Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-01, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. mars 2010síða 4

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 41 - 1. mars 2010 Ein mansskaði hendi sunnumorgin, tá eitt omanlop rakti eystastu húsini í Før­ oyum ­ í Hattarvík í Fugloy OmanlOp Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Hattarvík: Veðrið var av tí allarfagrasta gjáramorgun­ in. Tað var kortini so mikið av lýðku í luftini, at blot var komið í nógva kavan. Oman fyri sethúsini í Hattarvík lá eisini nógvur kavi, og beint fyri klokkan 10 gav hann eftir fyri trýstinum. ­ Eg var uttanfyri og hoyrdi eitt øgiligt buldur. Tá vóru tað nakrir stórir steinar, sum komu oman ímóti bygdini, sigur 25 ára gamla, Jóhanna Hansen í Hattarvík. Hon var skjót við mynda­ tólinum og tók nakrar myndir av avleiðingunum av omanlopinum. Talan var kortini ikki omanlop av slíkari stødd sum ein frættir um úr øðrum londum. Men tað var kortini so mikið stórt, at skaði kom á sethús í bygdini. Tíbetur fyri eigaran av hesum húsunum komu klettarnir ikki gjøgnum húsið, og tí varð skaðin avmarkaður. Men lítil ivi man vera um, at hattarvíkingar fingu ein minni hvøkk í gjár. Sá og hoyrdi Fjarstøðan oman til bygdina var tíbetur stór, eins og fleiri hegn tóku ferðina av klettunum sum komu heilt oman ímóti húsunum. Tað var tó ikki bert Jóhanna sum gjørdist varug við hetta heldur sjáldsama fyribrygdi í náttúruni, sum ein má siga at eitt omanlop nær bygdum øki er. Eisini ein kona, sum var inni í einum húsum, varð varug við hetta. Ja, hon var í roynd og veru eygnavitni til omanlopið. Sum skilst stóð hon í vindeyganum sum vendir niðaneftir, tá hon sá omanlopið nærkast húsum sínum. ­ Har var einki annað at gera hjá teimum enn at leypa á dyr, greiðir Johanna frá. Maðurin, ið átti hini húsini kom til bygdina við tyrlu í gjár, og fekk neglt fyri har neyðugt var. Hetta var so í gjár, men í aðrar mátar gongur lívið sína vanligu gongd í Hattarvík í dag. Sum skilst er hetta ikki fyrstu ferð at slíkt omanlop er í bygdini. Fyri rættiliga mongum árum síðani loysnaði ein stórur steinur oman fyri bygdina, og rakti eini hús, har hann í roynd og veru fór gjøgnum húsini. Fólk var inni í køkinum, men tíbetur hendi eingin mansskaði, hvørki tá ella í gjár. Sá lopið koma og reyk á dyr Harðligt í Irak Álop av ymsum slagi kostaðu 352 irakum lívið í síðsta mánaði. Talan var um 211 sivilfólk, 96 løgreglumenn og 45 hermenn. Februar var sostatt sera blóðigur samanborið við januar, tá 196 fólk doyðu í ymsum álopum. Iraksku myndugleikarnir siga, at 684 fólk vórðu særd í álopum í februar, og av teimum vóru 414 sivilfólk og 155 løgreglumenn. Hinvegin doyðu 52 uppreistrarmenn, og 616 aðrir vórðu tiknir og settir í varðhald. Um vikuskiftið verður tjóðartingsval í Irak, og trygdarkeldur hava ávarað um, at uppreistrarmenn kunnu fara at gera um seg upp undir valið. Ódnarveður í Evropa Ódnarveður hevur kravt í minsta lagi 53 mannalív í Evropa um vikuskiftið. Veðrið var serliga ringt í Frak­ landi, har millum 45 og 50 fólk eru deyð. Umleið ein millión fronsk húski mistu streymin, og terminalurin í Charles de Gaulle­floghavnini í París fekk skaða, so fleiri fráferðir máttu avlýsast. Franski forsætisráðharrin, Fran­ cois Fillon, hevur lýst ódnarveðrið sum eina náttúru­ vanlukku, og Nicolas Sarkozy, forseti, fer at vitja tey ringast raktu økini í dag. Í Spania og Portugal kravdi ódnarveðrið minst fýra mannalív, og í Suðurtýsklandi doyði ein maður, tá ein grein datt oman yvir hann. Hetta er ikki fyrstu, ferð at omanlop er í Hattarvík Mynd: Johanna Hansen Hóast góð fjarstøða er millum bygdina og hamaran oman fyri bygdina, kundi stórur skaði verið, um illa vildi til í gjár Mynd: Jóhanna Hansen