fríggjadagur 19. februar 2010síða 23
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 35 - 19. februar 2010
23
tíðindi
Hava gloymt
McFadden
Teir tríggir Kian Egan, Mark Feehily og Shane Filan eru
allir barndómsvinir, sum koma úr Sligo nærhendir
Dublin. Nicky Byrne og Brian McFadden, sum var við í
bólkinum fram til 2004, vóru ískoyti, sum Simon Cowell
valdi sum krydd til bólkin. McFadden valdi tó at royna
seg sum solistur í 2004, og í dag er hetta ikki nakað, sum
limirnir í bólkinum tosa stórvegis um.
Sjeikaligir sjeikar
Hóast røddirnar eru góðar, so eru tað ikki bara hesar, sum skapa eitt
boyband. Limirnir í Westlife teljast eisini millum teirra, sum draga
mong og svong konufólkaeygu móti sær. Eitt nú hava limirnir vunnið
sonevnd awards fyri Best Hair Cut (Kian Egan), Most Fancied Male
(Shane Filan), Best Looking Pop Star (Shane Filan), Best Hari Cut
(Nicky Byrne), Party Mentalist of the Year (Brian McFadden),
Celebrity Dad Of The Year (Brian McFadden) og Most Stylish Man
on X-Pose (Nicky Byrne).
nakrantíð
evnaríkar, at hon setti seg í
samband við Louis Walsh,
sum var manager hjá Boy-
zone, men í fyrstu atløgu
helt Simon Cowell ikki, at
bólkurin var nóg góður til
ein plátusáttmála. Hann
segði, at broytingar vóru
neyð ugar, og hesar bóru við
sær, at Lacey, Keighron og
Garrett vórðu koyrdir úr
bólkinum, og eftir fleiri
audi tions í Dublin vóru
Nicky Byrne og Brian
McFadden
settir
afturat
bólkinum. 3. juli í 1998
skifti bólkurin navn til
Westøside, men tá teir
komu eftir, at ein annar
bólk ur nýtti hetta navnið,
gjørdist tað til Westlife.
Lupu bukk um restina
Gjøgnubrotið
fingu
teir
longu sama ár, tá teir hitaðu
upp, tá Boyzone og Back-
street Boys høvdu konsert í
Dublin. Sama ár vunnu teir
heiðurin fyri bestu fram-
førsluna hjá einum nýggjum
bólki, og eftir at fyrsta
single-plátan varð send á
marknaðin í mars 1999
rull aði tokið. Og tað við
nógv størri ferð enn tað hjá
Boyzone og Backstreet-
Boys.
Swear it Again, If I Let
You Go, Flying Without
Wings, I Have a Dream/
Seasons in the Sun, Fool
Again, Against All Odds og
My Love endaðu allar sum
#1 í Bretlandi, og tað var
ikki fyrr enn móti jólum, at
Westlife sendi eina single á
marknaðin,
sum
“bara”
gjørdist #2. Hetta tí Bob the
Builder við Can We Fix It
hevði rakt nakað, sum eing-
in annar megnaði um tað
mundið.
Og ikki bara seldu singl-
urnar væl. Fyrsta veruliga
útgávan,
Westlife,
leyp
beint inn sum #2 í Bretlandi,
men merkisvert er tó eisini,
at hendan vikuna eftir
gjørdi størsta droppið í
bretskari tónleikasøgu, tá
hon fall niður á eitt 37.
pláss.
Men hetta hevur tó ikki
steðgað teimum. Fyrimynd-
irnar
frá
hinum
stóru
dreingja bólkunum
vórðu
skjótt lagdar aftur um bak.
Hevur Westlife staðið fyri
eini útgávu, so er ein kassa-
succés mest sum treytaleyst
við í viðførinum. Eisini
hóast McFadden valdi at
fara solo – og harvið einsa-
mallur til Klaksvíkar nøkur
ár undan restini.
Bleytu balladurnar, har
tey flestu duga tekstirnar,
eru garantur fyri framúr
stemningi á framførslum
teirra, og so ber illa til at
ímynda sær annað, enn at
málið hjá Summ arFesti val-
inum við sangbærum tón-
leiki í høgari góðsku aftur
hevur funnið eitt plettskot.
Discografi
Albums
#UK Chart
1999 Westlife
#2
2000 Coast to Coast
#1
2001 World of our Own
#1
2003 Turnaround
#1
2005 Face to Face
#1
2007 Back Home
#1
2009 Where We Are
#2
Uppsamling
2002 Unbreakable
#1
Cover
2004 Allow Us to Be Frank
#3
2006 The Love Album
#1
Singles
1999 Swear It Again
#1
1999 If I Let You Go
#1
1999 Flying Without Wings
#1
1999 I Have a Dream/Seasons in the Sun #1
2000 Fool Again
#1
2000 Agains All Odds
#1
2000 My Love
#1
2000 What Makes a Man
#2
2001 Uptown Girl
#1
2001 Queen of my Heart
#1
2002 World of Our Own
#1
2002 Bop Bop Baby
#5
2002 Unbreakable
#1
2003 Tonight/Miss You Nights
#3
2003 Hey Whatever
#4
2003 Mandy
#1
2004 Obvious
#3
2005 You Raise Me Up
#1
2005 When You Tell Me That You Love Me #2
2006 Amazing
#4
2006 The Rose
#1
2007 Home
#3
2008 Us Against the World
#8
2009 What About Now
#2
Westlife-met
Wolrd Triðja mest seljandi boyband í tónleikasøguni
World Mest seljandi bólkur síðani túsundáraskfitið
UK
Triðju mest fylgjandi #1 í UK
UK
Styttst tíð um at røkka tveysiffraðum milliónatali
í sølu
UK
Triðju flestu #1 (14 ferðir)
UK
Flestu #1 á rað eftir debut
UK
Flestu top-10 og top-5 hits á rað
UK
Størstu áskoðarafjøld á Wembley
FAKTA UM WESTLIFE
Vit gleða okkum
Kanska størsta
stjørnan av øllum í
Westlife, Shane Filan,
sigur við Rás2, at
hann gleðir seg at
koma til Føroya
Tónleikur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Morgunsendingin hjá Rás2
hevur í vikuni verið í Lond-
on, og í morgun fingu tey
orð á Shane Filan, sum
verð ur mettur sum størsta
stjørnan í West Life.
Við heiðurslønum sum
Most Fancied Male, Best
Looking Pop Star og Voice
of the 21st Century hevur
hann helst góðar møguleikar
at fáa konufólkaknøini á
Vágs bøi at skelva, og í øll-
um førum sigur hann, at
hann gleðir seg at koma til
Føroya.
– Vit hava spælt í nógvum
londum. Bæði stórum og
smáum. Sjálvir eru vit úr
einum lítlum landi, hóast tit
eru enn minni, men okkum
dámar veruliga væl at koma
víða um.
–
Okkum
dámar
at
syngja, og okkum dámar at
fram føra. Og tað plagar at
rigga, líkamikið um fjøldin
er stór ella lítil. Og vit gleða
okkum veruliga til at fram-
føra í Klaksvík. Og vit
kunnu lova tykkum eina
framúr
framførslu,
sum
verð ur úti við tveir tímar
langt, og har tit fáa øll okk-
ara hitt umframt okkurt av
nýggju
útgáv uni,
sum
kemur í ár.
Sjálvur ert tú úr einum
lítlum írskum býi. Hvussu
ber tað til, at tú og Westlife
í dag eru heimskendir?
– Eg veit ikki. Vit settu
ein bólk saman sum dreing-
ir, og hesin bleiv síðani
nakað broyttur eftir ynski
frá út gevarunum. Vit hava
verið hepnir at arbeiða sam-
an við nøkrum framúr sang-
skrivarum, og vit hava
arbeitt hart. Eftir 12 ár eru
vit framvegis á toppinum, tí
vit vita, hvat skal til, og vit
vita, hvat Westlife er. So vit
koyra bara á.
Hvat er tað besta við lív-
in um sum pop-stjørna?
– Ferðingin, haldi eg. At
vit kunnu ferðast kring all-
an heimin – enntá á fyrsta
flokki – og uppliva alt tað,
sum vit gera. Síggja nýggj
lond og hitta nýggj fólk. Og
sjálvandi er tað eisini gott,
um tú eisini kanst liva væl
av hesum.
Er nakað, sum tær ikki
dámar við hesum lívinum?
– Mest tað, at tú ofta ert
ov nógv heimanífrá. Men í
løtuni royna vit at koma
heim ímillum ymsu kon-
sert irnar, so júst nú er tann
parturin ikki so galin. Og í
veru leikanum er øgiliga
lítið, sum er keðiligt við at
vera ein partur av Westlife,
haldi eg.
– Og vit fýra, sum eru í
bólkinum, kennast eisini
sera væl. Vit kendust, áðr-
enn fólk kendu okkum sum
Westlife, og tí kunnu vit
altíð vera púra erligir mót-
vegis hvørjum øðrum. Tað
er avgjørt ein styrki hjá
okk um. Og helst er tað høv-
uðsorsøkin til, at vit enn
eru saman, tí vit vita altíð,
hvar vit hava hvønnannan.
Eisini tá vit eru ósamdir.