Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-17, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. februar 2010síða 2

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 tíðindi Nr. 33 - 17. februar 2010 Eingin avtala um nýggja avtalu Á fundi í London í gjár royndu umboð fyri íslendsku myndugleikarnar at fáa eina tilsøgn frá bretum og niðurlendingum um at endurskoða avtaluna um Ice­ save­skuldina. Talsmaðurin hjá íslendska fíggjarmála­ ráðnum, Elías Jón Guðjónsson, sigur við fjølmiðlar­ nar, at fundurin var gagnligur, men at tað eydnaðist ikki at fáa nakra tilsøgn um nýggjar samráðingar. Partarnir hava heldur ikki avtalað nýggjan fund. Í Íslandi eru stjórnarsamgongan og andstøðan samd um at royna at fáa bretar og niðurlendingar at samráðast av nýggjum um Icesave­skuldina. Danska kreppan verður drúgv Tað fer at taka rúma tíð, til búskaparviðurskiftini í Danmark verða, sum tey vóru undan kreppuni. Eitt nýggj búskaparmeting hjá Dansk Erhverv sigur, at viðurskiftini verða ikki tey somu aftur fyrr enn í fyrsta lagi í 2012. Jens Brendstrup, sum er búskaparfrøðingur hjá Dansk Erhverv, sigur við DR, at í dag er danska bruttotjóðarframleiðslan fyri hvønn íbúgva tann sama sum í 2003. Harafturat kemur, at í ár fer talið á arbeiðsleysum at liggja um 145.000, og tað er eingin skjótur vegur burtur úr einari so djúptøknari kreppu, sigur Jens Brendstrup. Topografisku linjurnar í føroyakortinum skapa sínar egnu søgur í 45 smátekningum hjá Philippe Carré, sum verða at síggja í Galeri Focus fríggjadagin List Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Fyrsta myndin, listamaðurin Philippe Carré sá av Føroyum, var eitt sjókort av oyggjunum. Myndin hekk á glasinum í hurðini hjá ein­ um vinmanni í latínarakvart­ erinum í París. Kortið setti hugflogið í gongd, tankarnir fóru til ótrúligu ferðirnar hjá Odysseus, hjá Jules Verne og Hugo Pratt. Líka síðani hevur Philippe Carré verið hug­ tikin av teimum søgum, sum búgva í sjó­ og landa­ kortum. Serliga eru tað loyndarfullu topografisku strikurnar, sum veruliga kunnu fáa hugin á ferð, heldur hann. Kort fult av søgum Á nýggju framsýningini í Galerie Focus er tað føroya­ kortið, sum hevur givið íblástur til 45 smámyndir, teknaðar við blýanti, tusch og akryl á pappír. Saman mynda tekningarnar eina røð við heitinum »Skriva mær eina søgu«, men hvør sær ímynda tekningarnar eitt lítið univers í sær sjálv­ um. ­ Tankin um at fara inn í eina mynd og uppliva eina søgu hevur altíð hugtikið meg nógv, sigur Philippe Carré, sum heldur at landa­ kort her hava eini heilt ser­ lig evni at fáa hugin at reika. Tað síggja vit eisini ofta á gomlum landa­ og sjókort­ unum, har tey plagdu at tekna inn sjódrekar og hav­ frýr og ymiskt, sum tey ímyndaðu sær hoyrdi til tey støðini kortini avmyndaðu, minnir hann á. ­ Men kort kunnu í sær sjálvum longu vera full av hesum skapningum, um tú bara hyggur nærri ella á ein øðrvísi hátt, tí søgurnar liggja eisini goymdar í landakortunum. Tað valdast hvørjar strikur og formar tú hyggur at, hvørjar søgur tú hevur hug at siga frá. Vit samanbera altíð tað ókenda við tað vit kenna, síggja kendar formar aftur í hurli­ vasanum, sigur Philippe Carré. Á ein hátt kanst tú saman­ bera hetta við at framkalla myndir, heldur listamaðurin. Tá ein fotografur arbeiðir í myrkakamari kann hann stýra ljósinum og hitanum, so at hann fær júst tað fram á myndunum, sum hann vil hava, og so nógvar ella so fáar detaljur, sum hann hev­ ur hug til. Hóast negativið kanska er miseydnað, kann hann lokka tað, sum liggur fjalt í myndini, fram við einum sindri av eyka ljósi og heitari luft. Detaljur geva lív Nakað soleiðis hevur Phil­ ippe Carré eisini arbeitt við støðum á føroyakortinum, sum hava loyvt honum at koma allan vegin runt um myndevni. Í myndunum leitar hann ofta eftir sam­ bandinum millum menn­ iskja og náttúru, ella menn­ iskjanum sum part av nátt­ úruni ­ og øvut. ­ Í grundini er tað rættiliga óvanligt, at eitt so modernað fólk livir so tætt at náttúruni, sum tey gera í Føroyum. Tí er tað eisini rættiliga eyð­ sæð at brúka menniskja og náttúruna her í eini listar­ ligari heild, heldur hann. ­ Føroyakortið er óvanliga áhugavert sum íblástur, tí topografisku strikurnar eru so tættar og hava so nógva rørslu í sær. Tær geva mær alt tað tilfarið, eg kann ynskja mær til at skapa mín egna lítla heim. Men alt er ikki bert hugflog, tí nýggju formarnir vaksa framvegis úr strikunum á kortinum, greiðir Philippe Carré frá. Tí hava myndirnar eisini sama navn, sum staðið á kortinum. Og hyggur tú gjølla, kennir tú uttan iva okkurt fjall, ein dal ella eina bygd aftur. Og tú verð­ ur noydd at hyggja gjølla, tí myndirnar máta bert 10 ferðir 10 sentimetrar. ­ Eina stóra mynd sært tú, eina lítla hyggur tú at. Á stórum myndum sært tú ofta fyrst og fremst formar og skap, meðan smáar myndir noyða teg at hyggja at detaljunum. Og tað eru oftast detaljurnar, sum geva eini mynd sítt egna lív, sigur listamaðurin, sum hevur brúkt fleiri vikur um onkra av evarsmáu tekningunum. Framsýningin letur upp fríggjadagin klokkan 16. Føroyakort íblástur til listaverk Tað eru oftast detaljurnar, sum geva eini mynd sítt egna lív, sigur listamaðurin, Philippe Carré, sum hevur brúkt fleiri vikur um onkra av evarsmáu tekningunum