týsdagur 16. februar 2010síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Sosialurin 16. februar 2010
COPENHAGEN FASHION WEEK
Trendir, sum halda á
Nógv av tí, vit hava sæð í seinastu
kollektiónunum, heldur áfram í heyst
og vetur. Sumt kann nýtast júst,
sum vit hava gjørt, meðan okkurt
er broytt eitt sindur og kryddað við
nýggjum smálutum og litum.
Langar, klænar hálsketur
Vit hava sæð rættiliga nógv til oversize smúkkurnar
í seinastuni, men hjá fleiri sniðgevum vóru
smúkk urnar nú sera einfaldar, og hálsketurnar
skulu vera langar og klænar.
Tað harrakenda
Konufólk kunnu saktans lata seg í harrakend
klæði – og tað er ikki verri, um tey eru av tweed.
Klædn ingsbuksur, skjúrtur og blazarar vóru nógv
at síggja á Copenhagen Fashion Week.
Silki
Silkiblusur, -kjólar og -niðurdeilar. Tunt silki,
sum smýgur sær um kroppin, ella tjúkt silki, sum
fellir vakurt í draperingum. Silki er eitt mást í
heyst og vetur, og best um tað er í klassisku
litunum, hvít um, svørtum, húðlittum, gráum ella
myrkabláum.
Haremsbuksur
Sokallaði fredsekkurin er aftur, hóast hann ikki er
so síður, sum vit minnast hann frá 80'unum. Men
buksurnar skulu hava hangireyv, óansæð um vit
eru í chinos, jersey, denim ella silki.
Pelsur
Pelsur hevur verið tað heilt stóra hittið í vetur, og
tað heldur á komandi vetur. Vit síggja pelsjakkar
og -frakkar, húgvur, kragar, niðurdeilar, ja, alt
kann vera úr pelsi, og allir litir eru loyvdir.
Tað ráa
Hóast sera nógv av mótanum í vetur verður eyð-
merkt av tí klassiska og vakra, so heldur rái
stílurin tó eisini áfram við nittum í ølum pløggum,
leðrið og skrøddum denimbuksum.
Tað bundna
Tað bundna fekk eina endurreisn fyri nøkrum
árum síðani, og tað heldur enn. Fleiri av snið gev-
unum sýndu einstøk bundin pløgg.
Klassiskir litir
Klassisku litirnir vera eitt mást í seinna partinum
av 2010 og fyrra partinum av 2011. Svart, hvítt,
grátt, myrkablátt og húðlitt vera millum heitastu
litirnar.
Eydna Skaale
eydnaskaale@hotmail.com
Myndir: Beinta Haraldsen
Barbara í Gongini
Rützou
Barbara í Gongini
Rützou
Rützou
Rützou