Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-02, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. mars 2010síða 16

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 42 - 2. mars 2010 tíðindi «Stórur vandi er fyri at vit hvørva í teirri stóru kommununi«. Hetta tykist vera niður støðan hjá fleiri av smærru kommununum í Norð oyggjum AnAlysA Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Norðoyggjar: Tað verður hvørki sjálvboðið ella gleði liga, at fýra av smærru kommununum vilja leggja saman við Klaksvík. Hetta er greitt eftir eina spyrjirundu til borgarstjór­ arnar í Fugloy, Kunoy, Hvannasundi og Viðareiði. Frá hesum kommunum verður greitt boðað frá, at tær ikki hava nakrar ætlanir um at leggja saman við ta størru. Men tann stóri spurning­ urin er kortini, um tað í roynd og veru eru tær, ið sleppa at taka hesa av ­ gerðina, ella um ikki landið sjálvt tekur hesa avgerðina fyri tær. Bæði Veronika Petersen í Hvannasundi, John Dam­ berg í Kunoy, Hans Jákup Kallsberg á Viðareiði og Zacharias Zachariassen í Fugloy eru ivasom til sam­ anleggingar. Ein spurningur í hesum sambandi er tann fíggjarligi. Tað verður ikki beinleiðis sagt, men tað skilst kortini, at onkrar av kommunum eiga nakað av peningi á bók. Og henda vilja tey sleppa at ráða yvir og brúka á heimstaðnum, áðrenn nøkur samanlegging kemur uppá tal. Felags fyri tey er kortini tað, at spurningurin um sam anlegging er ikki bein­ leiðis viðgjørdur enn. Men hugsandi er, at tá til stykkis kemur, sleppa tey ikki at velja, men verða tvungin sam an í eina stóra komm­ unu. Ella sum Veronika Peter­ sen tekur til: – Ein vil ráða sær sjálvum, so leingi sum gjørligt! Húsar: Tilgongd Málið um at savna allar oyggj arnar norðanfyri í eina einstaka kommunu ­ um hon so kemur at eita Klaksvíkar kommuna, Norð oya kommuna ella okkurt heilt triðja – er aftur vorðið aktuelt. Hesaferð var tað bygda ráðið í teirri lítlu Húsa komm unu, ið fevnir um bygd irnar Húsar og Syðra dal á Kalsoynni, sum fekk málið fram aftur. Á býráðsfundi í Klaks ­ vík fyri viku síðani, var eitt upp skot til viðgerðar, har Húsa kommuna ynskir eina tilgongd sum skal enda við eini samanlegging við Klaks vík. Býráðsfundurin í Klaks­ vík kom til ta niðurstøðu, at farast skal undir ein til ­ gongd við samanlegging millum báðar kommunurnar fyri eyga. Men dentur varð sam­ stundis lagdur á, at ein eig­ ur ikki at skunda sær við hesum máli. Tí var eingin tíðarfreist ásett, nær tað enda liga skal verða av ­ greitt. Sum skilst hevur hetta mál ið verið til umrøðu í Húsa kommunu eitt tíðar­ skeið, men fyrst nú er líkt til, at verulig gongd er kom­ in á tað. Nevnast kann, at framm­ anundan eru hinar báðar bygdirnar í oynni – Mikla­ dalur og Trøllanes – longu partur av Klaksvíkar komm­ unu. Hvannasund: Kortanei Hetta við samanlegging er ikki eitt nýtt mál í Norð­ oyggjum. Fleiri kommunur eru Fá vilja leggja saman við Klaksvík – Ein vil ráða sær sjálvum sum longst, sigur Veronika Petersen, borgarstjóri í Hvannasundi ” Eg havi skilt, at skulu tey (fólkið í Svínoy, blaðm.) skifta eina peru út í einum lyktapela, so mugu fólk úr Klaks­ vík út hagar at gera tað. Fyrr gjørdu tey tað sjálvi (Zacharias Zachariassen, Fugloy) ” Vit kunnu ikki taka støðu fyri ella ímóti nøkrum, fyrrenn vit vita, hvat vit skulu taka støðu til (Hans Jákup Kallsberg, Viðareiði)