mánadagur 15. februar 2010síða 39
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 31 - 15. februar 2010
39
Frá astma-spreyi til tónleik
Simon Jaymes vaks upp í East Sussex í Onglandi. Sum ungur
sang hann í kór og íðkaði bardaga ítrótt. Astma-spreyið var tó
ongantíð langt burtur. Sum 16 ára gamal fekk hann av álvara
áhuga fyri tónleiki, og nú telist hann millum teir virdu singer/
songwriters í tónleikaumhvørvinum í London. Simon Jaymes
vitjar Rás2 og spælir live.
Føroyski sniðgevin í London
Føroyski sniðgevin Elisa Heinesen hevur seinnu árini búð og
virkað í London. Síðani 200 hevur arbeitt við at skapa klæði,
sum hon hevur sýnt fram í Europa, USA og í Fjareystri. Vit hitta
Elisu til eitt prát um móta, um at vinna fram uttanlands og um
heimlongsul.
Abbin hjálpti henni
at keypa gittar
Sum 14 ára gomul hevði Emma
Tricca gott eygað á gittara num hjá
systkinabarni sínum, sum hann
hevði fingið í føðing ardags gávu.
Men hann vildi ikki læna henni
gittaran, hóast hann ikki brúkti
gittaran. Tá ið hon fylti 16 ár gav abbi hennara henni pengar,
so hon kundi keypa gittaran frá systkinabarninum. Síðani hevur
hon vunnið fram sum fólkatónleikari. Hon hevur verið á
konsertferð í Bretlandi og aðrastaðni í Europa, og hesa vikuna
fer hon at spæla live á Rás2.
Í songini hjá Ahmadinejad
Á ferðini til London hevur Rás2 vitjað dýrasta og størsta rúmið á Hotel Hilton.
160 fermetrar av marglæti til 18000 krónur um døgnið. Vit práta yvir songina,
har Bil Gates, iranski forsetin, ST-aðalskrivarin og onnur góð fólk hava sovið.
Hvat ger Heidi?
Hon er kend sum eitt av okkara fremstu ítróttarfólkum. Hon
hevur tikið lut í altjóða svimjikappingum og vunnið gull og onnur
heiðursmerki. Nú býr Heidi Andreasen í London. Vit uppklára,
hvat hon tekst við har, og hvussu tað er við svimjingini.
Far ikki til Klaksvíkar
Hvussu ber tað til, at ein kanadiskur singer/song writer hevur
skrivað ein sang, sum hann kallar Don’t Go To Klaksvik. Vit
práta við Leif Vollebekk og fáa søguna um sangin, sum hevur
sín uppruna í eini heldur øðrvísi ferð í Føroyum – og einum
kiksaðum túri til Klaksvíkar.
Cap Dan í Heathrow
Hann starvast millum mongu flog før-
ini í Heathrow floghavnini og hevur
búð í enska høvuðstaðnum í fleiri ár.
Dánjal Rein greiðir frá, hvussu
arbeiðslagið er á einum av heims ins
størstu flog vøll um, og hvussu tað
er at hava før oysk an samleika í
einum av heimsins størstu
metro polum.
Burðardygg fiskivinna
Kjartan Hoydal hevur dagligu leiðsluna av felagsskapinum
NEAFC. Hann arbeiðir í London og hevur eisini fylgt gongdini
í málinum um føroysku hýsuna, sum er útihýst frá bretska
marknaðinum. Vit tosa við Kjartan Hoydal um fiskiskap, fiski-
dagaskipan og burðadygga veiðu.
Flogferð burturlutað
Rás2 og Atlantsflog burturluta í sambandi við sendingarnar úr
London eina flogferð til enska høvuðsstaðin. Fylg við í send-
ingunum gjøgnum vikuna og ver við í kappingini.
Streets of London
Rás2 hevur studio á føroysku Sendistovuni í London, men vit
fara eisini út á gøtuna við mikrofonini at gera reportasjur og
snodda til lívið í enska stórbýnum.
RÁS2 ÚR LONDON
Týsdagin ..........9-12 & 15-17
Mikudagin .......9-12 & 15-17
Hósdagin .........9-12 & 15-17
Fríggjadagin .....9-12