mikudagur 24. februar 2010síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
ÍTRÓTTARBLAÐIÐ
Sosialurin 24. februar 2010
Rooney
brúkar
høvdið
Wayne Rooney er
ikki til at steðga.
Hann skoraði tvær
ferðir í gjárkvøldi, tá
Manchester United á
Old Trafford vann 3-0 á
West Ham
Stutt fyri hálvleik fór West Ham
í álop. Teir mistu bóltin langt
uppi á Manchester United
hálv uni, og so gekk tað skjótt
hinvegin. Bólturin endaði hjá
Dimitar Berbatov, sum legði
eina
høga
avlevering
til
Valencia. Við fyrstu bóltrør ing
ini legði Valencia bóltin innfyri
til Wayne Rooney, sum stútaði
bóltin í málið. Tíggju minuttir
inn í seinna hálvleik endurtóku
Valencia og Rooney kunstin.
Valencia sendi bóltin innfyri til
Rooney, sum enn eina ferð
kundi stúta bóltin í málið.
Hetta er fjórðu ferð á rað, at
Rooney skorar við høvdinum.
Tað var ikki fyrr enn Rooney
bleiv skiftur út, at hinir sluppu
framat. Tá var tað maðurin, ið
kom inn fyri Rooney, sum
skoraði. Paul Scholes spældi
Michael Owen leysan í brots
steiginum, og hann takkaði
fyri álitið og skoraði. Hetta er
fyrsta málið hjá Owen síðani
hann
avgjørdi
grannaupp
gerðina móti Manchester City.
Manchester United er nú
bara eitt stig aftanfyri Chelsea
í Premier League, men United
hevur spælt ein dyst fleiri.
Chelsea skal í kvøld spæla
móti
Inter
í
Champions
League.
West Ham er nummar 13 við
27 stigum. Tað eru fýra fleiri
enn Bolton og Burnley, sum
liggja hinumegin niðurflyting
ar strikuna, men tey hava spælt
ein dyst færri enn West Ham.
Fótbóltssambandið og
Lions Club skipa tann
14. mars fyri árliga stór-
steypa dystinum
Hetta er dysturin millum meistar
arnar og steypavinnararnar í før
oyskum mansfótbólti, og í ár verður
dysturin soleiðis millum HB og
Víking.
Dysturin verður spældur á ovara
vølli í Gundadali í Havn, og tað verð
ur altso sunnudagin 14. mars
klokkan 14.
Ágóðin av atgongumerkjasøluni
fer óskedur til vælgerðararbeiðið
hjá Lions Club. mørk
Meistararnir úr HB og
steypavinnararnir úr Víkingi
hittast tann 14. mars í
stórsteypadystinum
Týska Stuttgart hevði í ein
tíma fullkomið tamarhalda
á einum sera tomum
Barce lona. Men tá Zlatan
Ibrahimovic sendi bóltin
í týska netið, koppaði
dysturin
Serfrøðingarnir eru á einum máli.
Barcelona spældi í gjár sín vána
ligasta hálvleik í fleiri ár, tá teir á úti
vølli royndu seg móti VfB Stuttgart.
Møguleikar trutu ikki, og í minst
tveimum førum kendu vertirnir seg
snýttar fyri brotsspark. Men tað
gjørdist bara til tað eina málið, sum
Cacau stútaði í netið í fyrra hálvleiki.
Heimaáskoðararnir mundu vóna,
at trýstið hjá heimaliðnum fór at
geva úrslit fyrr ella seinni, men
ístaðin var tað eitt hamskift Barce
lona, sum kom út eftir steðgin.
Henry varð sendur á vøllin fyri ein
illa spælandi Toure, og tá Zlatan
Ibrahimovic fekk potað bóltin fram
við Jens Lehmann, koppaði upp
gerð in fullkomuliga. Brádliga var
Barcelona aftur bólttrygga liðið,
sum støðugt koyrdi bóltin runt í
egn ari røð, og hóast teir ikki megn
aðu at avgera dystin, so er javn leik
urin eitt fínt útgangsstøðið unda n
returdystinum á Camp Nou. Og í
øllum førum eitt munandi betri
úrslit, enn tað, sum ábendingar vóru
um fyri steðgin, tá tað als ikki hevði
verið órættvíst,
um máltalvan vísti 30 ella har á
leið.
Í hinum dystinum í gjárkvøldið
eydnaðist tað fronsku meistarunum
úr Bordaux at vinna 10 móti
Olympiakos. Einasta málið stútaði
Cani í netið eftir frísparksinnlegg
dygst undan steðginum.
Barca var á halanum
argetrondur@ofir.dk
Tróndur
Arge
Týskvøldið
OlympiakosBordeaux
01
StuttgartBarceloan
11
Mikukvøldið
CSKA NoskvaSevilla (TV2 Sport)
InterChelsea (3+)
Champions League
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk
Cacau stútar framúr væl í spanska netið. Fyri steðgin sat Stuttgart á øllum, og tað vildi als ikki verið órættvíst, um teir vóru á odda við
trimum málum í steðginum
Mynd: Polfoto/AP
Stórsteypadystur í mars