Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-02-26, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. februar 2010síða 33

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 40 - 26. februar 2010 33 lýsingar Enn eru nøkur pláss eftir Stakskeið í løgfrøði – »Mannarættindi og revsirættur í Føroyum« Stakskeiðið í løgfrøði ber heitið »Mannarættindi og revsirættur í Føroyum« og telur 10 námsstig á master­ støði, og ætlanin er, at skeiðið skal verða góðskrivað á komandi masterútbúgving í lóg. Undirvísingin byrjar fríggjadagin 9. apríl 2010. Munn­ lig próvtøka verður 21. og 22. juni 2010. Lærari verður Kári á Rógvi, PhD, lektari. Eisini verða gestafyrilesarar. Endamálið við skeiðnum er at veita innlit í týdning fyri og ávirkan á revsirætt av mannarættindum, serliga Europeiska Mannarættindasáttmálanum. Tey lesandi skulu fáa nøktandi innlit í revsing og mannarættindi til tess at kunnu eyðmerkja og greina trætur, har hesar rættarreglur fáa týdning í senn og tí bæði møtast og skulu avvigast. Skeiðið kannar bæði almennar og serstakar spurningar á mótinum millum revsirætt og mannarættindi. Megin­ reglur sum legalitetsprinsippið í § 1 í verandi donsk­ føroysku revsilóg og forboðið móti afturvirki í grein 7 í EMRS verða viðgjørd. Harumframt verður hugt at tulkingarstíli og venju hjá bæði norðurlendskum dómstólum og Europeiska Mannarættindadómstólinu m. Evni sum framsøgufrælsi og trúarfrælsi í samvirkan við revsirætt eru somuleiðis sera týðandi. Skeiðið er serliga viðkomandi, nú ætlanir eru at yvirtaka revsirætt sum føroyskt sermál. Undirvísingin verður skipað við framløgum frá lærara og gestafyrilestrarhaldarum – ætlandi dómarum og lærdum úr grannalondum og Føroyum. Eisini verða studentaframløgur. Próvtøkuformur: Skrivlig avrik telja 1/3 av próv­ talinum, munnlig próvtøka 2/3. Uttanseturs próv­ døming Fortreytirnar fyri at skriva seg inn til skeiðið er útbúgving á bachelorstigi við nóg mikið av løgfrøði ella javnmettum fakum eitt nú grundskeiði í lóg. Skeiðið kostar 5.500,00 kr. Lesandi innskrivað við Fróðskaparsetur Føroya ella við annan hægri lærustovn fáa tó skeiðið ókeypis. Umsóknarblað fæst við at venda sær til Søgu­ og samfelagsdeildina, J. Broncks gøta 25, 4.h., Tórshavn, tlf. 352580. Víst verður eisini til heimasíðuna: www. setur.fo Avmarkað luttøka. Umsóknarfreistin er sett til fríggjadagin 19. mars 2010. Tikið verður tó upp, til skeiðið er fullsett. FRÓÐSKAPARSETUR FØROYA Setursskrivstovan · tlf. 35 25 00 · J. C. Svabos gøta 14 Postrúm 272 · 110 Tórshavn · www.setur.fo Søgu- og SamfelagSdeildin bjóðar í vár út Stak maSterSkeiði í løgfrøði ”mannarættindi og revSirættur í føroyum”. Skeiðið kann eftir umSókn geraSt partur av maSterútbúgving. Leiðari til Teknisku Deild hjá Vágs kommunu Vágs kommuna søkir eftir leiðara til Teknisku deild at byrja skjótast tilber. Leiðarin hevur dagligu leiðsluna av Teknisku deild hjá Vágs kommunu og verður skrivari hjá Teknisku nevnd. Arbeiðsuppgávurnar verða m.a. hesar • tilrættalegging og stýring av kommunalum uppgávum • at standa fyri og menna skrásetingararbeiðið av tekniskum leiðingum • málsviðgerð, ráðlegging og ráðgeving • endurskoðan/víðkan av verandi byggisamtykt/ býarskipan • projektering og eftirlitsarbeiði • at standa fyri útbjóðingum og gera tilmæli til avvarðandi nevndir í býráðnum • uppmátingar og avseting Kommunan ynskir, at tú • hevur viðkomandi útbúgving á økinum s.s. verkfrøðingur, tekniskur teknari, maskinmeistari el. • hevur evni at arbeiða sjálvstøðugt • hevur góðan telduførleika og dugir at brúka skrivi- og tekniforrit • hevur góð samskiftisevnir, bæði muntliga og skrivliga • hevur góð samstarvs- og tillagingarevni og dugir væl við viðskiftafólki Lønar- og setanarviðurskifti • Starvið er fulltíðarstarv og hevur tilvísing til borgarstjóran • Starvið verður sett sambært sáttmála millum KAF og avvarðandi yrkisfelag Vágs Kommuna skilar sær rætt til at velja millum umsóknirnar ella onga at taka. Umsóknir saman við prógvum og upplýsingum um lívsroyndir verða í seinasta lagi tann 12. mars 2010 kl. 12.00 at senda til: Vágs kommunu Vágsvegur 30 900 Vágur Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Kirstin Strøm Bech, borgarstjóra á tlf. 733000, ella til Danjal Bjarkhamar, formann í Teknisku nevnd á tlf. 373755. Vágs Kommuna www.vagur.fo Vágs Kommuna -har tað hendir