týsdagur 2. mars 2010síða 10
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 42 - 2. mars 2010
StjóraSkifti
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tá móttøka var á Havstovuni
seinasta fríggjadag, hevði
Sosialurin stutt prát við
nýggja stjóran, Eilif Gaard
og við fráfarandi stjóran,
Hjalta í Jákupsstovu, sum
vit fara at venda aftur til í
hesi grein.
Samstarv úteftir
Eilif Gaard er doktari í hav
lívfrøði og hevur starvast á
Havstovuni síðan 1987.
Eg fari at leggja stóran
dent á at hava eitt tætt sam
band út til tey fólk í sam
felagnum, ið hava brúk fyri
teirri vitan, sum Havstovan
fær til vega. Eg fari at hava
eitt tætt samband við vinn
una og samfelagið annars.
Eg fari at kunna um okkara
úrslit, lurta og kjakast.
Hvørjar vónir hevur tú
um, at politiska skipanin í
størri mun enn í dag fer at
fylgja fiskifrøðiligari ráð
geving, so vit kunnu sleppa
undan boykottum í Bret
landi?
Eg havi vónirnar um, at
vit fara at koma okkum
burturúr hesum trupulleika.
Tað má og skal eg hava. Vit
gera tað vit kunnu fyri at
gera eitt gott og haldbart
fakligt arbeiði og upplýsa
so væl, sum vit kunnu. Eg
havi vónir um, at tað verður
betri á hasi síðuni, sigur
Eilif Gaard.
Væntar tú so, at sam
starvið millum ráðgeving
og politiskar myndugleikar
við tær sum stjóra verður so
mikið gott, at vit sleppa
undan boykottum?
Ja, sum eg segði, havi
eg vónir um tað, leggur
hann aftrat.
Eilif Gaard vísir á, at tað
er ”trendurin” allastaðni utt
anum okkum, at brúkarar
seta krav til, at burðardygg
troyting fer fram av tilfeing
inum.
Hetta síggja vit alla
staðni, og tað síggja vit
eisini í Føroyum. Hetta má
til, og eg havi virkuliga vón
ir um, at vit fara at kunna
loysa hesi viðurskifti nógv
betri frameftir, sigur nýggi
stjórin.
Styrkt grundarlag
Eilif Gaard verður annars
róptur faðirin at gróður
kanningunum, sum hava
eini 20 ár á baki.
Vit spurdu tí, um Havstov
an við hesum kanningum
aftrat øðrum regluligum
kanningum hevur eitt enn
betri grundarlag at byggja
sínar metingarnar um fiska
stovnarnar á?
Jú, Havstovan hevur eitt
nógv betri grundarlag at
byggja sínar metingar á,
enn hon nakrantíð áður hev
ur havt. Fakligi førleikin er
størri, enn hann hevur verið
nakrantíð frammanundan.
Gróðurkanningarnar
eru
eitt av reiðskapunum, sum
vit brúka og fara at brúka
meiri aktivt frameftir eisini,
sigur nýggi stjórin.
Batar á veg
Hvussu metir Eilif Gaard,
at støðan er við toskaog
hýsustovninum, nú hann
tekur við stjórastarvinum?
Toskaog hýsustovnarnir
eru rættiliga lágir í løtuni.
Her hevur verið vánalig til
gongd fleiri ár á rað. Men
seinastu tvey árini hava
verið væl betri enn miðal.
Vit høvdu tí væntað, at
toskaog
hýsustovnurin
fóru at mennast, og øll tekin
eru nú um, at so verður. Tað
sær soleiðis út, at nakrir
góðir árgangir eru á veg inn
an hesi fiskasløg, sigur Eil
Fakligi førleikin
hjá Havstovuni
størri enn áður
Nýggi stjórin á Havstovuni er doktari í havlívfrøði og
hevur starvast á Havstovuni síðan 1987. - Eg fari at
leggja stóran dent á at hava eitt tætt samband við tey
fólk í samfelagnum, ið hava brúk fyri teirri vitan, sum
Havstovan fær til vega. Eg fari at kunna um okkara
arbeiði og úrslit, lurta og kjakast, sigur Eilif Gaard
- Eg eri púrasta avkláraður,
nú fari úr stjórastarvinum,
og eg ivist onga løtu í, at Eilif
Gaard verður ein góður stjóri,
sum ikki nýtist ráð frá mær til
hesa uppgávu, sigur Hjalti í
Jákupsstovu
Mynd: Vilmund Jacobsen
- Havstovan hevur eitt nógv betri grundarlag at byggja sínar metingar á, enn hon nakrantíð áður hevur hav
frameftir eisini, sigur Eilif Gaard, stjóri á Havstovuni
Illir fiskimenn
Nú um dagarnar gingu fiskimenn úr øllum USA mótmælis
gongu uttan fyri tinghúsið Capitol í Washington, har teir
kravdu, at politikararnir skulu broyta fiskiveiðireglurnar.
Síðani 2007 hava myndugleikarnir ásett reglur, sum skulu
verja fiskastovnarnar og byggja teir upp, og tað hevur skert
møguleikarnar hjá nógvum fiskimonnum. Fiskimenninir
halda ikki, at tann vísindaliga rilráðingin, sum myndugleik
arnir lurta eftir, er bein. Politikararnir siga harafturímóti, at
tað tekur tíð at byggja stovnarnar uppaftur, men at tað fer
at gagna vinnuni og samfelagnum í seinna enda.
Russi keypir bløð
Russiski ríkmaðurin Alexander Lebedev er í ferð við at keypa
meirilutan av partabrøvunum í enska blaðnum The Independent.
Tað skrivar russiska tíðindastovan ITARTass. Sambært
tíðindastovuni fær hann meirilutan fyri eitt sterlingpund, men
afturfyri skal hann binda seg til at seta fleiri milliónir pund í
blaðið, sum er í stórum fíggjarligum trupulleikum. Tann 50 ára
gamli Lebedev eigur frammanundan enska blaðið The Evening
Standard, sum hann eisini keypti fyri eitt sterlingpund. Áðrenn
hann fór at gera íløgur, var Alexander Lebedev oberstur í loyniligu
russisku løgregluni KGB.