mikudagur 17. februar 2010síða 4
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 33 - 17. februar 2010
Ísland sett uttanfyri
Í næsta mánaði verður fundur í Quebec í Kanada millum
strandarlondini í økinum kring Norðpólin. Tað er kanad
iski uttanríkisráðharrin, Lawrence Cannon, sum hevur
sent Noregi, Russlandi, USA og Danmark (vegna Grøn
land) fundarboð, men hetta landavalið er ikki fallið í góða
jørð í Íslandi. Össur Skarphéðinsson, uttanríkisráðharri
(myndin), segði við kanadisku tíðindastovuna CBC í gjár,
at eftir hansara tykki áttu Ísland, Svøríki og Finnland
eisini at havt fingið fundarboð. Inuittarnir í Norðurkanada
hava sent kanadisku stjórnini mótmæli, tí teir sleppa ikki
við á fundin, skrivar CBC.
Kunnu eggja til neyðtøku
Meiri enn helmingurin av kvinnunum í Bretlandi halda, at nógvar
kvinnur, sum verða neyðtiknar, hava sjálvar skyldina av tí. Tað er
eitt av úrslitunum av einari meiningakanning millum bretskar
kvinnur, sum eru í aldrinum millum 18 og 50 ár. Umleið 20
prosent siga, at kvinnur, sum fara til hús við einum manni, mugu
átaka sær ein part av ábyrgdini, verða tær neyðtiknar. 12 prosent
av teimum spurdu siga eisini, at kvinnur, sum tøla menn við
eggjandi dansi, hava medábyrgd, um tað endar við neyðttøku.
Bretskir felagsskapir halda, at 95 prosent av neyðtøkunum har
verða duldar.
Magni Laksáfoss,
ting maður fyri
Sambandflokkin,
metir, at orsøkin til,
at samgongan ikki
gongur í takt, er, at
onki er at ganga í
takt um. – Vit hava
einki felags mál, sum
vit stremba eftir at
fremja, sigur hann
í kjalarvørrinum
av, at løgmaður í
gjár inniliga heitti
á samgongulimir at
ganga í takt
politikkur
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
– Tað kann gott vera, at tað
búskaparliga er ein trupul
leiki, men tað er ein minst
líka stórur trupulleiki, um
vit ikki í hesum tíðum,
eisini í samgonguni, megna
at lyfta í felag. Og tá meini
eg við, at vit halda okkum
til tær ætlanir, sum sam
gongan ger, og at øll tey
fólk, sum eru innanfyri
sam gonguna royna at hava
eina felags línu.
– Tað eisini ein innilig
áheitan, at vit fara eftir ein
um felagsmáli. Tað er eitt
veldugt arbeiði í sær sjálv
um, segði Kaj Leo Jo hanne
sen, løgmaður og formaður
í Sambandsflokkinum, á
tíð indafundinum um lands
stýrisseminarið á Gjáargarði
í gjár.
Men Magni Laksáfoss,
tingmaður fyri Sambands
flokkin, sum upp til fleiri
ferðir hevur traðka aðra
staðni
enn
formaðurin,
eftir lýsir einum máli at
ganga í takt um.
– Høgni Hoydal spurdi í
tinginum, um nakað mál er,
sum er so avgerandi, at tað
kann koppa samgonguni.
Løgmaður svaraði, at tað
var tað ikki.
– Eg heldi, at ein sam
gonga má hava nøkur kardi
nalmál – orsøkir til at vera
saman – sum hava avgerandi
týdning fyri samgongu
samstarvið og sum øll í
sam gonguni stremba eftir
at fremja, sigur Magni
Laksáfoss.
So onki avgerandi mál
er?
– Tað sigur løgmaður.
Onki mál
Á tíðindafundinum í gjár
greiddi Kaj Leo Johannesen,
løgmaður frá, at hann hevði
30 síður av við málum, sum
samgongan arbeiðir við.
Harumframt hevur løg
maður fleiri ferðir lagt dent
á, at eitt aðalmál er at minka
um hallið á fíggjarlógini.
Men Magni Laksáfoss
heldur ikki, at hesi mál hava
nakað við veruleikan at
gera.
– Hví tók mann so og
vaks um hallið fyri verandi
fíggjarlóg?,
spyr
sam
bandstingmaðurin.
Hann leggur afturat, at
eitt dømi um avgerandi
poli tikk kundi verið, at
samgongan bleiv samd um
at gera ein fiskivinnupolitikk
og at minka um útreiðslurnar
í almenna rakstrinum.
– Fólkaflokkurin kundi
kanska verið við til ein
fiski vinnureform, og Javn
aðarflokkurin kundi tolt ein
niðurskurð í almanna sek
torinum, um tað varð gjørt
samstundis, og press var
lagt á, men tað verður tað
ikki. Tað sama er galdandi
á nógvum økjum, sigur
Magni Laksáfoss.
– Problemið, sum eg
síggi tað, er ikki at fólk ikki
ganga í takt. Problemið er,
at onki er at ganga í takt
um.
Onki konkret
Um úrslitið, sum varð lagt
fram á tíðindafundinum við
Gjógv í gjár, er Magni
Laksáfoss eisini avgjørdur.
– Hatta var ikki konkret
nokk til at hava nakrar við
merkingar um tað. Eg veit
als ikki, hvat tey eru blivin
samd um, og andstøðan fær
ikki ein gong lopið á tað,
sum varð sagt. Tað sigur
kanska nokk so nógv, sigur
samgongulimurin.
Men hann heldur eisini,
at tað næstan kann gera tað
sama, hvat formenninir í
flokkunum tosa um í dag, tí
tosið um tiltøk er tað sama í
dag, sum tað var somu tíð í
fjør.
– Hví skal nakar trúgva,
at nakað verður gjørt nú, tá
onki varð gjørt til hesa
fíggj arlógina? Vit høvdu
ein Ólavsøkupakka, men
tað gingu nakrir fáir mán
aðir, so var tað gloymt.
Orð ið er so taknemiligt,
sigur Magni Laksáfoss.
Hann leggur afturat, at
tað veruliga sýnist, at sam
gongan bara er saman fyri
at sita, tí enn saknar hann,
at nakað mál er at vera
saman um.
Eg havi onki at ganga í takt um
Kaj Leo Johannesen, formaður í Sambandslflokkinum og
løgmaður, heitir á samgongurlimir at ganga í takt
Magni Laksáfoss, tinglimur fyri
Sambandsflokkinum, veit ikki,
hvat hann skal ganga í takt til