týsdagur 2. mars 2010síða 2
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 42 - 2. mars 2010
Bæði á Býarbókasavn
inum í Havn og á
Klaksvíkar Bókasavni
læntu fólk munandi
fleiri bøkur í fjør enn
undanfarin ár
Bøkur
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Betri samferðslumøguleikar
og fleiri tilboð hava gjørt
sítt til, at Klaksvíkar Bóka
savn og Býarbókasavnið í
Havn hava havt óvanliga
nógv vitjandi í fjør. Talið á
útlæntum bókum á Klaks
víkar bókasavnið var tað
hægsta nakrantíð og eisini á
Býarbókasavninum
lána
fólk alsamt oftari bøkur.
Stór menning
Á Býarbókasavninum var
talið á útlánum 92.119.Tað
eru uml. 10.000 meira enn
2008. Eisini vaks talið á
vitjandi við eini 4000 í mun
til í fjør.
1. apríl 2009 vóru 40 ár
síðan, at Býarbókasavnið
varð sett á stovn. Ein fram
sýning varð tá sett upp, sum
lýsti virksemið hjá bóka
savninum árini 1969 –
2009. Framsýningin vísti,
at stór menning er farin
fram, serliga aftan á, at
bókasavnið
fekk
teldu
skipan.
Hølisviðurskiftini
vóru
vánalig tey fyrsti árini, men
tá ið hølini hjá teknisku
deildini
hjá
Tórshavnar
kommunu kom upp í 1993,
munaði tað nógv til tað
betra.
Borgarstjórin Heðin Mort
ensen legði á føðingardegnu
upp til, at Býarbókasavnið,
sum í nógv ár hevur havt
sera trongar umstøður, skal
fáa meir pláss. Seinri í 2009
keypti Tórshavnar komm
una allan bygningin, sum
bókasavnið hevur leigað
ein part av hesi 40 árini. Nú
er bert spurningur um tíð,
nær bøtt verður um hølis
viðurskiftini, og bókasavnið
kemur niður á fyrstu hædd
við beinleiðis inngongd frá
Niels Finsens gøtu, vita tey
at siga á Býarbókasavnin
um.
Nógv tilboð
Ymisk tiltøk hava verið fyri
børn t. d. føstulávintsklipp,
teknikapping og summar
kapping,
har
børnini
ummæltu bøkur. Í jólamán
aðinum var Býarbókasavnið
ein partur av tiltakinum: Jól
í miðbýnum og hevði jóla
hugnastovu fyri børn og
vaksin á 1. hædd. Tiltakið
varð rættiliga væl vitjað.
Umframt útlán og lesi
stovu, bjóðar Býarbókasavni
eisini teimum vitjandi at
nýta teldurnar ókeypis. Eis
ini hava tey eitt tilboð, har
starvsfólk koyra út eina
ferð um mánaðan til fólk,
sum vegna rørslubrek ella
annað brek ikki hava møgu
leika at koma á bókasavn
ið.
Verða skúlabókasøvnini
rokna við, var samlaða talið
av útlánum í Tórshavnar
Kommunu í fjør 128.819
bøkur, ljóðbøkur, dvdfilm
ar
Met í Klaksvík
Eisini á Klasvíkar bókasavni
høvdu tey úr at gera í fjør,
har útlánið var tað hægsta
higartil við 26.936 útlánum.
Tað vil siga at útlánið vaks
við heili 2500 í mun til
2008
Á bókasavninum í Klaks
vík hava tey eisini merkt, at
tað hevur verið meira at
gjørt í fjør í mun til onnur
ár. Serliga í sambandi við
uppgávur hjá miðnáms og
fólkaskúlanæmingum, men
eisini í heila tikið hava fleiri
vitjanir verið í ár. Undirsjóv
artunnulin og tað at fleiri
miðnámsskúlar eru í økin
um hevur eisini gjørt, at
nógv fólk úr Eysturoynni
og aðrastaðni í landinum
koma at lána á Klaksvíkar
bókasavni, frætta vit úr
Klaksvík.
Fólk lána meir bøkur
Ongantíð fyrr hava so nógvar
bøkur verið læntar út á Klaks
víkar Bókasavni sum í fjør
Agenda 21 ráðgevi
Starvið sum ráðgevi hjá Agenda 21 stovuni er leyst at søkja.
Á Agenda 21 stovuni fært tú høvi til at
skapa egnar karmar og ávirka arbeiðs-
gongdina á Agenda 21 økinum í Føroyum.
Virksemið á Agenda 21 stovuni er at seta í
gongd lokalar Agenda 21 verkætlanir í
kommununum. Stovan umsitur harumframt
politisk og umsitingarlig netverk í
kommununum.
Í 2010 eru spennandi og avbjóðandi uppgávur
á skránni. Nevnast kunnu t.d.
Fishing for Litter, verkætlan at fáa rusk úr
havinum og til lands
LA 21 og borgarin, verkætlan at inndraga
borgaran í lokala umhvørvisarbeiðið og
Grøna skjalið, at skipa Agenda 21 arbeiðið
í kommununum.
Stovan luttekur eisini í fleirtjóða samstarvi. Í
hesum sambandi má roknast við ferðing
uttanlands.
Agenda 21 stovan heldur til í hølunum hjá
Føroya Kommunufelag í Kvívík.
Vit bjóða eitt starv við spennandi uppgávum
og avbjóðingum:
Arbeiðsuppgávurnar fevna um, at
veita ráðgeving í málum um burðardygga
menning,
gera uppsøkjandi arbeiði,
standa fyri skeiðum og fundum og
fáa samskifti í lag við brúkarar.
Vit vænta, at tú m.a. hevur:
viðkomandi útbúgving frá hægri lærustovni
ella aðra útbúgving og royndir, sum kunnu
sammetast við hesa
umsitingarligar royndir
kunnleika til kommunal viðurskifti
hollan kunnleika at samskifta, bæði í skrift
og talu, á føroyskum, donskum og enskum
hegni at arbeiða sjálvstøðugt, samstarva og
vera málsøkjandi.
Setanarviðurskifti:
Starvið verður sett 1. april ella skjótast
gjørligt. Roknast má við, at til tíðir verður
neyðugt at arbeiða uttanfyri vanliga
arbeiðstíð.
Løn samb. avtalu.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at
venda sær til Bergmann Finnsson
ráðgeva, á tel.: 590 766 ella
agenda@fkf.fo.
Les meira um virksemið á Agenda 21
stovuni á www.fkf.fo.
Umsókn:
Umsókn við prógvum, CV og viðmælum,
skal vera Føroya Kommunufelagi í hendi í
seinasta lagi mánadagin 8. mars 2010 kl.
13:00.
Føroya Kommunufelag
frammi í Gerði 1
340 Kvívík
Skrivstova Føroya Kommunufelags er nýliga
nútímansgjørd og í vøkrum náttúruumhvørvi.
Arbeiðsumhvørvið er óhátíðarligt og nýmótans
hentleikar til taks.
Agenda 21 stovan er samstarv millum Føroya
Kommunufelag, Innlendismálaráðið og
kommunurnar. Føroya Kommunufelag stovnaði
Agenda 21 stovuna í 2004.
Føroya Kommunufelag er felagskapur, sum virkar fyri áhuga-
málum hjá kommununum og umboðar limirnar mótvegis
landinum og útlendskum kommunufelagsskapum. Felagið
umboðar 23 kommunur.