Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-02, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. mars 2010síða 4

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 42 - 2. mars 2010 Jón Joensen, bóndi í Bø, átti besta turra kjøtið, tá kjøtsmakking var á Hotel Føroyum leygarkvøldið. – Skalt tú hava gott kjøt, mást tú røkja tað væl og hava góðan hjall, heldur bíggjarbóndin TurT kjøT Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Gott og væl 200 fólk sótu til borðs á Hotel Føroyum leygarkvøldið, tá kjøt frá sjey ymsum bóndum kring landið skuldi smakkast og metast, so bóndin við besta kjøtinum kundi vinna heiðurin og ein sera snøggan fjallstav, sum fylgdi við. Tá avtornaði, var tað kjøtið frá Jón Joensen, bónda í Bø, ið gjørdist vinnari av kappingini. Av teimum tilsamans 233 gestunum við borðið leygar­ kvøldið atkvøddu 58 fyri hansara kjøti, og tað svaraði til fjórðuhvørja atkvøðu. Men kappingin var hørð, tí beint undir kjøtinum hjá bíggjarbóndanum var kjøtið frá Magnusi Svarthamar á Skælingi, ið fekk 56 atkvøður, og á triðja plássi var Jørmund Zachariasen úr Hesti við 38 atkvøðum. Hvussu plaseringarnar vóru hjá hinum fýra bóndunum, varð einki sagt um. Fjallstavurin brúkast Jón Joensen var fegin um sigurin, tí hann helt tað vera so javnt, at torført var at taka dagar ímillum teir sjey kjøtbitarnar, veljast kundi ímillum, tá atkvøðast skuldi. – Men tað eydnaðist mær so at atkvøða fyri mínum egna kjøti, tá eg sjálvur skuldi seta krossin. Har vóru onkrir bitar, tú ikki ivaðist í, men so vóru onkrir, sum vóru øgiliga javnir, so tað var ringt at siga, hvat var best, sigur bíggjarbóndin, ið sjálvur hevur eitt boð uppá, hvussu gott kjøt fæst: – Ja, tað ræður um at røkja kjøtið væl og hava góðan hjall, og so er at ganga og pilka við tað so av og á. Tað verður altíð misjavnt, hvussu gott kjøtið er, men nú tað er kapping, so er sjálvandi tað besta valt burturúr. Vinningurin var ein vak­ urt útskorin fjallstavur, sum Jón Joensen tó ikki bara ætlar at hava til pynt, nú hann hevur fingið hann. – Hetta er ein fínur fjall­ stavur, fyrsta floks. Sjálvur havi eg altíð fjallstav við mær, tá eg fari í hagan, og nú eri farin at eldast so mikið nógv, at eg má skunda mær at brúka hann. Hann skal ikki bara standa til pynt, tí hann er so væl gjørdur, at hann verður góður at brúka, sigur hann. Somu dygdir Fimm ár eru liðin, síðani Hotel Føroyar síðst tók stig til slíka kjøtsmakking og kapping, men sum skiltist á lagnum í gjárkvøldið, er ætlanin nú at hava hetta tiltak á hvørjum ári. Kanska enntá við einum slagi av undankapping, so tað er besta kjøti úr hvørjum øki í landinum, sum sleppur at kappast. Fyri fimm árum síðani, tá Hotel Føroyar skipaði fyri hesum tiltaki fyrstu ferð, var tað kjøtið frá Lauru Joensen og Pálli í Dalsgarði í Skálavík, sum vann. Til stuttleika kann nevnast, at metingin av smakki, liti, lukti og øðrum, sum serfrøðingar høvdu gjørt undan kappingini, vísti, at vinnandi kjøtið nú og fyri fimm árum síðani fekk næstan nett somu meting! Besta turra kjøtið er úr Bø Jón Joensen, bóndi í Bø, átti besta kjøtið, og fyri tað handaði Anna Rubeksen, forkvinna í Bóndafelagnum, honum millum annað ein snøggan fjallstav Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir Soleiðis komu teir sjey kjøtbitarnir inn á borðið, og so skuldu fólk velja sær tann besta og atkvøða fyri honum Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir Yvir 200 fólk vóru leygarkvøldið við sum »veljarar« á Hotel Føroyum, tá besta turra kjøtið skuldi veljast Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir Noktar seg sekan Sviin Per Mikael Ljungman, sum er ákærdur fyri umfatandi svik í tí sonevnda IT Factory­málinum í Danmark, noktaði seg sekan, tá rættarmálið ímóti honum byrjaði í Keypmannahavn í gjár. Danska ákæruvaldið vil vera við, Per Mikael Ljungman var partur av svikinum, sum fyrrverandi stjórin í IT Factory, Stein Bagger, hevur fingið sjey ára fongsul fyri. Men Ljungman sigur seg vera ósekan, og verji hansara sigur, at Stein Bagger lumpaði Ljungman. Verður har kortini dømdur sekur, kann hann fáa upp í 12 ára fongsul. Nógv arbeiðsleys í ES Arbeiðsloysið í ES­londunum veksur støðugt. Tølini fyri januar vísa, at tá var arbeiðsloysið 9,5 prosent, og tað var 0,8 prosentstig meiri enn fyri einum ári síðani. Tað merkir, at 22,9 milliónir ES­borgarar eru arbeiðsleysir. Arbeiðsloysið er sera ymiskt frá einum landi til annað. Í Letlandi er tað heilt uppi á 23 prosentum, í Spania er tað 19 prosent, men í Eysturríki og Niðurlondum er tað niðri á ávikavist 5,3 og 4,2 prosentum. Tann størsti vøksturin í arbeiðsloysinum tað seinasta árið hevur verið í Letlandi, meðan tann minsti vøksturin hevur verið í Týsklandi.