fríggjadagur 19. februar 2010síða 21
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
tíðindi
Nr. 35 - 19. februar 2010
- Tað verður lív í á
Vágsbøi, tá Westlife
traðkar á pall á
Summarfestivalinum.
Saman við Scorpions
er hetta størsta navn-
ið, sum nakrantíð
hevur verið á festivali-
num, staðfestir Eirik
Biskopstø, fyrireikari
SUMMARFESTIVALUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tað var eitt stórt navn, ið
fyrireikararnir til Summar
festivalin í Klaksvík kundu
avdúka á tíðindafundi í
morgun.
Westlife er navnið, og
bólkurin er mest seljandi
bólkur seinastu tíggju árini,
so tað var ikki uttan stolt
leika, at teir báðir, Eirik
Biskopstø og Steintór Ras
mussen, bóru tíðindini.
Westlife er ein bólkur,
sum verður nógv spældur í
Føroyum og sum nógvir
føroyingar dáma. Tá ein
bólkur er heimskendur, so
hevur hann eisini fjepparar
um allan heim og tískil eis
ini í Føroyum, og eg haldi
eisini, at Westlife hevur
eina serliga sterka støðu her
í Føroyum, sigur Steintór
Rasmussen, fyriskipari.
Bólkurin hevur selt 45
milliónir fløgur.
Tað sigur so mikið sum,
at bólkurin hevur eina góða
vøru, ikki bert í eitt stutt
tíðarskeið, men yvir fleiri ár,
sigur Steintór Rasmussen.
Tað er eingin verri enn
Simon
Cowell,
ið
er
upprunamaður til Westlife.
Tað var jú Brian
McFadden, ið var við til at
sparka Summarfestivalin í
gongd í 2005, og tá spurdu
fólk, um tað ikki var eitt
hugskot at fáa ta orginalu
vøruna hendanvegin. Brian
McFadden var jú uppruna
liga ein av limunum í
Westlife,
sigur
Steintór
Rasmussen.
Og tað var longu tá, at
tankin spratt at royna at fáa
Westlife til Føroya.
Í prime-time
Westlife er eftirhondini ein
gamal bólkur, og teir hava
gjøgnum tíðirnar givið ikki
færri enn tíggju fløgur úr.
Fyrstu ferð eg hoyrdi
Westlife var við lagnum
»Seasons in the Sun« hjá
Terry Jacks, og tá sló tað meg,
at bólkurin var so melodiøsur
og teir sungu so væl, sigur
Steintór Rasmussen.
Westlife er kendur fyri at
gera nógv coverløg, men
tað hevur fyriskiparin av
Summarfestivalinum ongar
trupulleikar við.
Teir gera tað jú væl
hvørja ferð, og tað hevur
eisini verið teirra stílur,
men tað koma eisini nógvir
nýggir sangir við Westlife
eisini. Vit hava júst hoyrt
ein nýggjan sagt her á
tíðindafundinum, so teir
megna at yvirganga seg
sjálvar hvørja ferð, sigur
Steintór Rasmussen.
Hann sigur, at tað tíbetur
eru so nógv fólk, sum kenna
sangir hjá Westlife, og tí er
tað so stórt kupp at fáa teir
hendan vegin. Men er ein
tími ella tveir nóg nógv tíð
hjá einum bólki, sum hevur
so nógv hitt?
Ætlanin er, at teir skulu
fáa rímiliga góða tíð, og teir
fara at spæla leygarkvøldið,
kanska frá 10.30 og úteftir.
Hvat teir so velja burtur úr
rúgvuni, er meira upp til
bólkin
sjálvan,
sigur
Steintór Rasmussen.
Fyrireikararnir fara sjálv
andi at vera í tøttum sam
starvi við bólkin frameftir,
men Steintór Rasmussen
roknar við, at talan verður
um eina samankóking av
kendastu løgunum, sum so
aftur fara at geva eina góða
uppliving.
Besti nakrantíð
Umframt teir fýra limir
nar í Westlife koma eisini
teir vanligu tónleikararnir,
sum
spæla
undir
hjá
teimum, við til Føroya.
Bólkurin fekk sítt gjøgn
umbrot sum upphitarar fyri
Boyzone og Backstreet Boys,
men teir eru sjálvandi komnir
langan veg síðani tá.
Teir eru vorðnir minst
líka kendir sum teir bólkar
nir síðani tá. Tosað verður
nógv um Take That, men
kanska er Westlife ein líka
kendur
bólkur,
sigur
Steintór Rasmussen.
Teir spenna víða, og teir
syngja
nógvar
kendar
sangir, so tað eru uttan iva
nógv fólk, sum dáma teir.
Eg rokni við, at fólk mill
um 20 og 40 dáma og kenna
Westlife serstakliga væl,
sigur Steintór Rasmussen.
Og ein annar fyriskipari,
Erik Biskopstrø, ivast ikki
í, at hetta er nakað stórt fyri
Summarfestivalin.
Scorpions er uttan iva
størsta navnið innan rock
tónleik, sum hevur verið á
Summarfestivalinum, men
tá tað kemur til pop, er
einki at taka seg aftur í, at
Westlife er tað størsta, sigur
Erik Biskopstrø.
Nú er so bara eftir hjá
Westlife
fjepparum
at
brynja seg við toli til august
mánaði upprennur.
Størsta navnið nakrantíð
Lista-
skálin
fýrati
Sunnudagin 21.
februar 2010 kl.
16.00 verður 40
ára hátíðarhald í
Listaskálanum við
røðum, 52-manna
kórsangi og 16
tónleikarum við
hesi skrá
Formaður Listasavns Før
oya, Martin Næs, bjóðar
vælkomin.
Formaður Listafelags
Føroya, Malan Marners
dóttir,
hugleiðir
um
Listaskálan hesi seinastu
40 árini.
Havnarkórið framførir
kórsang av William Heine
sen / Vagn Holmboe.
Landsstýriskvinnan í
mentamálum,
Helena
Dam á Neystabø, heldur
røðu.
Bratsch – variatión
William Heinesen / N.
Kapnas yvir “Vågn op
og slå dine strenge” gl.
føroyskt sálmalag.
Havnarkórið framførir
Tívils døtur William
Heinesen.
Borgarstjórin,
Heðin
Mortensen, heldur røðu.
Norskaløva – William
Heinesen
–
Flygel
Jóhannes Andreassen.
Havnarkórið framførir
Listaskálakantatuna, sum
var skrivað av Karsteni
Hoydal í 1970. Tónleik
urin eftir William Heine
sen er bygdur á gomul
føroysk løg: “Harra Gud
títt dýra navn og æra”,
“Blundi, blundi tirla” og
“Ljómur”. Tónleikin skriv
aði Karl Clausen eftir
hugskotum og skitsum hjá
Williami Heinesen.
Solistar: Ernst Dals
garð og Berghild Poul
sen.
Okkurt leskiligt verður
at fáa.
Øll eru vælkomin.
LISTASAVN
FØROYA
Drúgvari enn væntað
Okkurt bendir á, at NATO og afghanski stjórnarher
urin hava undirmett Taliban í sambandi við tað stóra
átakið í Helmandlandspartinum har suðuri í Afghan
istan. Bretski heryvirmaðurin Nick Carter, sum stend
ur á odda fyri NATOdeildunum í økinum, sigur við
BBC, at tað kann fara at taka NATO og afghanska
herinum millum 25 og 30 dagar at taka býin Marjah,
sum er høvuðsmálið í átakinum. Nick Carter sigur, at
ikki fyrr enn um einar mánaðir fæst at vita, um átakið
gekk sum ætlað. Í gjár doyðu fýra NATOhermenn í
bardøgunum. Tveir teirra vóru bretar.
Iran ger kjarnorkuløðing
Ein frágreiðing hjá Altjóða Kjarnorkustovninum IAEA
sigur tað vera sannlíkt, at Iran er í ferð við at gera eina
kjarnorkuløðing, og tað hóvar ikki amerikonsku stjórnini.
Talsmaðurin hjá Hvítu Húsunum, Robert Gibb, sigur við
fronsku tíðindastovuna AFP, at frágreiðingin hjá IAEA
vísir, at Iran heldur ikki sínar altjóða skyldur. Hann
leggur afturat, at áskoðanin hjá USA hevur verið og er, at
tað eigur at fáa avleiðingar fyri Iran, um landið brýtur
sínar skyldur. Ein amerikanskur embætismaður sigur við
AFP, at er tað so, at Iran er í ferð við at gera eina
kjarnorkuløðing, kann arbeiðið taka fleiri ár.
Westlife er størsta popnavnið, hevur
hevur verið í Føroyum nakrantíð, siga
fyrireikararnir at Summarfestivalinum,
Steintór Rasmussen og Erik Biskopstø
Mynd: Jens Kristian Vang