Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-23, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. februar 2010síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 37 - 23. februar 2010 Tað var ein væl vitjaður fundur, sum í auditoriinum í Miðlon fekk boð upp á, hvussu teir fýra stóru flokkarnir á Tingi síggja upp á føroyska útflutningsvinnu, verandi og komandi HEIMLEIÐSLU­ FUNDUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tað var Vinnuhúsið, sum tók stig til fundin í Miðlon seinnapartin í gjár, ið tók útgangsstøði í fýra ítøkilig­ um spurningum. Hesir vóru: 1: Hvussu røkja og stimbra vit verandi útflutn­ ingsvinnur, so tær ikki far fyri bakka, áðrenn vit hava fingið alternativar vinnur? Kann man yvirhøvur fáa meira burtur úr verandi útflutningsvinnum? 2: Hvussu sær samanset­ ingin av samlaða føroyska útflutninginum út um 10 ár, og hvussu kann henda sam­ anseting verða nádd? 3: Hvussu kann man stimbra og menna nýggjar útflutningsvinnugreinar? Hvørjar kundu hesar møgu­ liga verið? 4: Hvussu vilja tit tryggja, at møgulig nevnd átøk verða gjøgnumførd? Tað var tó Thomas Dam, formaður í Búskaparráðn­ um, sum legði fyri við ein­ ari stuttari framløgu, har hann legði dent á handils­ javnan. Hann nevndi mill­ um annað, at skal eitt sam­ felag mennast nøktandi er neyðugt, at íløgur verða gjørdar fyri 20% av BTÚ, og har eru Føroyar langt undir tí markinum. Fiskivinnan stendur fyri umleið 60% av inntøkunum hjá landinum, og tað er nógv hóast vanlig fatan tykist vera, at tann parturin er nógv størri. Altjóða góðkenning Fyrstur av teimum fýra floksformonnunum var Kaj Leo Johannesen, løgmaður. Hann segði seg hava ein gamlan lista yvir tað, ið neyðugt er at fremja, og nið­ ast á tí listanum stóð burð­ ardygg veiða og altjóða góð­ kenning. Men eftir gongdina seinastu tíðina við hýsuni í Onglandi, hevði hann flutt hetta punkt ovast á listan. ­ Vit eiga at gera hetta til høvuðsmál okkara komandi árið, at tryggja eina burðar­ dygga veiði og at útvega okkum altjóða góðkenning, segði løgmaður. Hann helt eisini tað er neyðugt at taka burtur forð­ ingar í vinnuni, skal flaka­ vinan yvirliva. Hetta skal kortini gerast samstundis sum vit lata upp fyri markn­ aðinum soleiðis, at øll kunnu bjóða upp á føroyska fiskin. Einasta treytin er, at hann skal um føroyskan keikant. Kaj Leo Johannesen segði, at tað í løtuni bert liggja 18% eftir av virðinum á uppisjóvarfiski í Føroyum, restin verður landað uttan­ lands. Hann mælti tí til, at hetta tal kom upp á ein trið­ ing beinanvegin og at miðað annars verður ímóti at fáa allan uppisjóvarfiskin til hagreiðing í Føroyum innan fyri eitt fimm ára tíðar­ skeið. Hann mælti til eina til­ feingisrentu í fiskivinnuni, nakað, ið annars ikki plagdi at vera gott latín hjá borgar­ ligu flokkunum. Somuleiðis róði hann upp undir at avtaka sjómannafrádráttin. Um framtíðar útflutning segði løgmaður, at hann sá fyri sær eini fýra supermod­ ernað matvøruvirkir, men alfa og omega er, at flog­ ferðasambandið verður útbygt, samstundis sum kostnaðurin at ferðast til og úr Føroyum fæst niður. Gult kort Jóannes Eidesgaard, for­ maður í Javnaðarflokkinum, var næstur í røðini. Hann helt tað hevði sømt seg betri, at tað vóru politikarar­ nir, ið lurtaðu eftir vinnubni enn umvent. Han helt kort­ ini, at føroysk veiða og framleiðsla er á høgum støði, meðan tað var meiri í marknaðarføringini, at tað haltar. ­ Politiska traditiónin at blanda seg í alivinnuna er munandi minni enn polit­ iska traditiónin at blanda seg í fiskivinnuna, segði Jóannes Eidesgaard. Hann vísti annars á, at føroyska politiska skipanin hevði takklað oljuvinuna sera professionelt, og tað komst av, at øll tá byrjaðu á jøvnum føti. Hann koma eisini inn á spurningin við støðuni hjá hýsuni á bretska marknað­ inum. ­ Spurningurin um hýsuna má roknast sum eitt gult kort. Vit eru dumpaðir í pol­ itisku skipanini, og hetta er ein feilur, vit mugu rætta upp á komandi árið, segði Jóannes Eidesgaard. Formaður Javnaðarfloks­ ins helt, at tað er symp­ tomatiskt fyri okkara høv­ uðsvinnu, at fokuserað verð­ ur upp á perfektionismuna á reinskeringslinjuni, með­ an søluliðið ofta verður við sviðusoð. Hann setti somuleiðis spurnartekin við, um tíðin ikki er farin frá traditionellu flakavirkjunum. ­ Tað er tankavekjandi, at feskasta fiskin fáa vit frá frystitrolarunum í Barents­ havinum, meðan fiskurin á Føroyaleiðini er fleiri dagar gamal. Og hvussu skulu vit rokna við, at útlendingar skulu keypa hendan viku­ gamla fiskin sum feskan, tá vit ikki sjálvi vilja gera tað, spurdi Jóannes Eidesgaard. Hann metti tí, at tíðin kanska er komin hartil, at traditionellu flakavirkini verða flutt umborð á skipini. Vit venda aftur til fundin í blaðnum í morgin, har gjrt verður burtur úr tí, sum Jørgen Niclasen og Høgni Hoydal søgdu á fundinum. Tilfeingisgjald og flakavirkir út á hav Kaj Leo Johannesen og Jóannes Eidesgaard søgdu sína hugsan um føroyska útflutningsvinnu nú og í framtíðini á fundinum hjá Vinnuhúsinum í Miðlon seinnapartin í gjár Elprísurin 11 krónur Eitt skifti fyrrapartin í gjár rindaðu brúkarar nógvastaðni í Norðurlondum meiri enn 11 norskar krónur fyri kilowattíman. Tá prísurin var upp á tað hægsta, var hann 11,32 krónur í Mið­ og Norðurnoregi, Svøríki, Finnlandi og pørtum av Danmark, og so dýr hevur elorkan ikki verið fyrr. Norska blaðið Aftenposten skrivar, at fleiri ídnaðarvirkir steðgaðu framleiðsluni, tí sytreymurin var so dýtur. Um orsøkina til tann høga elprísin sigur blaðið, at hann er úrslit av, at sviar framleiða minni el úr kjarnorku, og at tað hevur regnað lítið nógvastaðni í vetur. RG skal ikki fíggja Í Grønlandi hevur landsstýrið biðið ta nýggju nevndina í Royal Greenland endurskoða tað fíggjarliga sambandið ímillum fyritøkuna og grønlendska fiskiflotan. Tey seinastu nógvu árini hevur Royal Greenland sett pengar í fiskifør, sum afturfyri landa til virkir hjá fyritøkuni. Kuupik Kleist, landsstýrisformaður, heldur lítið um, at Royal Greenland er vorðin ein fíggingarstovnur undir liðini á bankum og almennum grunnum. Hann heldur eisini, at tann politiski myndugleikin veit ov lítið um tey krøv, sum Royal Greenland setir fyri at hjálpa við fígging.