fríggjadagur 19. februar 2010síða 22
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 35 - 19. februar 2010
tíðindi
Við teimum størstu
Westlife hevur sungið á palli saman við fleiri av størstu
tónleikanøvnunum í heiminum. Millum hesi teirra, sum
hava framført saman við Westlife, eru Sinéad O’Connor,
Mariah Carey, Lionel Richie, Ronan Keating, Roy
Orbison, Levin Spacey og Donny Osmond.
Fýra filantropar
Hvør sum ein eru limirnir í Westlife ídnir at stuðla
vælgerandi endamálum. Serliga hava teir stuðlað
átøkum, sum eru til frama fyri børn, og eitt nú hava
teir savnað pening fyri barnagrunnin hjá Nelson
Mandela, Unicef og Children in Need. Seinasta átak
teirra í so máta er teirra luttøka á Helping For Haiti-
singluni, sum varð send á marknaðin tann 8. februar í
ár.
Fyrstu sjey útgáv
urnar fóru beinleiðis
á enska tónatindin,
og samanlagt eru tað
bara the Beatles og
Elvis Presley, sum
hava havt fleiri løg
ovast á ensku hit
listunum. Westlife
er mest seljandi
bólkurin í heiminum
í hesi øldini. Og
leygar kvøldið 7.
august oysa teir síni
mongu hits út til
áhoyrarnar á Vágsbøi
í Klaksvík
Tónleikur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Lat tað vera sagt beinan-
vegin. SummarFestivalurin
fær nú sítt størsta navn
nakrantíð á plakatina.
Tað kann vera, at Scorp-
ions er ein risa aktørur í
rocksøguni. At Ken Hensley
átti sín stóra part av tí besta
í 70’unum, meðan Roger
Hodgson átti sín líka stóra
part av 80’unum. At Barry
Gibb hevur skrivað fleiri
hitt enn tey flestu, og at
Brian McFadden var ein
heimsstjørna, tá hann í
2005 var í Føroyum. Men
Westlife tekur altso allar
hesar við fleiri bátslongd-
um!
Júst McFadden gjørdist
ein heismsstjørna við West-
life, men meðan hansara
stjørna er kámað nakað
seinastu fýra árini, stendur
Westlife enn sum nakað av
tí størsta nakrantíð í bretsk-
um poppi. Og tað sigur nú
ikki so lítið í einum landi,
sum telur Beatles, Oasis,
Genesis, Cliff Richard og
nógv onnur.
Tíggju ferðir hava teir
givið út fløgu. Ein gjørdist
nummar 3, tvær nummar 2
og hinar sjey nummar 1 á
ensku sølulistunum. Og all-
ar seldu tær platin í Bret-
landi. Coast to Coast enntá
seks-dupult platin.
Fyrstu sjey single-út gáv-
urnar hjá bólkinum funnu
beina leið upp á toppin á
ensku hitlistunum, og tað
hevur eingin gjørt fyrr. Og
tað eru bara the Beatles og
Elvis Presley, sum hava
havt fleiri #1-hits í Bretlandi
í tónleikasøguni yvirhøvur.
Simon Cowell-
produkt
Simon Cowell er í dag væl
kendur sum heldur speiski
dómarin í American Idol.
Har plagar hann í hvøssum
vendingum at siga, hvat
skal til hjá luttakarunum,
um hesi vilja vinna seg
fram á altjóða pallinum í
eini bransju, har Cowell
sjálv ur hevur upplivað bæði
upp- og niðurtúrar.
Og júst Westlife er helst
størsta succéin av øllum,
sum Cowell hevur havt við
at gera.
Upprunaliga var talan um
írskan dreingjabólk, sum
bar heitið, IOYOU , og taldi
Mark Feehily, Shane Filan,
Kian Egan, Derrick Lacey,
Graham
Keighron
og
Michael Garrett.
Mamman at Shane helt
dreingirnar vera somikið
Størsta popp-brakið
Mest seljandi tónleikabólkurin hesumegin aldarskiftið. Tað er eitt av heitunum, sum stendur á metlistanum hjá írska Westlife. 7. august í ár standa teir á stóra pallinum á SummarFestivalinum
í Klaksvík
Mynd: Polfoto/AP