Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-01, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. mars 2010síða 6

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 41 - 1. mars 2010 -Alt skalv, og alt, sum hekk á veggjunum, datt niður. Eg ivað- ist ikki í, at hetta var heimsins undirgang- ur. Tí soleiðis kendist tað, segði ein kvinna í kilska býnum Con- ception, eftir at ein tann harðasti jarð- skjálvtin, sum nakr- antíð er skrásettur, hevði skakað býin JarðskJálvti Árni Joensen: arni@sosialurin.fo Aftur í nátt vaknaðu fólk í Kili av jarðskjálvta. Hesaferð fóru mátingartólini hjá jarðfrøðingunum upp á 6,1. Men tey hava næstan vant seg við hetta nú, tí skjálvtin í morgun var tann 115. síðani tann ógvusliga skjálvtan leyg­ armorgunin, og tá fór Richt­ er­mátarin hjá US Geological Survey upp á 8,8. Higartil hava kilsku mynd­ ugleikarnir fingið váttan fyri, at jarðskjálvtin leygar­ morgunin hevur kravt 711 mannalív, tey flestu í strand­ arbýnum Conception, sum er tann næststørsti í landin­ um. Men Michelle Bachelet, forseti, hevur ávarað um, at talið á deyðum fer uttan iva at veksa, so hvørt sum bjarg­ ingarliðini taka seg fram í teimum rapaðu húsunum. Í nátt noyddist forsetin at biðja herin um hjálp til at tryggja lóg og landaskil í jarðskjálvtaøkinum, eftir at fólk vóru farin at ræna handl­ ar í Conception og øðrum býum. Nú eru 10.000 her­ menn komnir til jarðskjálvta­ økið at forða lógloysinum. Jarðskjálvtin kravdi lut­ falsliga fá mannalív saman­ borið við aðrar jarðskjálvtar. Eitt nú var jarðskjálvtin í Haiti tann 12. januar nógv veikari enn tann í Kili leyg­ armorgunin, men kortini kravdi tann í Haiti nógvar ferðir fleiri mannalív. Frá­ greiðingin er sambært kilsku myndugleikunum, at har eru húsini bygd til at tola jarð­ skjálvta, hóast øll ikki toldu ein so ógvusligan skjálvta sum hendan. Bað um hjálp Tá tíðindastovurnar bóru tíð­ indini um tann harða jarð­ skjálvtan, buðu fleiri lond og felagsskapir sær til at hjálpa myndugleikunum í Kili. Men forsetin, Michelle Bachelet, og kilski ST­sendi­ harrin søgdu, at landið hevði ikki tørv á útlendskari hjálp. Men nú vil Kili kortini hava hjálp til at hýsa teimum nógvu, sum eru vorðin heim­ leys, og sum ikki hava nóg mikið til matna. ­ Vanlukkan er størri, enn tey flestu kunnu ímynda sær, og tað verður eitt ómetaliga tungt tak at byggja landið uppaftur, segði Michelle Bac­ lelet á tíðindafundi í høvuðs­ staðnum Santiago í gjárkvøld­ ið. Hon segði, at Kili tørvar serliga servand bjargingar­ fólk, vatnreinsiskipanir og hjálp til at byggja aftur tær nógvu brýrnar, sum fóru í skjálvtanum. Michelle Bachelet hevur bara fjúrtan dagar eftir í for­ setaembætinum, og tá tekur tann nývaldi Sebastian Pin­ era við. Eygleiðarar siga, at jarðskjálvtin verður ein sera stór avbjóðing fyri tann nýggja forsetan. Teir vísa á, at skjálvtin hevur oyðilagt stórar partar av ídnaðinum og landbúnaðinum í teimum raktu økjunum, og búskap­ arfrøðingar siga, at tað fer at ávirka landsins búskap í fleiri ár. Ávaring virkaði Av tí at jarðskjálvtin var so harður, stúrdu serfrøðingar fyri, at hann kundi senda eina stóra flóðaldu inn at kilsku strondini og út um alt Kyrra­ havið. Summir serfrøðingar væntaðu, at flóðaldan kundi koma upp í einar tríggjar metr­ ar, tá hon fór at koma til Japan, men so varð ikki. Tá aldan kom til Japan, Russlands og Ný Sælands, var hon minni enn hálvan annan metur og gjørdi lítlan og ongan skaða. Tað var tann amerikanski ávaringarstovnurin, sum sendi út flóðalduávaring fyri øll tey 53 londini í og við Kyrrahavið, og hóast flóð­ aldan ikki bleiv so stór, sum fólk stúrdu fyri, eru serfrøð­ ingar og myndugleikar á ein­ um máli um, at ávaringar­ skipanin virkaði eftir ætlan. Í Japan vóru fleiri hundr­ aðtúsund fólk flutt burtur frá strondini, og á Hawaai­oyggj­ unum fingu fólk forboð fyri at fara oman á strendurnar, samstundis sum skúlabørnini fingu frí. Skip og bátar, sum lógu í havn, fingu boð um at loysa og at fara frá landi. ­ Líkasæla er okkara størsti fíggindi, tí sjálvt ein tveir metrar høg flóðalda kann gera sera stóran skaða, segði japanski forsætisráð­ harrin, Yukio Hatoyame, við tíðindafólk, tá hann fekk at vita, at vandin var av. Hildu tað vera heimsins undirgang Jóna Gunnarsson úr Havn var stødd í Santiago í Chile, tá harði jarðskjálvtin rakti landið leygarmorgunum. Tað gingu nakrir tímar, til familjan í Føroyum fekk samband við Jónu, ið hevur tað gott. Jóna fór úr Føroyum 19. august í fjør. Saman við øðrum er hon send út frá trúboðanarfelagsskapinum OM (Operation Mobilisiation) til Santiago, har tey m.a. arbeiða á barnaheim­ um, umframt at tey fáa undirvísing í mentan og sponskum. Jóna kemur eftir ætlan heim aftur úr Chile í juni. mg Jóna Gunnarsson í Santiago Kanada skrásetir skip Flutningsmálaráðið í Kanada kunngjørdi um vikuskiftið, at øll størri skip, sum sigla ígjøgnum ta sokallaðu Útnyrðingsleiðina millum Atlantshavið og Kyrrahavið, skulu lata seg skráseta hjá kanadisku myndugleikunum. John Baird, flutningsmálaráðharri, sigur við kanadisku fjølmiðlarnar, at endamálið við skrásetingini er fyrst og fremst gera tað tryggari hjá skipum, sum sigla ígjøgnum Útnyrðingsleiðina, tí so vita myndugleikarnir, hvørji skip talan er um. Tær nýggju skrásetingarreglurnar koma í gildi tann 1. juli í ár. Spenningur í Norðurírlandi Vandin fyri ófriði og yvirgangi í Norðurírlandi er líka stórur nú sum undir tí 30 ára langa borgarakrígnum millum katolikkar og protestantar. Tað sigur írski løgmálaráðharrin, Dermot Stern. Hann sigur, at spenningurin hevur verið veksandi, og at tað hava verið 13 tilburðir við skotum og bilbumbum teir seinastu seks mánaðirnar. Írski ráðharrin sigur, at teir stóru felagsskapirnir styðja friðartilgongdina, men at smáir bólkar hava sett seg upp ímóti henni. Harafturat hevur tað víst seg, at fleiri av hesum bólkunum arbeiða saman, sigur ráðharrin. Jarðskjálvtin hevur gjørt sera stóran materiellan skaða. Hildið verður, at umleið hálv onnur millión hús og bygningar hava fingið skaða (Mynd: AP) Skjálvtin sendi flóðaldu um alt Kyrrahavið, men hon var lítil og gjørdi yvirhøvur lítlan skaða burtursæð frá í sjálvum Kili og á nøkrum oyggjunum úti fyri kilsku strondini (Mynd: Reuters) Í Conception og øðrum býum hava fólk rænt handlarnar, og í nátt mátti kilska stjórnin senda boð eftir herinum fyri at fáa hann at steðga ránsmonnunum (Mynd: AP)