegaard. Fríggjakvøldið kl. 20 er møti við Christian Hedegaard. Leygarmorgun kl. 10 morgunbøn. Sunnukvøldið kl. 18 er møti. Barnamøti er samstundis. Hvønn gerandismorgun kl. 06.15 er morgunbøn. Missiónshúsið í Hvalba Missiónsvikan byrjar týskvøldið kl. 20 við Sverra Steinhólm. Streingjakórið í Porkeri syngur. Mikukvøldið kl. 20 møti við Henry Jarnskor. Streingjakórið av Tvøroyri syngur. Øll eru hjartaliga vælkomin. Missiónshúsið á Tvøroyri Týskvøldið kl. 20 verður bíbliutími og bønarløta. Aglow Suðuroy Fundur verður mánakvøldið í Skúlanum í Hvalba kl. 19.30. Inga Berntsen luttekur og biður fyri sjúkum. Allar kvinnur eru vælkomnar. Tilhaldið í Tórsgøtu tlf: 316491/286491 Teldupost: tilhald@torshavn.fo Opið er mánadag til fríggjadag kl. 09.00 – 17.00 Drekkamunnur er at fáa hvønn dag, eins og bløðini eru til taks. Mánadagur Kl. 14 Kortspæl og onnur spøl. OBS!! Nevndarval 12. mars. Veljast skulu 2 nevndarum­ boð. Uppskot til valevni skulu vera inni í seinasta lagi 8. mars í hugskotkassan í gongini í Tilhaldinum. Týsdagur Kl. 10 Vit syngja, Simme Jacobsen. Øll eru vælkomin. Kl. 14 Ferðafrásøgn og myndir úr Grønlandi við Juvel 11 2009. Marita og Leivur Guttesen. Øll eru vælkomin. Mikudagur Kl. 9 Maskinbinding, Marita Guttesen. Kl. 9 Veving, Joana Bjarnastein. Kl. 9 Bindiklubburin. Fyrireiking til jólasøluna. Kl. 9 Horn­ og beinarbeiði, Rasmus Nygaard. Støkk inn á gólvið og vita um hetta hevur tín áhuga. Kl. 10 Bindiklubbur. Kl. 10 ­13.30 Matgerð, Bjørk Hendriksen. Nøkur pláss eru. Tilmelding: 316491 Kl. 14 Túrur: Vitja fram­ sýningina á Náttúrugripa­ savninunum, Palli Askham, frásøgufólk. Øll eru hjartaliga vælkomin. Randi og Elisa­ beth, fysioterapeutar. Kl. 15 Fimleikur, Dánjal Húsgarð. Hósdagur Kl. 9­11.15 Bólkur 1, Tekstvið­ gerð grundskeið, Páll Poulsen. Bólkur 2, Tekstviðgerð víðkað skeið, Páll Poulsen. Bólkur 3, Leita og samskifta á alnótini, Páll Poulsen. Kl. 10 Fimleikur, Greta Ellingsgaard. Kl. 11 Lesibólkurin: Vit lesa: ”Bannað veri tíðaráin” Per Petterson. Hittast 25. feb. Vit halda til á bókasavninum. Øll áhugaði eru vælkomin. Kl. 14­16 Boccia í kjallaran­ um, Alma Poulsen. Fríggjadagur Kl. 9­17 Bindiklubbur. Kl. 10 Matgerð, Bjørk Hendriksen. Nøkur pláss eru. Tilmelding: 316491. Kl. 14­16 Prát. OBS Fimleikurin hjá Dánjali Húsgarð byrjar aftur 17. feb. Innbjóðing til móttøku frá borgarstjóranum Heðini Mortensen: Sera væleydnaða tiltakið: ”Jól í miðbýnum 2009” verður rundað av við eini móttøku fyri teimum, sum til gleði fyri øll løgdu tíð, stríð og hjarta í at fáa býin so hugnaligan og innbjóðandi sum gjørligt. Móttøkan verður í Mullers pakkhúsi fríggjadagin 19. febr. kl. 15.30 – 17.00. Tilmelding: 316491 áðrenn 17. feb. kl. 10.00 Tað er altíð ein krókur í Tilhaldinum - um tygum ikki fáast við nakað ítriv. Vit ynskja at øll skulu kenna seg vælkomin. Tilhaldið Hugnin í Sandoy hevur opið mánadag, mikudag og hósdag frá kl. 13 til 17. Allar dagarnar er drekkamuður at fáa. Øll eru hjartaliga vælkomin. heilsanir Góði fitti Teitur Hjartaliga tillukku við 4 ára føðingardegnum. Her hugnaði tú tær ordiliga og hevði tað stuttligt. Alt tað besta í framtíðini. Muss og klemm frá ommu og abba Góða fitta Emma Hjartaliga tillukku við 9 ára føðingardegnum í dag. Jesus pápi signi framtíð tína. Heilsan omma og abbi á Toftum Til Guðbjørg á Lofti Í dag fyllir henda fitta mamman. Tillukku góða systi og vælkomin í klubban. Kári Reynheim, tú fært eisini eina tillukkuheilsu frá mær. Bestu ynskir fyri framtíðina, Ynskir stórasysti við familju Góða elska Døgg Hjartaliga tillukku við 1 ára degnum í dag. Vit elska teg. Ynskja mamma og pappa Góða elskaða Rósa Hjartaliga tillukku á 3 ára føðingardegnum. Nú ert tú ein stór didda. Jesus pápi signi teg. Vit elska teg. Kærar heilsur mamma, Páll, Tóki og Eiler Gummi, eg leingist for illa eftir tær, at sita og hyggja eftir film og eta chips. Tillukku gumma og eg elski teg mega nógv. Natasha Góða elskaða Guðjørg systir og mostur Tillukku við tí stóra, stóra, stóra degnum tann 15. februar. Minst til, tað er bara eitt nummar........ (Yeah right!) Tú er eitt fantastiskt menniskja og vit elska teg fyri títt stóra hjarta, men nú hopa vit at tú tekur allan tann energi tú brúkar til onnur og projicerar hann inneftur og ger tađ besta fyri teg sjálva. Klók, ha? :­) Vit síggjast skjótt, muss og klemm Anita, Sam og Malaika