Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-12-22, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. desember 2001síða 26

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 248 - 22. desember 2001 51 Stjóri til P/F Fiskaaling Søkt verður eftir stjóra til P/F Fiskaaling. Hevur tú hug til stórar avbjóðingar, eitt ábyrgdarfult, viðkomandi og mennandi starv innan føroysku alivinnuna, kunnu vit bjóða tær alt hetta, umframt góðar arbeiðsumstøður og møguleika at menna teg víðari. Viðkomandi, ið settur verður, hevur ábyrgdina av at felagið við atliti til endamálið verður ment handilsliga. Høvuðsuppgávurnar hjá P/F Fiskaaling eru fylgjandi: • at gera vísindaligar royndir í samband við aling av fiski, skeljadýrum v.m. herímillum skapa møguleikar fyri aling av møguligum nýggjum fiska- og skeljasløgum • at gera royndir við nýggjum aliøkjum • við kynbótaarbeiði at bøta um føroyskt alitilfar og við sølu av framleiðslum burtur úr hesum spjaða framgongdina skjótast gjørligt til vinnuna • at reka vinnuligt virksemi innan virksemisøki felagsins P/F Fiskaaling rekur vinnuligt virksemi innan kynbótaarbeiði við laksum og sílum, og framleiðir felagið 2000 - 3000 litrar av laksarognum árliga umframt nakað av sílarognum. Ynskiligt er at umsøkjarin hevur fylgjandi førleika: • útbúgving frá hægri lærustovni • góð leiðslu- og samstarvsevni • royndir at standa fyri vinnuligum virksemi • evni at seta fyriskipanir í verk • kunnleika til fíggjarstýring • kunnleiki til alivinnuna og til lívfrøði er ein fyrimunur. Setanartreytir Arbeiðsstaðið kemur at vera Við Áir, har P/F Fiskaaling hevur høvuðsskrivstovu. Starvið verður sett skjótast gjørligt, men vit hava møguleika at bíða nakað eftir rætta viðkomandi. Lønin verður ásett eftir nærri avtalu í mun til útbúgving og starvsroyndir. Vilja tygum hava nærri upplýsingar um starvið, kunnu tygum seta tygum í samband við Janet Fríðu Johannesen, nevndarformann tlf. 319685, fartlf. 212211 ella við telduposti: jj@atlanticon.fo. Umsókn Umsókn við avriti av prógvum og møguligum ummælum, skal sendast til Janet Fríðu Johannesen, co/ Atlanticon, Bryggjubakki 4, Postboks 263, FO-110 Tórshavn, í seinasta lagi 27. desember 2001. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. P/F Fiskaaling er partafelag, har Føroya Landsstýri eigur allan partapeningin. P/F Fiskaaling hevur virsemi Við Áir, í Nesvík, í Skopun og í Hesti. Samlaða starvsfólkatalið er 25. Samlaði umsetningurin í felagnum seinastu árini hevur verið umleið 25 mill. kr. P/F Fiskaaling stendur fyri kynbótaarbeiði við laksi og sílum. Endamálið við kynbótaarbeiðnum, er at ala fram ein frískan fisk, sum hevur best møguligar eginleikar, soleiðis at føroyska alivinnan er betur kappingarfør á altjóða marknaðinum. Arbeitt verður eisini við at menna kalva og onnur nýggj fiskasløg til føroysku alivinnuna. Næstu árini er ætlanin at leggja stóran dent á granskingarætlanir, sum náttúrliga hoyra undir virkisøki felagsins. Meira fæst at vita um felagið á www.fiskaaling.fo. team 85 • 316511 Sosialurin - 311820 Uppliva tí heilt serligu pannuna ið gevur allar fyrimunir! GASTROLUX FØROYAR 350 Vestmanna • Tel. 42 45 99 • Fartel. 21 55 99, 21 75 99 Steiking heilt uttan feitt Slettir minst møguligt Løtt at reingera - sápa skal nýtast Brennir aldrin matin Klødd við nikkelfríum lagi 5 ára garanti til privatnýtslu Lívslangt garanti móti skeivleikum -tann -tann feittfr feittfría pannan a pannan -tann feittfría pannan Um hetta hevur tín áhuga, ring til okkum og vit senda tær ein faldara Nor›urlandahúsi› í Føroyum Sí SVF tekstvarp s. 650 Hósdagin 27/12-01 hevur stovnurin avgreiðslu frá kl. 13.00-16.00 og fríggjadagin 28/12-01 er av- greiðsla frá kl. 13.00-15.30. Stuðulsstovnurin Hoyvíksvegur 72 Postrúm 3279 110 Tórshavn E-mail: studul@studul.fo Lesið Sosialin 51 50 Nr. 248 - 22. desember 2001 KPMG statsaut. revisorar Sp/f Postsmoga 3258, FO-110 Tórshavn, Tel 34 34 34, Fax 34 34 35 Roknskaparleiðari til Faroe Cold Stores Fyri Faroe Cold Stores í Vági verður søkt eftir roknskaparleiðara at byrja 1. februar 2002. Faroe Cold Stores rekur eina frystigoymslu, felagið tekur sær eisini av lossing og lasting av skipum. Starvið fevnir um: · alt vanligt bókhaldsarbeiði · gerð av fíggjarætlanum · gerð av mánaðar- og ársroknskapum · umsiting av goymslustýring, og · luttøku í marknaðarføringini av virkinum v.m. Talan er um eitt áhugavert og sjálvstøðugt starv. Tann, sum settur verður, skal hava: · góðan kunnleika til bókhald · kunnleika til Concorde, Word og Excel · evni at arbeiða sjálvstøðugt · góðan kunnleika til enskt í skrift og talu, og · góð samstarvsevni Lønin verður sett eftir nærri avtalu við atliti til royndir og útbúgving. Umsókn við upplýsingum um royndir og útbúgving verður at senda til KPMG statsaut. revisorar Sp/f skjótast til ber ella í seinasta lagi 15. januar 2002. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Súna Schwartz Jacobsen ella Finnbjørn Zachariasen. Starvið Umsøkjarin Umsóknin FØROYA BETONG SAGING Gerðisvegur • 620 Runavík • Tel. 447543 • Fax 448898 v/Hjaltur Tausen Sosialurin - 311820 VEGG SAGING Hurðar,vindeygu, veggir, garðar o.a. GÓLV SLÍPING GÓLV SAGING Rennir, keiøki, asfalt, upptøka og burturbeining o.a. HOL SAGING Frá Ø 24 mm. til Ø 450 mm. GÓLV FRESING Nýggj tænasta til allar havnir í Føroyum. Nú bora vit eisini hol í allar støddir av dekkum til fríhold. Hús í Klaksvík til sølu Ognin matr. nr. 685 Nýggivegur 1, Klaksvík, til sølu um hóskandi boð fæst. Grundøkið er ca. 550 m2. Hetta eru eini timburhús ca. 60 m2 í trimum hæddum. Húsini eru upprunaliga bygd í 1950’unum, men gjøgnum tíðina fingið fleiri umvælingar. Tlf. 457791 Aðalfundur verður í Norðurlandahúsinum fríggjadagin tann 28. desember 2001 kl. 10.00 við hesi dagsskrá: a) Val av fundarstjóra b) Frágreiðing formansins um virki felagsins í farna ári c) Framløga og góðkenning av grannskoðaðum roknskapi d) Val av nevndarlimum og eykalimum e) Val av grannskoðara og tiltaksmanni f) Ásetan av limagjaldi og formansløn g) Ymiskt Føroya Skipara- og Navigatørfelag Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. P/F 1247, P/F Byggiservice, 480 Skáli. Nevnd: Farin úr nevndini: Hjørleif Gaard, 690 Oyndarfjørður (formaður), Kaj Olsen, 480 Skáli, Elizabeth Olsen, 480 Skáli og Sólgerð Gaard, 690 Oyndarfjørður. Innkomin í nevndina: Niclas Joensen, Kálvagerði 1 (formaður), William Sand Davidsen, 210 Sandur og Aðalstein Hallgrímsson, Fljótasel 27, IS-109, Reykjavík. Stjórn: Farin frá sum stjóri: Kaj Olsen, 480 Skáli. Innkomin sum stjóri: Jón Danielsen, Folagerði 1, 100 Tórshavn. Grannskoðari: Farin frá sum grannskoðari: Grannskoðarastovan, 480 Skáli. Innkomin sum grannskoðari: KPMG statsaut. revisorar Sp/f, Staravegur 17, 100 Tórshavn. Skráseting Føroya tann 20. desember 2001 Kristin Balle _____________________ C M Y K 50