mikudagur 17. februar 2010síða 6
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 33 - 17. februar 2010
Hølini hjá útibarna
garðinum í Trongis
vági eru fyribils
stongd, meðan tey
vera reinsað fyri
blámusopp
Heilsa
Randi Jacobsen
randi@sosialurin.fo
Týsdagin
varð
avgerðin
tikin um at steingja hølini
hjá útibarnagarðinum hjá
Tvøroyrar
kommunu.
Barnagarðurin hevur høli í
kjallaranum í skúla- og
ítróttarhøllini í Trongisvági.
Tað byrjaði, at starvsfólk
gramdu seg, tí tey høvdu
verið sjúk og høvdu illgruna
um soppavøkstur.
Starvsfólkini
fingu
skundað undir at fáa kann-
ing gjørda, og nú er staðfest,
at har er blámusoppur.
Kommunan hevur havt
fund fyri foreldraumboini,
sum hava fingu frágreiðng
um, hvussu vorðið er.
Ein leki
Tað vísti seg, at eitt rør í
kjallaranum hevur likið, og
hildið verður, at soppurin
stavar frá tí lekanum.
Kommunan hevur eisini
gjørt mátingar, og royndir-
nar verða sendar Dansk
Teknologisk Institut.
Nú verður lekin tettur, og
tá ið hølini ru reinsað, verða
gjørdar nýggjar mátingar.
Útibarnagarðurin heldur
nú til í forhøllini í skúla- og
ítróttarhøllini
og
hevur
eisini fingið eina aðra stovu
at vera í.
24 børn ganga í barna-
garðinum.
Malla Dam, forkvinna í
sosialu nevnd og Kristin
Michelsen,
borgarstjóri
halda ikki nakran vanda vera
fyri, at soppurin hevur breitt
seg uppeftir í bygniningum.
Soppavøksturin er heldur
ikki so nógvum sum eitt nú í
skúlanum á Giljanesi.
Børn hava verið sjúk
Sum nevnt vóru tað starvs-
fólk, sum gjørdu vart við
illgruna sín um soppa-
vøkstur. Nú aftaná hava
nøkur foreldur sagt, at børn
teirra hava havt ilt í høvdi-
num, ilt í hálsinum og havt
mist málið. Slíkt, sum
kundi bent á soppavøkstur,
sigur Malla Dam.
Arbeiðseftirlitið
er
kunnað um støðuna, men
stovnurin fer ikki upp í
málið, tá ið kommunan
longu er farin at tetta lekan
og síðan fer at reinsa hølini.
Við at flyta børnini út úr
hølinum, hevur kommunan
borið seg rætt at, sigur
Arbeiðseftirlitið.
Blámusoppur í barnagarðinum
Pensjón til fiskimenn
Í Grønlandi er fiski- og veiðimannafelagið KNAPK
farið undir ar kanna møguleikarnar fyri at útvega
sínum umleið 2.400 limum eina pensjónsskipan. Tað
verður gjørt í samstarvi við arbeiðsgevarafelagið eftir
einari avtalu, sum partarnir gjørdu fyri stuttum. Felagið
hjá teimum grønlendsku fiski- og veiðimonnunum er
meiri enn 50 ára gamalt, men kortini hevur felagið
onga pensjónsskipan fyri limirnar. Formaðurin, Leif
Fontain (myndin), ásannar fyri KNR, at tíðin er komin
til at fáa limunum eina tílíka skipan.
Ísland fær samráðingar
Tann 24. februar fer ES-nevndin at hava fund, og millum
málini á dagsskránni er tann íslendska umsóknin um sam-
ráðingar um limaskap í samveldinum. Tíðindastovan Reuters
skrivar frá sínum keldum, at nevndin fer at mæla samveldi-
num til ar taka upp samráðingar við íslendingar. Tíðinda-
stovan endurgevur íslendskar myndugleikar fyri at hava sagt,
at samráðingar um limaskap fara at taka millum 12 og 24
mánaðir. Tann 16. juli í fjør samtykti Altingið við teprum
meiriluta at søkja um limaskap í ES. Tá roknaði stjórnin við,
at samráðingar um limaskap kundu byrja tíðliga í ár.
Portørarnir í verkfalli
játta at fara eftir
sjúklingum, sum
skulu leggjast inn.
Men teir nokta at flyta
fólkini heimaftur.
Úrslitið er, at fleir
viðgjørd fólk eru á
Landssjúkrahúsinum
Verkfall
Randi Jacobsen
randi@sosialurin.fo
Verkfallið hjá portørunum
á Landssjúkrahúsinum fær
fleiri og fleiri avleiðingar.
Nú eru posarnir av skitn-
um klæðum og brturkasti
so nógvir, at leiðslan er
trongd upp í ein krók.
Allan fyrrapartin hevur
leiðslan sitið á fundi og
skuldi koma við onkrum
útspæli, men tað eydnaðist
ikki at fáa nakran í talu
vegna fundarvirksemi.
Sambært
portørunum
ætlað leiðslan týsdagin at
áleggja trimum yvirlæknum
at fáa skitnu klæðini í vask,
men portørarnir søgdu nei.
Leiðslan vísit til eitt
danskt skriv, har stendur, at
skitin klæðir mugu ikki
longur enn tveir dagarnar,
men í føroysku reglunum
stendur einki dagatal, og
portørarnir halda seg til
føroysku reglurnar, sigur
Rani í Líð, álitismaður hjá
portørunum.
Síðan verkfallið byrjaði
fyri 12 døgum síðan, hava
portørarnir í fleiri førum
flutt sjúklingar á Lands-
sjúkrahúsið.
- Sjálvandi liggja vit kki
fólk liggja og líða, men tá
ið tey eru liðugt viðgjørd,
má onnur loysn fáast. Tað
er ikki bráðfeingisarbeiði,
sigur Rani í Líð.
Yvir
fyri
portørunum
hevur leiðslan gramt seg
um, at so nógv liðug við-
gjørd fólk eru a Lands-
sjúkrahúsinum, og at hetta
hevur plásstrot við sær.
Svarið hjá portørunum
var, at er plásstrot, ber til at
lata stongdu deildina A3
upp og hýsa fólki har.
Sjúkrahúsið fyllist við fólki
Útibarnagarðurin heldur til í høllini í Trongisvági
Landssjúkrahúsið
fyllist við skitnum
klæðum, burturkasti
og fólki, sum ikki
verða flutt heim