Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-24, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. februar 2010síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 tíðindi Nr. 38 - 24. februar 2010 Húsa kommuna megnar ikki longur at liva upp til vaksandi krøvini frá landinum, og hevur tí biðið um samráðingar við Klaksvíkar Kommunu um samanlegging. Klaksvíkar Býráð er jaligt fyri at fara undir samráðingar Samanlegging Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Tá býráðsfundur var í Klaks vík í gjár, var eitt av mál unum á skránni ein møgu lig samanlegging mill um Húsa kommunu og Klaksvíkar kommunu. Eftir innleiðandi samskifti millum borgarstjórarnar báðar, hevði Kristian Han­ sen, borgarstjóri í Húsa Kommunu, boðað frá, at kommunan er áhugað í einari samráðingartilgongd um samanlegging. Borgarstjórin í Húsa Kommunu, Kristian Han­ sen, sigur, at støðan er tann, at Húsa kommuna, sum umfatar bygdirnar Húsar og Syðradal, er fíggjarliga illa fyri, og at raksturin er blivin for tungur í mun til inn tøk urnar. – Til uppgávurnar, sum liggja fyri framman, er ringt at síggja sær, at kommunan er før fyri at lyfta tær upp­ gávurnar, sum vit skulu, segði Kristian Hansen við Rás 2 í gjár. Kloakkin tyngir Kristian Hansen vísir á, at millum tær tungu íløgurnar, sum skulu gerast, eru tað serliga kloakkviðurskiftini, sum skulu verða liðug í 2015, sum enn liggja á láni. – Á Húsum er eitt sindur gjørt, men har manglar nógv, og í Syðradali er einki gjørt. So tað er ein somikið stór íløga, sum eg rokni við at kommunan ongan kjans hevur at lyfta, sum støðan er nú, staðfestir Kristian Han sen, borgarstjóri í Húsa kommunu. Kristian Hansen sigur, at eisini í samband við skúlan, er tungt hjá kommununi at lyfta uppgávurnar. Tíðin farin frá smáum kommunum Húsa kommuna er millum tær minstu í landinum, og fólkatalið í kommununi er 57 fólk, harav nógv børn eru, og sjey børn í skúla­ aldri. Tískil eru tað fáar herðar, sum skulu bera tær íløg ur­ nar, sum liggja fyri framm­ an. Kristian Hansen heldur, at tíðin talar fyri, at mann skalerar saman í eina størri eind, tí at uppgávurnar, sum nokk verða lagdar út á komm unurnar, verða ov stórar fyri eina so lítla komm unu, sum Húsa komm una er. Vónar loysn til næsta væl Borgarstjórin í Húsa Komm unu sigur, at tað, sum tey stíla fram móti er, at kommunusaman legg ing­ in verður veruleiki áðrenn næsta val, tá kommunur ikki hava loyvi at leggja saman millum tvey val. – Vit hava tosað um, at innanfyri tvey ár, at koma á mál við einum samráð­ ingarúrsliti, sigur Kristian Hansen. Hann ásannar, at soleiðis sum landið liggur nú, so verður tað bert Klaksvíkar kommuna eftir næsta val, og ikki Húsa og Klaksvíkar kommuna, og at sum hann skilur á klaksvíkingum, so eru teir eisini opnir fyri at restin av Kalsoynni eisini kemur undir Klaksvíkar komm unu. Per Stig kundi velja Nú tann danska stjórnin bleiv umskipað, varð Per Stig Møller fluttur úr uttanríkisráðnum til mentamálaráðið. Hetta var eisini tað, sum politisku eygleiðararnir í Keypmannahavn høvdu væntað, men sjálvur sigur ráðharrin, at hann fekk fleiri málsøki at verlja ímillum. Per Stig Møller sigur við kringvarpið DR, at hann gav sær góðar stundir til at taka ta endaligu avgerðina um, hvat málsøki hann skuldi velja. Hann vil ikki siga, hvørji tilnoð hann fekk, tí tað kemur ikki øðrum við, sigur hann. Svøltaði seg í hel Í Kuba er tann politiski fangin Orlando Zapata Tamayo deyður eftir at hava svøltað seg í 85 samdøgur. Tann 42 ára gamli fangin bleiv fluttur úr fongslinum til eitt sjúkrahús í høvuðsstaðnum Havana, men læknarnir kundu ikki bjarga lívi hansara, sigur mannarættinda­ felagsskapurin Cuban Human Rights Commission. Zapata gjørdi av at svølta seg fyri at mótmæla viður­ skiftunum í teimum kubansku fongslunum. Sjálvur hevði hann sitið í fongsli síðani í 2003, tá hann bleiv dømdur fyri sítt virksemi ímóti myndugleikunum. Kalsoyggin leggjast undir Klaksvíkar Kommunu Farið verður nú undir samráðingar millum Húsa og Klaksvíkar kommunu. Bera samráðingarnar á mál, verður øll Kalsoyggin undir Klaksvíkar kommunu, tá nýggj kommunustýri taka við 1. januar 2013 Mynd: Álvur Haraldsen Síggja skriftina á vegginum Býráðslimirnir í Klaks­ víkar komm unu hava sæð skrift ina á vegg ­ in um, at allar Norð­ oyggjar helst verða ein saml að Norð oya kommuna. Tað ásann­ ar Gunvá við Keldu, borgarstjóri í Klaks vík­ ar komm unu, sum er opin fyri sam ráðingum við Húsa kommunu Samanlegging Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Klaksvíkar Býráð sam tykti í gjár, at eftir ófor mellar fundir millum borgarstjór­ ar nar í Húsa og Klaksvíkar kommunu, verður farið und ir veru ligar samráð ing­ ar. – Býráðið er positivt fyri, at farið verður undir sam­ ráðingar við Húsa komm­ unu. Men samtykt varð, at tað skal setast ein sam­ ráðingarbólkur, sum skal taka sær av sam ráð ing un­ um, sigur Gunvá við Keldu, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu. Gunvá við Keldu held ur, at tað er einki minni enn na ­ túrligt, at Húsa kommuna eis­ ini leggur sam an við Klaks­ víkar komm unu, tá Trølla nes og Mikladalur longu eru komnar tann veg in. Samráðingar heldur enn tvang Gunvá við Keldu heldur tað verða gott, um báðar komm unurnar fáa samrátt seg upp á pláss, heldur enn at tær verða lagdar saman við lóg, sum róð hevur verið uppundir frá lands­ myndugleikanum í teimum førum, har komm unur ikki finna saman sjálvar. – Eg haldi teir flestu bý ráðslimirnir hava sæð skriftina á vegginum, at Norð oyggjar verða ein kommuna, sigur Gunvá við Keldu. Hon ásannar, at tað kann tykjast keðiligt fyri fólkini í Húsa kommunu, at tey nú skulu undir Klaksvíkar komm unu, tí tey kanska eru bangin fyri at detta burtur­ millum í stóru mongdini. Men júst tí heldur hon, at man skal vera varin við at seta tíðarfreist á sam an­ leggingina. – Vit skulu vera varin við at skunda okkum ov nógv. Tað er betri at fáa samrátt seg til ein sátt mála, sum báðir partar eru væl nøgdir við, sigur Gunvá við Keldu.