týsdagur 2. mars 2010síða 8
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 42 - 2. mars 2010
Leygarkvøldið
20. mars verður
hugnaligt tiltak
fyri øllum, sum
hava áhuga fyri
ættargransking og
siðsøgu
Ættargransking
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað er ikki yvir at dylja, at
tað er ein hópur av fólki,
sum
hevur
áhuga
fyri
ættargransking og siðsøgu.
Og leygardagin 20. mars
verður høvi hjá teimum at
hittast, tí tá verður skipað
fyri hugnaligum tiltaki fyri
øllum, sum hava áhugað fyri
ættargransking og siðsøgu.
Tiltakið verður í skúla
høllini í skúlanum í Trongis
vági og ætlanin er, at tað
skal vara allan dagin.
Jonny Dimon og Torgir
Strøm, sum eru tveir av fyri
reikarunum, siga, at tiltakið
er lagt soleiðis til rættis, at
tað skal bera til hjá fólki
norðanfjørðs at koma suður
við Smyrli leygarmorgunin
og sleppa norður aftur um
kvøldið.
Smyril fer av Havnini
klokkan sjey á morgni og
sostatt byrjar tiltakið klokk
an 10 um morgunin við
morgunmati. Klokkan16 er
døgverði, so at tey, sum
ikki hava hug at gista, skulu
lukkast norður aftur við
Smyrli klokkan 18.30.
Umframt, at fólk fáa høvið
at práta saman, har mesta
prátið uttan iva mest verður
um slag og slekt, verða eisini
nakrir fyrilestrar á skránni,
har áhugaverd fólk fara at
tosa um ættargransking og
fara at fortelja um ymiskt
siðsøguligt.
Tað er kortini ikki heilt
vist enn, hvørjir fyrilestrar
haldararnir vera.
Men fyri at vita, hvussu
nógvum fólkum, morgun
matur og døgverði skal ger
ast til, er neyðugt at melda
til.
Ættarkærir føroyingar hittast til hugnaliga løtu
smyril
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tey, sum hava siglt við
Smyrli seinastu dagarnar,
hava varnast, at hann hevur
ikki verið heilt so friðarligur
í sjónum, sum hann plagar.
Orsøkin til tað er tann
einfalda, at annar stabilisa
torurin er óvirkin í løtuni.
Men eykalutirnir komu
til landið í gjárkvøldið og
samstundis komu serfrøð
ingar frá verksmiðjuni eis
ini til Føroyar og teir eru nú
umborð á Smyrli og gera
umvælingina.
Conrad Gaard Joensen,
rakstrarleiðari á Strand
ferðsluni, sigur, at tá ið
vikuskiftið fer at nærkast,
eru umvælingarnar lidnar
og so virka báðir stabilisat
orarnir aftur.
Tað er nú ein mánaði síð
ani at stabilisatorurin í bak
borði gekk fyri og síðani
hevur Smyril siglt við ein
um stabilisatori.
Tað hevur gjørt, at tá ið
veðrið ikki er gott, hevur
hann rullað eitt sindur verri
enn hann plagar.
Rakstrarleiðarin sigur, at
serfrøðingur frá verksmiðj
uni vóru umborð á Smyrli
og kannaðu málið og tað
vísir seg at tað eru legur og
ein bóltur, sum eru farin.
Hann sigur, at hetta eru
slitlutir, sum farast við tíð
ini, men í hesum føri hevur
tað víst seg sum um, at teir
slítast skjótari enn væntað.
Tað kemst helst av at stab
ilisatorarnir verða lagdir
inn og koyrdir út fleiri ferðir
um dagin og tað er ikki van
ligt.
Eftirsum hetta hevur víst
seg at verða ein trupulleiki,
bindur Strandferðslan um
heilan fingur og skiftir lutir
nar út á hinum stabilisator
inum samstundis.
Sostatt verða báðir stab
ilsatorarnir umvældir fyri
at sleppa undan brekum aft
ur.
Søgur hava gingið um, at
orsøkin til at stabilisatorurin
fór, var, at yvirmaðurin á
brúnni gloymdi at leggja
teir inn, einaferð Smyril
skuldi leggja at og at teir
sostatt tóku í bryggjuna.
Men hetta avsannar rakstr
arleiðarin. Hann sigur, at
kavari kannaði stabilisator
in, men har var onki, sum
bendi á, at hann hevði tikið
í nakrastaðni. Hann heldur
eisini, at høvdu teir tikið í,
hevði skaðin verið nógv
størri enn hann er.
Tekniskt brek á
Smyrli umvælt
til vikuskiftið
Smyril hevur bara ein
stabilisator í løtuni og tað ger,
at tað er ikki so makligt at
sigla, tá ið veðri ikki er gott.
Men nú eru bæði eykalutir og
serfrøðingar komnir til landið
Ukraina nærri ES
Tað hevur vakt ans, at tann nývaldi forsetin í Ukraina,
Viktor Janukovitj, valdi at leggja sína fyrstu uttanlandsferð
til Bruxelles heldur enn til Moskva. Á tíðindafundi í gjár
ásannaði Janukovitj, at samstarvið millum Ukraina og ES
fer at hava ávirkan á samstarvið millum Ukraina og
Russland. Formaðurin í ESnevndini, Jose Manuel
Barroso, segði, at samstarv millum Ukraina og ES forðar
ikki samstarvi millum Ukraina og Russland ella øvugt. Á
fundinum viðgjørdu teir eitt uppskot um eina
fríhandilsavtalu millum ES og Ukraina.
Stabilisatorarnir á Smyrli verða nú umvældir og um
vikuskiftið rigga báðir aftur