hósdagur 25. februar 2010síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 39 - 25. februar 2010
Hon krevur nú, at
kommunan á Sandi
setir tiltøk í verk við
brestin fyri at bjarga
lívinum í Sandsvatni,
áðrenn tað er ov seint
Dálking
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Tað er kommunan sum
hevur skyldu til at syrgja
fyri, at alt lív í Sandsvatni
ikki kódnar í dálking.
Tað
staðfestir Annika
Olsen, landsstýriskvinna í
innlendismálum.
Og hon harmast um, at
Sands Kommuna í fleiri ár
hevur misrøkt sína skyldu á
umhvørvisøkinum, so at
kloakkir og onnur manna
skapt dálking ikki endar í
Sandsvatni.
Sandsvatn er nú so illa
dálkað, at tað stendur um
lív og metingarnar vísa, at
tað ganga bara heilt fá ár,
so at alt lív í vatninum
týnt.
Hendir tað, er ov seint at
seta tiltøk í verk tí tá er
vatn ið steindeytt.
Hetta hevur verið kunnugt
í fleiri ár og á tingfundinum
mikudagin vildi Bjørt Sam
uelsen, tingkvinna, hava at
vita, hvat landsstýrið hevur
gjørt fyri at syrgja fyri, at
spillvatn og onnur dálking
ikki rennur í Sandsvatn.
Hon veit av, at tað er
ábyrgdin hjá kommununi at
syrga fyri at umhvørvið
ikki verður dálkað, men
hon undraðist á, at lands
stýrið ikki hevur lagt størri
trýst á Sands Kommunu
fyri at fáa hana at taka sína
skyldu í álvara á hesum
øki.
Ikki nøktandi
Eisini Annika Olsen stað
festir, at tað er kommununan,
sum hevur ábyrgdina á
økinum og at Um hvørv is
stovan skal hava eftirlitið,
at kommunurnar halda sín
ar skyldu.
Hon sigur, at Um hvørvis
stovan tekur málið í størsta
álvara og í næstu viku fer
Umhvørvssstovan til Sands
at tosa við kommununa um
málið og tað verður fylgt
neyvt við gongdini og um
komm unan fær viðurskiftini
í rættlag.
– Tað er ikki nøktandi, at
Sands
Kommuna
sum
ábyrgdarhavari
og
um
hvørv ismyndugleiki á stað
num, ikki tekur trupul leikan
um dálking á Sandsvatni í
størri álvara, hartaði lands
stýriskvinnan
kommunu
stýrið á Sandi.
Og hon legði afturat:
– Tað er ikki nøktandi, at
kommunan onki ger við
ítøkiligu dálkingar keldur
nar við Sandsvatn, sum eru
spillvatn frá meginskúlanum
og tæðing hjá bøndrunum.
Og hon legði dent á,
hvussu avgerðandi tað er at
steðga hesum dálkingar
keldunum.
– Tá ið kommunan hevur
fingið hesi viðurskifti í
rætt lag, verður mett um
støð una fyri at vita um tað
er nøktandi.
– Ein oyðilagdur bygning
ur kann byggjast uppaftur.
Men er eitt nátúruøki fyrst
oyðilagt, bjargast tað ikki
aftur.
Hon legði afturat, at tað
er tann ósjónliga dálkingin,
sum er tann hættisliga.
– Tí er tað avgerðandi at
fáa viðurskiftini í sambandi
við Sandsvatn í rættlag og
tað við brestin og vit fara at
fylgja málinum neyvt, segði
landsstýriskvinnan.
Gevur ikki atkvøður
Hon helt, at ein orsøk til at
umhvørvið ikki hevur verið
raðfest so frammaliga, er,
at tað gevur fleiri atkvøður
at byggja skúlar, barna
garðar og annað.
At fáa kloakkviðurskiftini
í rættlag er kansa ikki tað
besta valagnið.
– Men her má vend koma
í og umhvørvið má fáa
fremstu raðfesting, segði
hon.
Hon vísti eisini á, at
kloakkarbeiði er serstakliga
arbeiðsskapandi og tí mátti
tað verið eitt gylt høvi hjá
kommunum runt um í hes
um
døgum
at
raðfest
kloakk irnar, tí tað fær nógv
ar hendur í arbeiði.
Bøndurnir dálka illa
Gerhard Lognberg vísti á,
at sandoyingar eru komnir
rættiliga væl áleiðis at
binda kloakkirnar frá Meg
inskúlanum í rør, so at tað
ikki longur verður veitt í
vatnið og heilt skjótt er tann
dálkingarkeldan
sostatt
burt ur.
Men sambært Gerhard
Olsen er tann stóri syndarin
land búnaðurin
framvið
vatn inum. Serliga er tað
tæðingin og tað, sum rennur
úr køstunum, sum dálkar
vatnið rættiliga illa, tí ein
stórur partur av tøðunum
renna lúkst í vatni, segði
løg tingsmaðurin.
Onkur
annar
nevndi
eisini, at tað, sum rennur
frá handilstøðunum, dálkar
eisini rættiliga illa.
Sum skilst eru tað eisini
17 húsarhald, sum hava
sínar kloakkir rennandi í
Sandsvatn.
Í ár verður munandi
minni arbeiði hjá
hand verkarum av at
um væla almennar
bygn ingar. Men
pen ingurin, sum er
tøkur, skal til arbeið
is sum skjótast
ArbeiðsskApAnDi
tiltøk
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Pengingurin, sum er settur
av á fíggjarlógini til at
um væla almennar bygn
ingar fyri, røkkur ikki
langt.
Sostatt skulu handverk
arar ikki dúva upp á, at
umvæling av almennum
bygningum skal bjarga
teimum árinum.
Tað kom fram í Løg
tinginum mikudagin, tá ið
Eyðgun Samuelsen, ting
kvinna, vildi hava at vita,
hvussu verður við játtanini
til at umvæla almennar
bygningar fyri.
Eitt, hon sipaði til, er, at
í fjør gekk so seint at fáa
sett skjøtil á, at í september
var minni enn ein millión
brúkt og hon vildi skumpa
undir, at arbeitt verður
skjótari í ár.
Annika Olsen, lands
stýriskvinna vísti á, at at í
ár eru 17 milliónir játtaðar
til at umvæla almennar
bygn ingar og tað røkkur
ikki langt.
Í fjør vóru 12 milliónir
settar á til at halda al
mennar bygningar, um
framt 17 milliónir til
bjálv ing. Men harafturat
hevði hvør stovnur og
hvørt ráð eisini eina ser
staka játtan til umvæling.
Sostatt er talan er um
eina munandi skerjing í
ár.
Men hon legði dent á, at
berast
skuldi
munandi
skjótari at í ár enn tað var
í fjør og arbeiðini skulu
helst byrja longu tíðliga í
vár.
Higartil eru fyribils rað
festingar gjørdar fyri 10
milliónir av teimum 17
milliónunum, sum eru til
taks.
Og tær verða býttar so
leiðis, at Búnaðar depilin,
skal umvælast fyr 1,9
milli ón og Tilbúgv ingar
stovnurin, Menta mála ráð
ið, Prestagarðurin á Tod
nesi á Sandi og Heilsu
mála ráðið skulu umvælast
fyri 1,5 millión hvør.
Harafturat skal sjón dep
ilin umvælast fyri 1,2
millión og Skúlin á Trøðni
skal
umvælast
fyri
900.000 krónur.
Annika Olsen staðfestir,
at virðið á almennum
bygningum er fallandi, tí
teir verða ikki hildnir.
Og játtanin, sum nú skal
brúkast til umvælingar,
skal raðfestast soleiðis, at
peningurin fyrst og fremst
skal brúkast so, at bygn
ingarnir verða varðveittir
og ikki farast. Men oftast
eru orkusparandi tiltøk
við í umvælingini.
Skal finna 24 milliardir
Danmark kann ikki halda fram við at hava einar 90 milliardir
krónur í halli sum í ár, tí tað er meiri, enn reglurnar hjá ES loyva
limalondunum. Tí skal Claus Hjort Frederiksen, fíggjar mála ráð
harri, fram við tættkambinum, og ikki ein einasta ráðstova sleppur
undan sparingum. Ráðharrin sigur, at tað almenna hallið skal
skerjast 24 milliardir krónur tey næstu trý árini frá 2011 til 2013,
og at tað skal gerast við størri inntøkum ella minni útreiðslum.
Tað fjórða árið skal tað almenna spara átta milliardir krónur eyka,
sigur fíggjarmálaráðharrin.
Dýr flogferð
Rutuflogfarið hjá Air Greenland, sum var á veg úr Grønlandi til
Danmarkar fyrradagin, noyddist at broyta kós og at millumlenda í
Keflavík í Íslandi. Orsøkin var, at ein ferðamaður bleiv so illur í sær, at
manningin helt tað ikki vera ráðiligt at halda fram til
Keypmannahavnar við honum. Flogskiparin valdi tí at millumlenda í
Íslandi, har løgreglan kom umborð eftir manninum. Hann sleppur tó
ikki so, tí sambært Air Greenland fær maðurin eina rokning upp á í
minsta lagi 100.000 krónur.
Vilja hava lív í
17 millliónir
Annika Olsen, landsstýriskvinna í innlendismálum, er sera misnøgd við, at Sands Kommuna ikki hevur røkt sína skyldu og hevur
gjørt meiri fyri at bjarga lívinum í Sandsvatni
Mynd: Jens Kr. Vang
Annika Olsen leggur
trýst á sandoyingar