Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-24, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. februar 2010síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 38 - 24. februar 2010 Tveir ungir mans hava mist koyrikortið fyri at hava koyrt kapp í Klaksvík og fyri skilaleysa koyring í Eysturoy. Harafturat skulu teir betala tilsamans 14000 krónur í bót Svaklig koyring Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tað kostaði tveimum ung­ um monnum dýrt, at teir sleptu tí innara fartdevlinum leysan og fóru at koyra kapp eftir Nólsoyarpálsgøtu í Klaksvík. Teir vóru báðir ákærdir fyri púra svakliga koyring í Klaksvík eitt heystarkvøld í 2008. Teir vóru báðir ákærdir fyri at hava koyrt yvir 100 km, um tíman. Tann aftari av teimum er harafturat ákærdur fyri at hava koyrt so tætt uppi í reyvini á tí fremra, at hann hevði ongan møguleika at steðga. Biltúrurin mundi enda heilt galið, tá ið tann fremri kappkoyrarin stoytti saman við ein bið, sum skuldi snara inn á Statoilstøðina, sum nú eitur Effo. Tað elvdi til, at kapp­ koyrara­bilurin fleyg fleiri metrar ígjøgnum luftina. Aftari bilurin kláraði ikki at steðga, men fór við somu øði framvið og steðgaði ikki fyrrenn nógv longri frammi. Stór óvissa Tað var stór óvissa um ferðina, tí onkur vitni mettu hana til 150­160 km um tíman og onnur vitni mettu hana at vera væl minni. Tí høvdu teknisku kann­ ingarnar, vitnisfrágreiðing­ ar og metingarnar hjá Ak­ stovuni stóran týdning í málinum. Ákærin segði, at tey høvdu funnið lakkblettir av bilinum næstan tveir metrar upp í eini á stúttu við Statoilstøðina, sum bilurin hevði rakt, tá ið hann send­ ist ígjøgnum luftina. Mett verður, at bilurin fleyg 10 metrar ígjøgnum luftina, hóast hann krassjaði og hóast hann rakti áður­ nevndu stúttu og hóast eitt av hjólunum harafturat tók í ein garð, sum alt samalt tók nakað væl av framdriftini. Útrokningar vísa eisini, at hevði hann ikki rakt stútt­ una og hevði hjólið ikki tikið í garðin, hevði bilurin flogið 34 metrar ígjøgnum luftina, hóast hann krassjaði og at tað sostatt tók nakað væl av framdriftini. Bilurin, sum varð árendur, var sligin fimm metrar eftir reyv og snaraður yvir 180 stig á vegnum. Bilførarin, sum krassjaði, minnist onki frá óhappinum og bilførarin, sum koyrdi aftan á, sá onki, tí hann blundaði, tá ið hann sá, at tað fór at ganga galið. Ákærin segði, at ein varis­ lig meting útfrá teknisku kanningarnar og útrokning­ unum hjá Akstovuni vístu, at bilarnir høvdu í øllum førum koyrt yvir 100 km um tíman. Undrunarvert var, at næstan ongin fólkaskaði hendi. Bilførarin á bilinum, sum krassjaði, fekk heila­ skjálvta og skuldi binda frið í nakrar fáar vikur bil­ førarin í krassjaða bilinum fekk bara eitt sindur ilt. Fingu Harða revsing Bilførarin, sum krassjaði er áður mist koyrikortið í eitt ár fyri at koyra yvir 250 km um tíman á motorsúklu ígjøgnum Norðoyatunnilin og hann hevði nýliga fingið kortið aftur, tá ið hetta óhappið hendi. Tí helt ákærin at tað var hóskandi, at hann misti koyrikortið í tvey ár og fekk 10.000 krónur í bót. Hin bilførarin er eisini tikin fyri at koyra 115 km um tíman í óbygdum øki og ákærin helt, at hann skuldi missa kortið í hálvtannað ár og fáa 10.000 krónur í bót. Ákærin helt, at tað varð prógvað útfrá vitnunum og útrokningunum, at teir høvdu koyrt kapp og at tann fremri bilurin, sum krassj­ aði, hevði koyrt yvir 100 km um tíman. Dómarin legði eisini dent á, at hann hevði áður mist koyrikortið fyri at hava koyrt yvir 250 km um tíman á motorsúkklu ígjøgnum Norðoyartunnilin. Hann hevði akkurát fing­ ið koyrikortið aftur, tá ið hann hesuferð varð tikin aftur. Hann legði afturat, at tað vóru skerpandi umstøður, at teir høvdu koyrt kapp. Tí misti hann koyrikortið í hálvtannað ár og fekk 5.000 krónur í bót. Tann aftari rasarabilurin varð ikki dømdur fyri at hava hildið ov stutta frástøðu, tí dómarin helt ikki, at tað kundi prógvast. Men hann varð kortini dømdur fyri at hava koyrt kapp og fyri at hava koyrt skjótari enn loyvt er. Hann varð eisini dømdur fyri at hava koyrt 115 km um tíman Millum Fjarða, tí tað hevði hann eisini viðgingið. Hann varð sostatt dømdur at missa koyrikortið í eitt ár og hann fekk eisini 9.000 krónur í bót fyri bæði lógarbrotini. Mistu koyrikortið fyri at koyra svakt Olja í Po-ánni Myndugleikarnir í Italia kunngjørdu í morgun, at umleið tíggju milliónir litrar av olju eru farnir út í ánna Po, sum er tann longsta áin í landinum. Blaðið Corriere della Sera skrivar, at talan er um eina brotsgerð, tí at onkur hevur skrúvað nakrar kranar á einum oljureinsiverki frá, so at olja er runnin úr trimum tangum á verkinum oman í ánna. Løgreglan á staðnum sigur eisini, at talan er um eina brotsgerð. Italsku bjargingarmyndugleikarnir royna nú at forða fyri, at oljan skal renna oman eftir teirri 650 kilometrar longu ánni. Leggja líið í Icesave Sviar geva sær ikki stórvegis far um, hvat íslendingar fáa burtur úr sínum samráðingum við bretar og niðurlend­ ingar um Icesave­skuldina. Ein meiningakanning, sum stovnurin MMR hevur gjørt, vísir, at 55 prosent av teimum svensku veljarunum hava ongan áhuga í, hvussu íslendingar rinda skuldina aftur, og at 40 prosent siga tað vera líka mikið, at teir rinda alt ella ein part. Bara 9 prosent halda, at íslendingar eiga at endurrinda bretum og niðurlendingum hvørja krónu. MMR ætlar at gera tilsvarandi kanningar í øðrum londum. Tveir bilar vórðu knústir eftir í einum ógvusligum óhappi í Klaksvík eftir at tveir bilar fóru at koyra kapp eftir Nólsoyarpálsgøtu og tað kostaði tveimum bilførarum dýrt Savnsmynd