Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-03-15, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. mars 2000síða 13

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 tíðindablaðið sosialurin Nr. 52 - 15. mars 2000 24 tíðindablaðið sosialurin Nr. 52 - 15. mars 2000 5 ferðir um vikuna GEVIÐ GÆTUR: Bert heilsanir, skrivaðar á henda lepan og goldnar frammanundan við 25,- kr. í ❑ frímerkjum, ❑ krossaðum kekki fáa innivist í blaðnum. Til ber eisini at lata okkum lepan og gjald í avgreiðsluni á Argjavegi 26, millum kl. 8.00 og 16.00. Myndaheilsanir skulu vera okkum í hendi á miðdegi 2 dagar fyri útkomudag. Viðmerkið annars niðanfyri, um heilsanin ynskist í blaðið ávísan dag. ❑ Týsd. ❑ Mikud. ❑ Hósd. ❑ Fríggjad. ❑ Leygard. ––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– Tekstur: …………………………………………………… ……………………………………………………………… ……………………………………………………………… ……………………………………………………………… ……………………………………………………………… ……………………………………………………………… MYNDINA AFTUR: Minnist til at skriva navn og bústað aftanfyri á myndina og at leggja við ein frankeraðan brævbjálva við navni og bústaði. Um neyðugt fyri arbeiðsgongdina, taka vit okkum rætt til at fáa heilsanina í blaðið annan dag, enn tann ynskta. ––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– Sent hevur (skal fyllast út). Navn: ………………………………………………… Bústaður: …………………………………………… Bygd/býur: ……………………… Tlf.: …………… Sendið lepan, mynd og gjald til: Tíðindablaðið Sosialurin Postsmoga 76, 110 Tórshavn Merkið bjálvan: »NØVN NÚ« ✁ ✃ 25,- kr. Heilsanir Hey okkara elskaði babba og maður Ja, nú er gott at fáa teg heim aftaná at tú hevur veri› 3 mán- a›ar umbor› á »Kathrine Sif«. Hjartaliga, hjartaliga vælkomin heimaftur. Ta› er ordiliga »well« at hava teg aftur ímillum okkum. Heilsan børnini og konan Góða Kjarta Hjartaliga tillukku vi› 20 ára degnum sum var 7.2. Betur seint enn ongantí›. Vaska nú. Ynskja S. og P. Góða kera, fitta, søta Torgunn Hjartaliga tillukku vi› 17 ára degnum tann 12.3. Hopi tú hev›i ein gó›an dag. Muss og klemm, heilsan A Góða Barbara Hjartaliga tillukku vi› 8 ára degnum. Ynskir besta vinkona tín Gurið Góða Hanna Tillukku vi› 19 ára degnum. Minnist tú hendan gó›a dagin í Legoland, Ynskja mamma, pápi og Krista Góða Gerda Hjartaliga tillukku vi› fø›ingardegnum i› var 13. mars. Jesus pápi signi framtí› tína. Ynskja omma og abbi Góði elskaði Jón Hjartaliga tillukku vi› 1 ára fø›ingardegnum 13.3. Her eru tit fittir, tú og systkinabarni› Karl. Vit elska teg. Bestu heilsanir frá ommu, abba, mostir og mammubeiggja Elskaði Jón Vit øll í húsinum ynskja tær hjartaliga tillukku á tínum 1 ára fø›ingardegi, i› var 13.3. Vit elska teg, Hákun Góði elskaði Jón Hjartaliga tillukku vi› 1 ára fø›ingardegnum 13.3. Jesus pápi signi framtí› tína. Ynskja mamma og babba Góði mammubeiggi og ommubeiggi Vit ynskja tær hjartaliga tillukku á tínum fø›ingardegi tann 14.3. Kærastu heilsanir frá okkum øllum, Hákun og Jón Góði fitti Jón Hjartaliga tillukku vi› 1 ára fø›ingardegnum 13.3. Takk fyri títt fitta smíl. Ynskir mostir Góði Jón og Haldur Vit ynskja tykkum hjar- taliga tillukku á 1 ára fø›ing- ardegn um 13.3. og 56 ára degnum 14.3. Kærastu heilsanir frá okkum øllum, Mathias og Karl Góða Susanna Hjartaliga tillukku vi› 20 ára degnum 14.3. Alt gott framyvir ynskja vit 2 á Argjaboðagøtu 12 Góða Angela Hjartaliga tillukku vi› 9 ára fø›ingardegnum 15. mars. Jesus pápi signi framtí› tína. Allarbestu heilsanir frá mammu og babba Góða Angela Hjartaliga tillukku vi› 9 ára fø›ingardegnum 15. mars. Vit gle›a okkum til fø›ing- ardagin. Allarbestu heilsanir, Sólvá og Heidi Elskaða Súsanna Hjartaliga tillukku vi› 11 ára degnum. Altí› ert tú líka røsk. Vit elska teg. Mamma, babba og Kiki GUITARI TIL SØLU Ein Ibanez, lítið brúktur, og er í góðum standi. Nýprís- ur 4.500,- til sølu fyri 2000 kr. Tlf. 317354 eftir kl. 18, Uni KOMPLET BILANLEGG Pioneer radio/fløguspæl- ari, Pioneer forsterkari 70 w x 2, Pioneer equalizer og eitt par av super Sony hátalarum 3000,- kr. Tlf. 318700 ella 243224 Út- & Sjónvarp BILANLEGG Eitt gott Clarion DRX 6575 Rz til sølu. CD + radio v/4 x 14 watt (rms 1%) for- sterkara. 1 ára garanti. Selist fyri ca. 2.500. Ring 319969 ella 23344627, Høgni FORSTERKARI Ein Soundstream Rubicon 405 (5/3 kanalir) til sølu fyri 3.500,- Hevur 4 x 50 + 1 x 150 w ella 2 x 100 + 1 150 watt. Tlf. 319969 ella 23344627, Høgni PARABOL TIL SØLU vegna flyting (Finlux) við tveimum skálum, 2 digital høvd + 2 x 15 m. leidning- ur, alt fyri 5.000 kr. Tlf. 333955 SJÓNVARP TIL SØLU 20" Philips sjónvarp til sølu fyri 800 kr. Tlf. 319795 Ymiskt ALTANHURÐ Eik v/ rúti, karmmát: 95 x 212, bíliga til sølu. Tlf. 282116 ÁRLIGI MARKNAÐAR- DAGURIN í Sjónleikarhúsinum verður 1. april. Hava tygum eitt- hvørt at lata taka við fegin ímóti 18. og 25. mars kl. 13-16. Eisini kunnu vit heinta ting. Ring 311132 ella 217510 BASARUR Í KVÍVÍK 7. mai fara vit aftur at hava basar. Tí heita vit á tykk- um, um at hugsa um okk- um. Vit vóna, at undirtøkan verður eins góð sum sein- ast. K.S.R. Glæman, Skótarnir BORÐTENNIS eitt vælhildi borðtennis borð ynskist til keyps. Skal hava hjul undir. Tlf. 314268 BRENNIOVNUR Óbrúktur brenniovnur til sølu. b. x h. x d: 60 x 45 x 55 + fótur. Tlf. 310436 eftir kl. 17.30 EFTIRLÝSING! Er tað nakar ið eigur uml. 30 fermatrar av loftklædn- ingi at selja mær. Tlf. 317139 EIN MOTOROLA Micro Tac PRO NMT 900, við tasku, eykabattarí, rist- ara, bil- og inniløðara, til sølu fyri 1.000 kr. Tlf. 449045 ella 283753 EIN TRØÐ í Miðvági til sølu fyri 210.000 kr. ella um hægri boð fæst. Bill.mrk.036790 EITT Nintendo 64 tv-spæl við øllum til sølu. Tlf. 456757 FARTELEFON TIL SØLU Ein Ericsson GF-768 GSM fartelefon við tasku og ladara. Lítið brúkt. Tlf. 320525 eftir kl. 18.30 FERÐ FYRI TVEY Vel millum Athen, Evia, London, Nice, Paris, Vene- dig, til sølu við stórum av- sláttri. Tlf. 311105 FORSTØRRILSISTÓL til framkalling av myndum ynskist. Tlf. 441680 FRÁ STRÁLUNI Vit sóknast eftir tveimum kvinnum at rógva við Strál- uni. Tlf. 447239 ella 442198 GSM telefon, Nokia 8810. Tlf. 219293 GSM FARTELEFON bíliga til sølu. Ein Siemens C-25 fartelefon við dual- band, 100 tímar standby, 5 tímar talutíð. Vekt: 30 gr. mát: 116 x 46 x 28. Ný- prísur: 1.890,- tín prísur: 1.300. Tlf. 312602 GSM FARTELEFON Ein Simens C25 við ladara til sølu fyri 1.300 kr. Bert 2 mðr. gomul. Tlf. 221038 HANDTØK 12 bronsulitaði »antik- look« handtøk til skuffur ella skápshurðar til sølu. Prísuppskot 200 kr. Tlf. 315474 eftir kl. 16 KAPPRÓÐUR 2000 Áttamannafarið „Skúgvur“ kann lánast áhugaum felag til kappróður fyri árið 2000. Treytir v.m. ring tlf. 212422 SKÁPSHURÐAR TIL KØK Ca. 25 skápshurðar »gam- mel eg«, hill til eimhettu og listar, fýra undirskáp, eitt nýtt skáp við stálvaski og bakka, bíliga til sølu. Tlf. 313456 TECHNISC SB-T40 Driftseffekt: 3,2 W, impe- dans 8* klemmer. Vedv. belastn. 60 W Mus. Be- lastn. 90W. Frek.: 40- 35.000 Hz, 48L, 3-vejs, Bas 22 cm. Mellemt. 5,2 cm. Diskant 2,8 cm. h x b x d: 83 x 28,5 x 25,5 cm. 13,5 kg. Pris: 2.000 kr. Tlf. 448506 TRAPPA YNSKIST TIL KEYPS Eiga tit eina trappu at selja mær? Um so er, ring tlf. 315152, best aftaná kl. 18 ÚTHURÐ ynskist til keyps. Karm mát 90 x 200 cm. Tlf. 316299 ÚTHURÐ YNSKIST TIL KEYPS Eiga tit eina úthurð at selja mær? Um so er, ring tlf. 315152, best aftaná kl. 18 VINDEYGA YNSKIST Hevur nakar eitt vindeyga at selja mær, helst eitt hus- morvindeyga. Tlf. 373194 VINDEYGU Nøkur góð vindeygu, dup. glas, ymiskar støddir. Verða seld bíliga. Tlf. 282116 Virkisráðgeving Spf Virkisráðgeving Spf Leiðsla - Búskapur - Marknaðarføring - Rekruttering - Góðskuskipanir Heimasíða: http://www.konsult.fo Marknaðar-/søluleiðari Fyri eina fyritøku á Skálafjørðinum søkja vit eftir dugnaligum fólki til at taka sær av marknaðarføringini. Fyritøkan er ein størri handilsfyritøka, sum selur og veitir tænastur til fyritøkur og persónar í øllum landinum. Starvið, ið er sera fjølbroytt, fevnir í høvuðsheitum um fylgjandi arbeiðsuppgávur: at skipa marknaðarføringina hjá fyritøkuni at tilrættisleggja lýsingarátøk at standa fyri gerð av sølufremjandi tilfari so sum faldarum og lýsingum at aktivt seta seg í samband við møguligar kundar bæði skrivliga og við kundavitjanum at hava samskifti við kundar, sum venda sær til fyritøkuna at veita verandi kundum eina góða ráðgeving og tænastu Vit leita eftir einum persóni, við góðari handilsligari útbúgving serliga við atliti at marknaðarføring, sameint við gott hugflog, ágrýtni og arbeiðssemi. Tað krevst, at tú dugir og dámar væl at arbeiða sjálvstøðugt og ikki er bangin fyri nýggjum avbjóðingum. Á tí tekniska økinum vænta vit at tú hevur hollan telduførleika, og at tú dugir at nýta tey mest vanligu telduforritini. Løn og setanartreytir annars verða sambært avtalu við arbeiðsgevara. Umsóknir verða sendar skjótast gjørligt, og í seinast lagi fríggjadagin 31. mars 2000 til: Virkisráðgeving Spf. Boks 26, 600 Saltangará. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Virkisráðgeving Sp/f, tlf. 44 95 91 og tosa við Símun Hammer. Umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Marknaðarføring Søluarbeiði       Tann 23. januar andaðist Poul Martin Joensen 79 ára gamal. Ikki tí, bert fyri tveimum árum síðani var hann fermur sum ein unglingi, og lættur á føti. Men tá fekk hann ringa sjúku, og tað gekk bara tann eina vegin. Sum hann sjálvur segði: Nú gekk tað heimeftir. Hann var mittastur av trimum brøðrum. Sigurd, tann eldsti fór fyri fáum árum síðani, og nú Poul Martin. Hjalmar er enn virkin sum góðskumetari, hóast hann er farin um pensjónsaldur. Hanna og Poul Martin fingu 5 børn: Arnhold á Oyri, Hilmar á Skála, Malena í Danmark, Eli- bert í Fuglafirði og Er- ling, sum býr í Canada. Hesi eru øll væl undan- komin og hava givið honum abba- og langa- bbabørn, sum nú vóru hansara gleði. Poul Martin var sjó- maður í ungum árum, og tá íð hann legðist uppi, varð hann vrakari og vrakieftirlitsmaður. Men hann var virkin á so mongum økjum. Hann var røktingarmaður, átti seyð sjálvur, og sporini vóru sum sagt løtt til fyri stuttum. Íðin kirkjumaður var hann og deknur í eini 25 ár. Nærlagdur og altíð væl fyrireikaður. Eisini var hann trúgvur missi- ónsmaður.Hann livdi og andaði fyri missiónshúsi- num; fyrireikaði tiltøk og helt andaktir. Hann legði nógva orku í, tá ið Tha- bor varð víðkað og um- bygt til tað rúmliga og prýðiliga hús, tað nú er. Hóast Poul Martin ikki hevði bókliga útbúgving, var hann ein belisin og vitandi maður og hevði lættan penn.Tað vitna allar greinarnar, hann sendi “Trúboðanum”, um. Eisini hevði hann aktuellar greinar í bløðu- num og luttók millum annað í eini størri ritgerð- arkapping um torvskúrð, sum fróðskaparsetrið skipaði fyri. Eg hevði ta gleði at hava Poul Martin millum kvøldskúlanæmingarnar í fleiri ár saman við Linu Johannesen, Kristinu Toftegaard og Theodor Johannesen, sum øll eru farin í Harrans hendur og so mong onnur. Klók og upplýst fólk. Meðan hendurnar livdu kvikliga, gekk prátið, ofta á høg- um, nærmast filosofisk- um støði. Ríkar løtur at minnast. Poul Martin var hug- sjónarmaður og var drív- megin, tá íð Keypsam- tøkan í Fuglafirði var stovnað, og hann sat sum nevndarformaður har í mong ár og var eisini nevndarlimur og formað- ur í Føroya Keypsamtøku eitt skifti. Hann sat eisini í Sjúkrakassanum í Fugl- afirði og nevndarlimur í meginfelagnum. Alt sítt lív var Poul Martin sannførdur Javn- aðarmaður, og tað dulgdi hann ikki fyri. Hann visti at siga frá teirri tíðini, tá ið tað kundi kostað starv- ið ella tjansin, vart tú limur í Javnaðarflokki- num. Tí var hann eisini við til at stovna Eystur- oyar Javnaðarfelag. Hann var eitt prýði fyri flokkin og ein fyrimynd. Tú føldi teg á rættari leið, vart tú samdur við Poul Martin. Hann var ein moralskur stuðul. Seinastu ferð hann var millum parta- menn, var á landsfundi fyri hálvum øðrum ári síðani. Tá høvðu Poul Martin og Thorkil Beder leitað sær til Havnar, har teir fingu eitt hugnaligt prát við statsministaran Poul Nyrup Rasmussen. Men fyrst og fremst var hann tann góði familju- faðirin, tann góði bygdar- maðurin og tann góði føroyingurin. Reiðiligur og heiðurligur. Poul Martin, sum øll høvdu virðing fyri og vóru góð við. Tann óvanliga stóri skari til jarðarferðina við syrgjandi og samhugað- um úr øllum landinum vitnaði um ein høgt vird- an mann, ið var borin til hvíldar. Í samhuga við Honnu, børnunum og øllum hans- ara lýsa vit frið og sign- ing yvir minnið um Poul Martin Joensen. Dan R. Petersen Minningarorð um Poul Martin Joensen