mánadagur 22. februar 2010síða 4
‹ fyrra síða allar 41 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 36 - 22. februar 2010
Seinastu dagarnar
hevur ein gamal
roysningur hildið til í
Árnafirði
Gestur
Randi Jacobsen
randi@sosialurin.fo
Tá ið tað lýsti sunnumorg
unin, sóu árnfirðingar ein
stóran roysning liggja uppi
á landi, og seinni fór hann
so á sjógv aftur. Helst hevur
hann ligið í fjøruni ein stór
an part av náttini.
Síðan hevur hann av og á
ligið og sovið uppi á landi,
og annars svimur hann runt
á víkini.
Í dag hava fleiri fólk
koyrt sær ein túr til Árna
fjarðar fyri at síggja roysn
ingin. Men roysningin er
varin og smýgur á sjógv, tá
ið fólk nærkast.
Úr Árnafirði frætta vit, at
tá ið soysningurin er uppi á
turrum, svevur hann alla tíð
ina, og snorkini frá honum
hoyrast langan veg.
Gamal brimil
Fólk frá Náttúrugripasavn
inum høvdu í morgin enn
ikki verið í Árnafirði og
hugt at roysninginum, men
út frá myndunum, sum
Norðlýsið tók sunnumorg
unin, heldur lívfrøðingurin
Bjarni Mikkelsen seg kunna
siga, at roysningurin er ein
gamal brimil, minst 25 ára
gamal, og hann er sera væl
í holdum.
Hetta er 14. ferð síðani
1895, at Náttúrugripasavnið
hevur skrásett roysning.
Allar fráboðanir hava verið
í vetrarhálvuni frá septem
ber til apríl. Aloftast ein og
ein, men tvær ferðir hava
tveir verið í senn, og allir
hava verið ungir roysningar,
ið eru farnir á strok.
Tað eru mest teir ungu
roysningarnir,
sum
eru
forvitnir og fara út at fjakka,
men brimilin á Árnafirði
skuldi verið komin um tann
aldur.
Bjarni Mikkelsen heldur
tó ikki, at hesum gamla
roysninginum baga nakað.
Hann er helst bara farin av
kós, men fer óivað at venda
norðureftir skjótt.
Tað er einki løgið í, at
hann leggur seg upp á land.
Vanliga umhvørvi hansara
er uppi í ísinum, og roysning
arnir plaga at fara upp á
ísin at leggja seg.
Hann er varin, men ikki
styggur, tí her á leiðum hev
ur hann ongan naáttúrligan
fígginda.
Snorkini hoyrast langan veg
Úr bókini: Villini
súgdýr í Útnorðri
stendur um
roysning:
Roysningur er størsti
kópur í Norðurhøvum.
Brimilin verður upp í
360 cm og vigar 1,9
tons, og opnan upp í 280
cm long og kann viga
upp í 1,2 tons.
Roysningur hevur stórar,
tættar kampar, ið
eyðkenna hann. Bæði á
brimli og opnu vaksa
tøkutenninar í yvirkjaft
inum, til tær eru upp í ½
metur langar høggtenn,
longri á brimlinum.
Høggtenninar eru hent
amboð hjá roysningi, tí
umframt at brúka tær at
verja seg við, brúkar
hann tær eisini at krøkja
seg upp á ísin við.
Roysningur er snøggur,
gulmorreyður og hevur
ógvuliga tjúkka húð,
sum um nakkan og
herðarnar kann vera 24
cm tjúkk. Summir
gamlir brimlar hava
naknar blettir.
Roysningur livir av
botndýrum, sum hann
finnur fram á við kamp
unum. Hann kavar eftir
føðini, tó ikki meira enn
á 100 m dýpi. Føðin er
næstan bara skeljadýr,
sum hann er førur fyri at
súgva burtur úr skeljun
um, nakað av øðrum
ryggleysum botndýrum,
og hann tekur eisini ring
kóp, granarkóp og grøn
landskóp.
Í arktis er roysningur
ímillum 55°81°N. Ein
stórur stovnur er í Norð
urkyrrahavi. Í Norður
høvum eru teir flestu
millum Kanada og Grøn
land, ein lítil stovnur er
undir Eysturgrønlandi,
og so eru eisini nakrir
fáir túsund roysningar
úti fyri Norðurrusslands
strondum. Nú á døgum
(1993) er eisini aftur ein
stovnur, sum er í
vøkstri, undir Svalbarði
og Frans Jósefslandi.
Roysningur kann reika
so langt suður sum til
Norðurspania.
Ein ungur maður
varð sunnunáttina í
Klaksvík handtikin
og skuldsettur fyri at
hava sligið og sparkað
ein annan mann
Harðskapur
Randi Jacobsen
randi@sosialurin.fo
Í
Klaksvík
standa
um
kvøldið ofta fleiri bilar við
posthúsið, og fólk fara út at
práta.
Soleiðis var leygarkvøldið
og út á sunnunáttina.
Í einum av bilinum sat bil
førarin við opnari hurð, og
tá kom ein maður gangandi.
Maðurin var ikki blíður,
hann slerdi hin fleiri ferðir í
andlitið og sparkaði hann
eisini í síðuna.
Tann álopni maðurin fór
beinanvegin
til
politiið,
sum fór at leita eftir hinum
manninum, og teir funnu
hann inni á einum verts
húsi.
Álopin í bili sínum
Norðlýsið var
sunnumorgunin í
Árnafirði og fekk
nakrar góðar myndir av
roysninginum
Ávirkar ikki Icesave
Tað fær eftir øllum at døma onga ávirkan á samráðingarnar
millum íslendskar og niðurlendskar myndugleikar um Ice
savemálið, at stjórnin í Niðurlondum noyddist at leggja
kongin leygardagin. Tað skriva íslendskir fjølmiðlar og vísa til
niðurlendska sjónvarpið RTL, sum hevur sagt, at stjórnar
kreppan fer ikki at ávirka niðurlendsku støðuna til Icesave
málið. Niðurlendska stjórnin fór í upploysn, tí flokkarnir
kundu ikki semjast um, nær hermenninir í Afghanistan skulu
takast heimaftur. Eftir stýrisskipanarlógini skal val haldast í
seinasta lagi 83 samdøgur eftir, at stjórnin er farin frá.
Smáir bankar dýrir
Brúkararáðið í Danmark fýlist nú á, at fleiri av teimum
smáu bankunum hava ikki lækkað rentuna á eitt nú
billánum, hóast rentan hjá Tjóðbankanum er lækkað fleiri
og ferðir og er metlág nú. Niðurstøðan hjá ráðnum er, at
viðskiftafólkini verða snýtt. Carsten Holdum, sum er
leiðandi løgfrøðingur hjá Brúkararáðnum, sigur við
Politiken, at viðskiftafólkini hjá teimum smáu bankunum
bera kostnaðin av vánaligum rakstri og ivasomum íløgum.
Fleiri av bankunum viðganga, at teir halda rentuni uppi fyri
at fáa tapini innaftur.