týsdagur 23. februar 2010síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 37 - 23. februar 2010
Tað vísir ein sonevnd
TALIS-kanning, sum
Scharling Research
hevur gjørt fyri Menta-
málaráðið. úrslitið
skal nú greinast
nærri, áðrenn nakrar
endaligar niðurstøður
kunnu gerast
TALIS-KANNING
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Mentamálaráðharrin almanna
kunngjørdi í morgun úrslitið
av einari sonevndari TALIS
kanning, men hvat er hetta
fyri ein kanning.
Ein TALISkanning er
ein OECD kanning á sama
hátt, sum PISAkanningar
nar eisini eru OECD kanning
ar.
TALIS
stendur
fyri
Teaching and Learning Inter
national Survey, sigur Helena
Dam á Neystabø, lands
stýriskvinna í skúlamálum.
Kanningin viðgerð, hvussu
lærarar uppfata sín egna leik
lut, og hvussu skúlastjórar
uppfata sín leiklut í fólkaskúl
anum, og hvussu teir uppfata
leiklutirnar
hjá
hvørjum
øðrum.
Harumframt sigur kann
ingin nakað um nøgdsemið,
og hvat man heldur um síni
egnu avrik, hvørjir trupul
leikar eru. Í veruleikanum
er hetta ein nøgdsemiskann
ing fyri fólkaskúlan, sigur
Helena Dam á Neystabø.
Kanningin er býtt upp í
tvinnar partar, annar fyri
lærarar og hin fyri skúla
stjórar.
Tað, sum eg festi meg
mest við, tá eg læs kanning
ina, er, at lærarar spyrja eft
ir eftirútbúgving. Ein stórur
partur kennir seg hava brúk
fyri eftirútbúgving, og ser
liga førleikagevandi eftirút
búgving, tað vil siga drúgv
ari skeið, har farast kann í
dýpdina at hugsavna seg
innan tað øki, ein ynskir at
gerast betri til, sigur Helena
Dam á Neystabø.
Kanningin vísir eisini, at
lærarar ikki dagliga kenna
seg at verða pedagogiskt
eftirmettir av skúlaleiðsluni,
eins og ein stórur partur av
lærarunum kennir, at ófrið
ur í flokkinum er ein stórur
trupulleiki í undirvísingini.
Stórt nøgdsemi
Hetta er í høvuðsheitinum
nakrar niðurstøður av kaning
ini.
Nú skulu vit vera varin
við at gera niðurstøður burt
ur úr einum so rúgvismiklum
dátutilfari, tí talan er um per
sónar, ið hava svarað um sín
ar egnu kenslur. Hetta eru
ábendingar, sum skulu grein
ast nærri, og tí havi eg eisini
sett ein arbeiðsbólk, sum
kann koma við uppskotum
um, hvussu tú kanst greina
hetta tilfarið nærri, sigur
Helena Dam á Neystabø.
Ein av greiðu ábending
unum í kanningini er, at
nøgdsemið millum lærarar
er stórt.
Ja, tað er rætt. 90% av
lærarunum eru nøgdir við
sítt arbeiði, og 98% av lær
arunum halda seg gera ein
stóran mun í lívinum hjá
næmingunum, sum teir und
irvísa, so hetta gevur okkum
hóast alt eitt gott útgangs
støði at fara inn at gera
ábøtur, sigur Helena Dam á
Neystabø.
Skúlastjórakanningin sig
ur í veruleikanum nøkur
lunda tað sama.
Skúlastjórarnir siga seg
ikki hava umstøður ella nóg
nógva tíð at fara inn í fak
ligu pedagogisku leiðsluna
saman við lærarunum. Teir
síggja sín leiklut mest sum
fyristiarar, skemaleggjarar
og tílíkt, og tað mugu vit so
kanna nærri, hvør orsøkin
til tað er, sigur Helena Dam
á Neystabø.
Tað kann vera vantandi
eftirútbúgving, ella leiðslu
rúmið, ið ikki er ment nóg
væl.
Eisini skúlaleiðararnir
halda, at ófriður í skúlanum
er ein trupulleiki, og soleiðis
kundu vit hildi fram at gera
eina røð av niðurstøðum, tí
tað eru settir yvir 350 ymiskir
spurningar, sum ein rættiliga
stórur partur av lærarum og
skúlastjórum hava svarað,
sigur
Helena
Dam
á
Neystabø.
Aftur í 2012
Landsstýriskvinan heldur,
at møguleikarnir at kombin
era svarini eru óendaliga
stórir.
Men hetta er fyrsta kann
ingin, sum er gjørd av sínum
slag, og fáa vit gjørt fleiri, fáa
vit eisini eitt samanberingar
grundarlag, bæði lokalt her í
Føroyum, men eisini við
onnur lond. Og eg kann
nevna, at teir í Danmark nú
eru komnir til ta niðurstøðu,
at høvdu teir havt ein uppaftur
betri fólkaskúla har – saman
borið við til dømis Finland –
so hevði danski búskapurin
og danska vinnulívið og
danski kappinagrførleikin ver
ið upp aftur betri, sigur Helena
Dam á Neystabø, sum metir,
at nøkurlunda tað sama er
galdandi fyri Føroyar eisini.
Landsstýriskvinnan hevur
sum nevnt sett ein arbeiðs
bólk at greina úrslitið av
TALISkanningini.
Arbeiðsbólkurin hevur
fingið eitt evstamark til 15.
juni at koma við nøkrum
lidnum ella nøkrum ávegis
niðurstøðum, sum síðani
kunnu leggja lunnar undir
tær politisku niðurstøður og
avgerðir, sum vit eiga at
fremja, fyri at bøta um tað,
sum bøtast skal um, men
eisini at hjúkla um tað, sum
kanningin sigur er gott, sigur
Helena Dam á Neystabø.
Men neyðugt er við sam
anbergingar grundarlagi.
Eins og vit nú hava gjørt
nakrar PISAkanningar fyri
at hava nakað av samanbera
við, so verður hendan kann
ingin endurtikin í 2012. Tá
fáa vit so at síggja, um vit
hava flutt okkum, og um vit
hava tikið nakrar avgerðir,
sum vóru rættar. Vit flytga
okkum alla tíðina, og tað
sum er avgerandi er, at
fólkaskúlin flytir seg við –
og tað er ikki altíð tað, ið
hevur eyðkent okkum, sigur
Helena Dam á Neystabø.
Stórt nøgdsemi millum lærarar
Helena Dam á Neystabø
legði í morgun úrslitið
at TALIS-kanningini
fram á tíðindafundi í
Mentamálaráðnum
Mynd: Álvur Haraldsen
Flogskiparin drápsmaður
Ein kanadiskur flogskipari, sum millum annað varð valdur til
at flúgva Elisabeth drotning til Kanada, er tikin og skuldsettur
fyri bæði morð og neyðtøku. Russell Williams (myndin), sum
flogskiparin eitur, er 46 ára gamal. Hann er føddur í Bretlandi,
men hevur búð í mong ár. Í 1987 bleiv hann flogskipari í
kanadiska flogvápninum, har hann hevur fingið fleiri
heiðursmerki. Nú hevur kanadiska løgreglan tikið hann og
skuldsett hann fyri tvey morð og tvær neyðtøkur, skrivar
Reuters. Samstundis kannar løgreglan, um hann kann hava
sam,band við onnur morð, sum ikki eru uppklárað.
Øssur vil hitta Hillary
Íslendski uttanríkisráðharrin, Øssur Skarphéðinsson, hevur
biðið um at fáa ein fund við amerikanska starvsbróður sín,
Hillary Clinton. Sambært Morgunblaðnum ætlar íslendska
stjórnin at fáa amerikanskan stuðul í ósemjuni við bretar
og niðurlendingar um Icesaveskuldina og um viðurskiftini
við Altjóða Gjaldoyragrunnin IMF. Nýliga finfu íslendskir
fjølmiðlar fatur á einum loyniligum skjali, sum vísti, at
amerikanarar ætla sær at styðja íslendingar í Icesave
ósemjuni við Bretland og Niðurlond.