týsdagur 2. mars 2010síða 9
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 42 - 2. mars 2010
Annar av litavunum,
sum vórðu varðhalds
fongslaðirí Føroyum
í november, tí nógv
sterk rúsevni vórðu
funnin í bili teirra,
er nú fluttur til Dan
markar at sita. Politi
ið vil ikki hava teir at
tosa saman
Rúsevni
Randi Jacobsen
randi@sosialurin.fo
Fyrst í november komu
tveir litavar til Føroya við
bili. Teir skuldu víðari til
Íslands sama dag, men tað
sluppu teir ikki, tí tollvaldið
hevði illgruna um, at rús
evni vóru í bilinum.
Tá ið bilurin nakrar dagar
seinni varð pilkaður sundur,
varð komið fram á eina
stóra nøgd av rúsevnum, og
menninir vórðu varðhalds
fongslaðir. Rætturin gjørdi
av, at teir skuldu sita
avbyrgdir, og tað hava teir
gjørt síðan.
Men seinast varhalds
fongslingin skuldi leingjast,
vildi rætturin ikki, at teir
skuldu sita avbyrgdir í
meira enn tvær vikur aftrat.
Hinar báðar vikurnar skuldu
teir sita varðhaldsfongslaðir
sum vanligt.
Í seinastu viku gekk tíðin
við avbyrgingini út, og fyri
at sleppa undan, at menninir
fingu høvi at práta saman,
varð annar maðurin fluttur
til Danmark at sita víðari
varhaldsfongslaður.
Kriminalpolitiið
sigur
sum minst um hetta málið,
ið hevur samband til onnur
lond, m.a. til Íslands, har
tríggir litavar sita varhalds
fongslaðir, skuldsettir fyri
at vera ætlaðu móttakarunum
av rúsevnunum.
Frægari her
Sum skilst hevur annar av
litavunum, sum hava sitið í
Føroyum, ikki havt tað gott
við at sita avbyrgdur. Hesin
maðurin situr framvegis í
Føroyum, tí hildið verður,
at hann hevur tað frægari
við at sita í Føroyum enn í
einum donskum varðhaldi.
Enn er kriminalpolitiið
ikki komið á mál í kanning
unum av málunum.
Menninir hava alla tíðina
noktað seg sekar, og tað
leggur upp til, at teir skulu
fyri eitt nevningating.
Tað tekur sína tíð at fyri
reika nevningating, tí nýgg
ir nevningar skulu í hvørjum
einstøkum føri peikast út.
Málið kann tí í fysta lagi
koma fyri rættin í apríl,
heldur Bergleif Brimvík,
leiðari á kriminaldeildini.
Sita í hvør
sínum landi
Vil hava færri vápn
Fær amerikanski forsetin, Baravk Obama, sín vilja, skal
USA hava munandi færri kjarnorkuvápn enn nú. Ein
týðandi embætismaður í amerikonsku umsitingini sigur við
AP, at forsetin hevur ætlanir um at skerja amerikonsku kjar
norkuvápnagoymslurnar munandi. Embætismaðurin sigur,
at forsetin og umsiting hansara eru júst nú í ferð við at
endurskoða tann amerikanska kjarnorkupolitikkin.
Sambært embætismanninum fer USA framhaldandi at hava
nóg mikið av kjarnorkuløðingum, til at tað kann ræða
onnur frá at brúka slík vápn ímóti USA ella amerikonsku
máhugamálum.
2010 verður metár
Higartil hevur norska alivinnan útflutt 33 prosent meiri av
laksi enn um somu tíð í fjør, og fólk í vinnuni vænta, at
útflutningurin fer at seta nýtt met í ár. Dagens Næringsliv
skrivar, at norska alivinnan væntar sær nógv burtur úr tí
veksandi marknaðinum í Russlandi, og at møguleikarnir
tykjast eisini vera góðir í USA. Í hesum viðfangi vísir
blaðið á, at í januar var laksaútflutningurin til USA næstan
tríggjar ferðir størri enn í janur í fjør. Tann stóra framgongd
in í norska laksaútflutninginum er ein avleiðing av, at laksa
útflutningurin hjá Kili er minkaður niður í ein fjórðing
orsakað av sjúku.
Síðani seinasta heyst
hava fiskimenn
fingið nógvan
vanskaptan tosk á
einum Stórfjørðinum
í Vesturnoregi. Nú
er málið endað
á borðinum hjá
kriminalløgregluni
UmhvøRvi
Árni Joensen:
arnisosialurin.fo
Norska
fiskivinnustýrið
hevur illgruna um, at talan
kann vera um tosk, sum er
sloppin úr ei nari alistøð. Er
tað rætt, kann talan vera um
álvarssaman
umhvørvis
kriminalitet, sigur kring
varpið NRK.
Myndugleikarnir
hava
tikið DNAroyndir av tosk
inum, men hóast fleiri áheit
anir hevur fiskivinnustýrið
sýtt fyri at almannakunngera
úrslitið av royndunum. Tað
er nú latið kriminalløgregl
uni sum møguligt próvtilfar
í málinum.
Storfjord Torsk AS er tað
einasta alifelagið, sum alir
tosk á Stórfjørðinum, men
felagið hevur alla tíðina
hildið uppá, at tann van
skapti toskurin er ikki úr
teirra ringum. Felagið sigur,
at tað hevur ikki mist tosk
tey seinastu fýra árini.
Kriminalløgreglan dugir
ikki at siga, nær hon kann
koma við einum úrsliti, tí
sjálvt kanningararbeiðið í
málinum er ikki byrjað
enn.
Norska kriminalpolitiið
kannar vanskapta toskin
Toskurin er fullkomiliga avskeplaður, og mong
bíða við spenningi eftir at fáa at vita, hví so er
(Mynd: Fiskeridirektoratet)