Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-25, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. februar 2010síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 tíðindi Nr. 39 - 25. februar 2010 Sambært einari grein í tí viðurkenda tíðarritinum Nature Geoscience skuldu heimshøvini fløða upp í 82 sentimetrar innan næsta aldar­ skiftið orsakað av hitavøkstrinum á jørðini. Men nú hevur høvundurin tikið greinina aftur GranskinG Árni Joensen arni@sosialurin.fo Greinina, sum stóð í tíðar­ rit inum í fjør, hevði vís­ inda maðurin Mark Sidall á lærda háskúlanum í Bristol skrivað. Men nú hevur hann tikið greinina aftur, og sam­ bært blaðnum The Guardian er hetta fyrstu ferð, at ein grein í Narure Geoscience hevur fingið ta lagnuna. – Tað ber ikki til at siga, hvussu nógv høvini fara at fløða, sigur Mark Sidall, nú hann hevur tikið greinina aftur. Roknivilla Við støði í útrokningum frá gongdini tey seinastu 22.000 árini metti Mark Sidall, at heimahøvini fóru at fløða millum sjey og 82 senti metrar, áðrenn hendan øldin er liðug. Nú sigur enski granskarin, at hann veit ikki, um hann hevur undirmett ella yvir­ mett broytingina í heims­ høv unum. – Tílíkt hendir viðhvørt. Fólk mistaka seg, og tað hend ir eisini innan fyri vís­ indina, sigur hann við The Guardian. Hann sigur, at hann hevur funnið eina rokni villu í sínum meting­ um, soleiðis at hann hevði ikki hugt nóg gjølla at hita­ broytingunum tey seinastu 2.000 árini. – Tí kunnu vit ikki siga við fullari vissu, hvussu nógv heimshøvini fara at fløða. Vit mugu gera fleiri kanningar fyrst, sigur Mark Sidall. Tað vóru tveir gransk arar úr Finnlandi og Týsklandi, sum varnaðust villuna hjá Sidall, og tað takkar hann teimum fyri. Mártin rættur Sjálvur heldur Mark Sidall ikki, at tað er vert at gera so nógv burturúr, at hann hevur valt at taka greinina í Nature Geoscience aftur. Men hvussu er og ikki, so er hetta fyrstu ferð, at ein vísindagrein tíðarritinum er tikin aftur. Hansara gransking er grundað á kanningar av ís ­ kjarnum, sum kunnu vísa, hvussu hitalagið í heiminum er broytt upp ígjøgnum tíð­ ina, og úrslitið hevur hann brúkt til at gera sær eina mynd av, hvussu hita broyt­ ingar hava ávirkað heims­ høvini síðani ta seinastu ís ­ tíðina. Mark Sidal er ikki í iva um, at hansara gransk ingar­ háttur er rættur og álítandi, og at hansara kanningar kunnu siga, hvussu nógv heimshøvini fara at fløða ta næstu øldina orsakað av, at tað verður heitari á jørðini. Men treytin fyri teirri røttu metingini er sjálvandi, at roknistykkið er rætt. ES­nevndin sam­ tykti í gjár eitt til­ mæli til ríkis­ og stjórnarleiðararnar um, at ES skal fara undir samráðingar við íslendingar um limaskap í sam­ veldinum Ísland oG Es Árni Joensen: arni@sosialurin.fo Tað hevur gingið á leið soleiðis, sum íslendska stjórn in segði seg vóna, tá umsóknin um limaskap bleiv latin ES tann 23. juli í fjør. Eina viku framman­ undan hevði Altingið sam­ tykt umsóknina, men hóast tal an var um eitt sera týð­ andi mál, var ósemjan stór. 33 altingslimir atkvøddu fyri at søkja um limaskap í ES, og 28 atkvøddu ímóti. Í gjár, sjey mánaðir seinni, mælti ES­nevndin ríkis­ og stjórnarleiðarunum at sam­ tykkja, at ES fer undir sam­ ráðingar við Ísland um lima skap. Við samtyktini hevur ES­nevndin staðfest, at Ís ­ land lýkur tær politisku og búskaparligu treytirnar fyri limaskapi í samveld inum. – Í dag hevur nevndin al ­ mannakunngjørt sína met­ ing av einum nýggjum um ­ søkjaralandi. Tað er Ísland, og nevndin mælir til, at samráðingar verða tiknar upp við landið um limaskap, segði kommiserurin Stefan Füle aftan á fundin í nevnd­ ini í gjár. Sum kommi serur hevur hann ábyrgdina av samskiftinum við møgulig nýggj limalond. Fremst í røðini Á tíðindafundi í Bruxelles í gjár vildi Stefan Füle ikki áseta nakran dag fyri, nær samráðingarnar við ís lend­ ingar byrja. Kommiserurin gjørdi tó vart við, at tað fer at fáa stóran týdning fyri samráðingarnar, at íslendsk lógava í stóran mun er lagað til ES­lóggávu. Hann helt, at íslendingar lúka longu tríggjar fjórðingar av teim­ um treytunum, sum ES setir nýggjum limalondum. Fær tilmælið hjá nevndini fulla undirtøku á ríkis­ og stjórnarleiðarafundinum, sum verður í næsta mánaði, fær Ísland støðu sum um ­ søkjaraland saman við Kroatia, Makedonia og Turkalandi. Men tað er stór ur munur á, hvussu lond ini lúka treytirnar hjá ES fyri limaskapi, og tí fer Ísland helst at standa fremst í røðini, skrivar NTB. Íslendska stjórnin hevur fyrr sagt, at hon vónar, at ES­limaskapurin verður veru leiki í 2012. Veðurlagsgranskari ásannar roknivillu ES bjóðar Íslandi uppí Jóhanna Sigurðardóttur, forsætisráðharri, var herfyri í Bruxelles og tosaði við formannin í ES-nevndini, José Manuel Baroso Mynd: Reuters Sjómenn ov feitir Altsamt fleiri norskir sjómenn noyðast at sleppa sjólívinum og at velja sær okkurt arbeiði á landi, tí teir eru ov feitir. Blaðið Aftenposten skrivar, at í fjør máttu myndugleikarnir taka arbeiðsloyvið frá 511 sjómonnum, tí teir kláraðu ikki tey heilsuligu minstukrøvini. Blaðið skrivar, at ovurfiti er ein støðugt veksandi trupulleiki millum norskar sjómenn. Galdandi reglur siga, at BMI­ talið hjá fólki, sum arbeiða á sjónum, skal ikki vera oman fyri 35, men sambært Aftenposten halda nógvir sjómenn lítið um, at teir skulu lúka eina tílíka treyt. Lýtt í Grønlandi Tað hevur verið rættiliga lýtt í Grønlandi í vetur, og í Suðurgrønlandi hevur veturin verið óvanliga lýggjur. Mátingar hjá veðurstovuni vísa, at tað hevur ikki verið so lýtt í januar, síðani hitamátingarnar byrjaðu í 1958. Um orsøkina siga veðurmenninir, at lufttrýstið hevur verið høgt og óvanliga støðugt millum Grønland og Eysturkanada, og tað hevur gjørt, at tað kalda veðrið hevur verið longri suðuri so sum í USA og í Íslandi. Grønlendska kringvarpið sigur, at har suðuri í landinum eru fólk fegin um tað broytta veðrið.