Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-23, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. februar 2010síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 tíðindi Nr. 37 - 23. februar 2010 Hóast Lars Løkke Rasmussen fyri nøkrum fáum vik­ um síðani blankt avsannaði, at hann hevði nakrar ætlanir um at umskipa stjórn­ ina, fekk Danmark í morgun ta størstu stjórnarbroytingina nakrantíð Donsk stjórnarbroyting Árni Joensen arni@sosialuriu.fo – Vit hava valt tey best egnaðu til tær einstøku uppgávurnar, og eg eri sann­ førdur um, at stjórnin er sterkari nú, enn hon var, segði Lars Løkke Rasmus­ sen, eftir at hann hevði verið á Amalienborg saman við sínum nýggju ráðharrum fyrrapartin. Í kuldanum uttan fyri Amalienborg staðfesti forsætisráðharrin, at hann nú stendur á odda fyri einari nýggjari stjórn. Í hansara eygum er tað ein styrki fyri stjórnina, at hon er mannað við nýggjum og minni royndum kreftum og nøkr­ um garvaðum ráðharrum, og at javnstøðan millum kynini er so góð, sum til ber við 10 monnum og 9 kvinnum. Forsætisráðharrin duldi heldur ikki fyri, at hann væntar sær nógv av stjórnini, og at hon hevur tvær greiðar uppgávur. – Hendan stjórnin skal fáa okkum ígjøgnum ta álvarssomu búskaparkrepp­ una, og hon skal tryggja, at Danmark framvegis hevur eina borgarliga stjórn aftan á næsta fólkatingsval, segði Lars Løkke Rasmussen. Hann kunngjørdi sam­ stundis, at ein frágreiðing um landsins búskaparstøðu kemur í morgin. Fyrstu kvinnurnar Stjórnarbroytingin í dag hevur tvær nýskapanir við sær og báðar á kvinnu­ økinum. Tá Lene Espersen fer til arbeiðis í uttanríkisráðnum, er tað fyrstu ferð, at Dan­ mark hevur eina kvinnu í tí embætinum. Útnevningin kom tó ikki óvart á nakran, tí tað hevur leingi ljóðað, at Lene Espersen skuldi loysa floksfelagan Per Stig Møller av. Hin nýskapanin er, at Danmark fyri fyrstu ferð hevur fingið eina kvinnu sum verjumálaráðharra. Tað er Gitte Lillelund Bech, sum loysir Søren Gade av. Søren Gade kunngjørdu í gjár, at hann hevur gjørt av at taka seg burtur úr poli­ tikki. Verjumálaráðharrin hevur rættiliga staðið fyri skotum í seinastuni, og avgerð hansara um nat taka seg aftur kom tí ikki óvart á eygleiðarar. Harder og Pind Tað kom óvart á fleiri danskar viðmerkjarar, at vinstramaðurin Søren Pind slapp upp í stjórnina, har hann skal umsita menn­ ingarmál. Søren Pind er kendur fyri at hava hug at ganga egnar leiðir, og hann hevur ikki altíð dansað eftir tónleikinum hjá floksleiðsl­ uni. Undanfarni forsætis­ ráðharrin, Anders Fogh Rasmussen, sett hann bás fyri floksskaðiligt virksemi, men ta áskoðanina hevur eftirmaðurin eftir øllum at døma ikki. Ein annar Vinstra­maður, sum má sigast at hava fingið viðurkenning, er Bertel Harder. Hann hevur umsitið skúlamál, men við broytingini í dag skal hann umsita innanríkis­ og heilsumál, sum er ein munandi størri uppgáva. Sum innanríkisráðharri skal hann umsita komm­ unurnar, sum stríðast við stórar sparingar, og sum heilsumálaráðharri fær hann millum annað sjúkra­ húsini, ið júst hava koyrt fleiri hundrað starvsfólk til hús fyri at spara. Nýggju ráðharrarnir: Løgmálaráðharri: Lars Barfoed, sum loysir Brian Mikkelsen av. Verjumála­ ráðharri: Gitte Lillelund Bech ístaðin fyri Søren Gade. Kenslumálaráð­ harri: Tina Nedergaard, sum loysir Bertel Haareder av. Matvørumálaráðharri: Henrik Høegh ­ loysir Evu Kjer Hansen av. Uttanríkis­ ráðharri: Lene Espersen, sum loysir Per Stig Møller av. Mentamálaráðharri: Per Stig Møller ­ loysir Carinu Christensen av. Menningarmálaráðharri: Søren Pind, sum kemur ístaðin fyri Ullu Tørnæs. Heilsumálaráðharri: Bertel Haarder, sum tekur við eftir afløser Jakob Axel Nielsen. Bertel Haarder yvirtekur eisini innanríkis­ mál frá Karen Ellemann. Vinnu­ og búskaparmála­ ráðharri: Brian Mikkelsen ístaðin fyri Lenu Espersen. Skattamálaráðharri: Troels Lund Poulsen, sum loysir Kristian Jensen av. Umhvørvismálaráðharri: Karen Ellemann, sum tekur við eftir Troels Lund Poul­ sen. Karen Ellemann skal eisini umsita norðurlendskt samstarv. Flutningsmála­ ráðharri: Hans Christian Schmidt ­ loysir Lars Bar­ foed av. Vísindamálaráð­ harri: Charlotte Sahl­ Madsen, sum tekur við eftir Helge Sander. Almanna­ málaráðharri: Benedikte Kiær ­ loysir Karen Elle­ mann av. Stjórnarbroytingin hevur við sær, at Carina Christ­ ensen, Ulla Tørnæs, Helge Sander, Eva Kjer Hansen, Jakob Axel Nielsen og Kristian Jensen fara úr stjórnini. Herumframt gevst Søren Gade sum verjumála­ ráðharri eftir egnum ynski. Hann hevur valt at taka seg burtur úr politikki. Nýggj stjórn við tveimum uppgávum Heilsutrygd fer at krevja pengar hesa vikuna Í vikuni fer TAKS at krevja inn nýtt heilsutrygdargjald frá øllum føroyingum. Nýggja gjaldið kemur ístaðin fyri gamla sjúkra­ kassagjaldið, sum varð avtikið um ársskiftið. Heilsutrygdargjald­ ið er eins fyri øll, 245 krónur um mánaðin og verður tikið inn umvegis skattaskipanina. Børn undir 18 ár gjalda einki. Fyrstu ferð verður goldið fyri bæði januar og februar mánað 2010. Tey, ið ikki kunnu gjalda beinleiðis umvegis skattaskipanina, fáa inngjaldingarkort sendandi frá TAKS. Fyrsta inngjaldingarkortið verður sent tann 20. apríl, sigur Heilsumálaráðið í fráboðan. Gøtubørn stuðla gøtubørnum Í kvøld, týskvøldið 23. februar verður tiltak í Gøtu skúla, har peningur verður savnaður til tey neyðstøddu eftir jarðskjálvtan á Haiti. Næmingarnir í Gøtu skúla hava mána­ og týsdagin lagt vanligu tímatalvuna niður, og hava heldur nýtt tíðina at skipa fyri undirhaldi og framleiðslu til sølu. Harumframt hava nógvir stuðlar latið nógvar vinningar til lutaseðlasøluna. Alt, ið inn kemur, verður latið beinleiðis til hjálpararbeiði hjá Reyða Kross Føroya á Haiti. Á skránni verður: Søla av hondgjørdum páskaprýði, Søla av øðrum lutum, Lutaseðlasøla við nógvum góðum vinningum, Framløga v/ 7. flokki, Kafé (kaffi­ og køkusøla) við livandi tónleiki o.m.a. Tiltakið verður týskvøldið kl 17.30­19.00 í Gøtu skúla.