Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-18, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. februar 2010síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 tíðindi Nr. 34 - 18. februar 2010 Brennistøðin á Haga­ leiti tók í fjør tók í fjør móti 8 prosentum minni av burturkasti samanborið við árið fyri Burturkast Randi Jacobsen randi@sosialurin.fo Meira enn tríggir fjórðingar av burturkastinum verða brend. Í 2009 tók IRF ímóti 113.000 rúmmetrum at brenna. Tað vóru 8 prosent færri enn í 2008. Brennistøð­ in á Hagaleiti varð umvald frá januar til apríl. Hóast hetta vóru 14.765 tons brend á Brennistøðini. Støðin veitti 15.757 MWh av fjar­ hita, sum er góðar 2.000 MWh minni enn árið fyri. Í fjør tók IRF ímóti 30.400 rúmmetrum av tilfari, sum varð sent aðrar staðir at end­ urvinna. Tað er ein minking upp á 4,2 prosent. Tað snýr seg um pappír, papp, plast, jarn og metal. Hetta er 21 prosent av samlaðu nøgdini av burturkasti, sum IRF fær. Harafturat vóru 1.430 rúm­ metrar av reinsaðari spillolju brúkti til hitaveiting í Før­ oyum. Millum eitt og tvey pro­ sent av burturkastinum hava verið tyrvd tey seinastu árini. Tað er ikki bara gott fyri brennistøðina, at nøgdin av burturkasti minkar. Stóra afturgongdin stavar frá vinnuvirkjunum, sum høvdu minni at tveita burtur, o.g inntøkurnar hjá IRF minkaði tí samsvarandi. Nógv minni burturkast Klokkan 10 í morg­ un møttu Starvs­ mannafelagið og lønardeildin hjá Fíggj­ armálaráðnum á fundi við semingsmenninar Verkfall Randi Jacobsen randi@sosialurin.fo Mikudagin var ovboðið á Landssjúkrahúsinum. Tá vóru rúgvurnar av skitnum klæðum og burturkasti vorðnar so stórar, at leiðslan helt tað vera óforsvarligt at lata standa til. Samstundis fyltist sjúkra­ húsið fyri hvønn dag við við­ gjørdum sjúklingum, sum portørarnir ikki vildu flyta heim. Boðini um støðuna fóru til Heilusmálaráði og til lønar­ deildina á Fíggjarmálaráð­ num, og Fíggjarmálaráðið vendi sær beinanvegin til teir báðar semingsmenninar Jógv­ an Amonsson og Alfred Peter­ sen og bað teir um at gera eina nýggja semingsroynd. Áðrenn semingsmenninir kallaðu partarnar inn, høvdu teir fund við partarnar. ­ Vit halda nú møguleikar vera fyri at loysa ósemjuna, segði Jógvan Amonsson við Sosialin, áðrenn hann fór á fundin klokkan 10 í dag. Treytað avlýsing Av tí at støðan á Landssjúkra­ húsinum varð so ørkymlandi, heitti Fíggjarmálaráðið á portørarnar og Starvsmanna­ felagið um at avlýsa verk­ fallið, og tað játtaði Starvs­ mannafelagið bæði fyri at rætta hondina út og í ásann­ anini av, tað ikki bar til í longdini við óhumskuni á Landssjúkrahúsinum. Verkfallið varð sostatt avlýst klokkan 10 í morgun, men treytin fyri at avlýsa tað fullkomiliga var, at semings­ royndin gevur úrslit. Eydnast semingsroyndin ikki, verður verkafllið avlýst. Ikki bar til í dag at fáa nakra viðmerking frá Selmu Ellingsgaard, forkvinnu í Starvsmannafelagnum, tí semingsmenninir hava givið sáttmálapørtunum munn­ kurv. Aftur til samráðingar Klokkan 10 í morgun møttu Selma Ellingsgaard, forkvinna í Starvsmannafelagnum og Snorri Fjalsbak, stjóri á lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum saman við sínum fólkum á fundi á Hotel Føroyum á fundi við semingsmenninar Jógvan Amonsson og Alfred Petersen Mynd: Jens Kristian Vang Avlagað bankakapping Tað er neyðugt at kanna, um hjálpin, sum evropeiskir bankar hava fingið í sambandi við fíggjarkreppuna, er avlagandi fyri kappingina á fíggjarmarknaðinum. Tað er niðurstøðan í einari nýggjari frágreiðing hjá stovninum Centre for Economic Policy Research, sum heldur til í London. Í frágreiðingini stendur beinleiðis, at tað, sum er hent í seinastuni, hevur elvt til stórar trupulleikar, hvat kappingarevninum hjá teimum einstøku bankunum viðvíkur. Fleiri búskaparfrøðingar hava skotið upp, at ES­nevndin eigur at taka stig til at kanna, hvussu teir almennu bankapakkarnir hava ávirkað innanhýsis støðuna í fíggjarmarknaðinum. Minni út og minni inn Eins og her hjá okkum minkaðu útflutningsvirðið og inn­ flutningurin í Grønlandi í fjør samanborið við árið fyri. Grønlendska kringvarpið sigur, at útflutningurin av rækj­ um, toski og svartkalva var góðar 400 milliónir krónur minni í fjør enn í 2008, og tað verður tulkað sum eitt úrslit av altjóða fíggjarkreppuni. Eitt annað tekin er, at grøn­ lendski innflutningurin í fjør var góðar 340 milliónir krón­ ur minni enn árið fyri. Palle Christiansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sigur, at gongdin er ein beinleiðis avleiðing av altjóða kreppuni, men at ríkisveitingin ger, at kreppan fær ikki so stóra ávirkan í Grønlandi.