týsdagur 2. mars 2010síða 19
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
tíðindi
Nr. 42 - 2. mars 2010
Um vikuskiftið var
ársins fyrsta »Ung í
Føroyum« stevnan í
Norðurlandahúsinum
UNG Í FØROYUM
Tey ungu skriva
»Ung í Føroyum« er ein
heilt serlig mentanarhend
ing, har ung í aldrinum 13
til 18 ár sleppa at geva sítt
boð uppá, hvat ungdóms
mentan er. Í ár vóru seks
verksmiðjur við tónleiki,
dansi, sirkusi, myndlist,
design og skriving.
Vit lata her tey ungu
sjálvi greiða frá uppliving
um. Teksturin sæst eisini á
www.ungiforoyum.info
»Eitt sindur í fýra seinna
partin fríggjadagin byrjaðu
ung fólk at streyma til til
Norðurlandahúsið. Ung í
Føroyum 2010 er farið í
gongd.
Klokkan hálvgun seks
setti
mentamálaráðharrin,
Helena Dam á Neystabø tað
fantastisku innanhýsissýn
ingina við ótrúligum pall
framførslum og spennandi
verkum á listaframsýng.
Frágreiðing frá Miðla
bólkinum
frá
pallfram
førslunum.
26. februar 2010
Innanhýsis palls
ýningar
Fyrst á senuna var Helena
Dam á Neystabø, lands
stýriskvinna í mentamálum,
sum setti stevnuna, og aftan
á hana kom Sasho Magnus
Bjartsson upp á senuna.
Sasho spældi klaver og
sang ein sang. Sasho hevur
sjálvur lært seg at spæla
klaver og hann sang sangin
Lívsmynd hjá Frændum
fyri okkum.
Aftan á hann komu Rakul
Nielsen og Anna Malan
Jógvansdóttir. Rakul og
Anna Malan kalla sín bólk
fyri Stolen. Tær ganga til
Hiphop, og fríggjadagin
dansaður tær okkum ein
dans, ið tær sjálvar høvdu
koreografera.
Nummar fýra á senuni
vóru Berlinerne. Tað vóru
Bjørk Búadóttir Tórgarð
og Barbara Eysturoy, ið
mimaðu ein sjónleik fyri
okkum, sum tær kallaðu
Rósan. Hana dámdi mær
sera væl og tað giti eisini, at
hini gjørdi tí tað bleiv
klappa og rópt. Ikki bara til
tær, men eisini til Sasho,
Rakul og Anna Malan.
Jóhann Egholm Vørmadal
var nummar fimm á senuni,
og
hann
skuldi
spæla
klassiskan guitar, ein sang
ið eitur Romance de amor.
Jóhann hevur spælt guitar í
2 ár. Tá hann kom út á
senuna og byrjaði at spæla,
bleiv kvirt. Hasin sangurin
var heilt fantastiskur og
ljóðaði simpelthen so væl!
Aftaná Jóhann var liðugur
at spæla og hevði fingið
nógv klapp og nógv floyt,
bleiv ein filmur, ið tvilling
arnar Daniel og Nikolaj
Jensen hava gjørt, vístur á
stórskíggja. Filmurin kallast
Plads Til Alle.
Filmurin handlaði um at
vera einsamallur og filmaði
ein “emo” drong, ið var
einsamallur
allaðstaðnis,
har hann var, og til endan
komu nógv fólk og klemm
aðu hann. Tað setti sikkurt
nógvar
tankar
ígongd.
Filmurin var ordiliga væl
gjørdur og var spennandi
og stuttligur at síggja.
Nú kom Laila í Dali upp
á scenuna. Laila hevur
sungið alt sítt lív og hon
elskar at syngja. Fríggja
kvøldið skuldi hon syngja
sangin Hurt hjá Christina
Aguilera. Laila var ordiliga
nervøs, tá hon stóð á
scenuni og kláraði seg væl.
Men eg veit, og sikkurt
eisini onnur, at hevði hon
ikki veri nervøs, so hevði
hon sungið heilt fantastiskt,
sum hon altíð plagar.
Lilja Luid kom aftaná, og
hon skuldi lesa eitt brot úr
eini søgu, ið hon sjálv hevur
skrivað. Søgan eitur Tey
gomlu húsini. Søgan handl
ar um ein drong, ið flytur
inn í eitt nýtt hús saman við
familju síni. Hann finnur
útav at húsini spøkja, og
fyri 30 árum síðani var ein
gamal maður deyður inni
har. Restin av søguni hekk
úti á Listaframsýningin, so
at tey sum høvdu hug kundi
lesa hana lidna.
Búgvi Johannesen var
aftaná og skuldi eisini spæla
guitar. Eisini hevur hann
spælt guitar í 2 ár, men
hann skuldi eisini syngja.
Hann
sang
og
spældi
sangin: Fari mín egna veg
hjá Finnuri Jensen. Hann
dugdi ógvuliga væl at bæði
spæla guitar og syngja, og
eg haldi, at eitt lítð smíl
legðist á øll andlit, tá hann
sang setningin “tá fuglurin
fleyg, bleiv reyvin reyð, tað
er okey, tað er okey”.
Lealand var aftaná við
sanginum What If. Tað vóru
Drós Reinert Joensen og
Synnøva V. Magnussen, ið
mannaðu bólki. Synnøva
spældi guitar og sang og
Drós sang eisini. Tær høvdu
sjálvar gjørt sangin.
Tá tær vóru lidnar og øll
høvdu klappa og rópt, var
tað Mixdans, ið fór uppá
pallin. Tann bólkurin var
mannaður av gentunum Lív
Rúnadóttur Gjógvará og
Mariu Viderø Danielsen.
Tær hava báðar dansað og
gjørt fimleik í nøkur ár og
fóru at vísa ein koreografi,
ið tær sjálvar høvdu gjørt.
Knurr var síðsti bólkur
áðrenn pausuna. Tað vóru
Kristianna
M.
Egholm,
Kristian Larsen, Magnus
Borgarlíð Hansen og Teitur
Thorleifsson ið vóru við í
hesum bólkinum. Tey skuldi
bæði
syngja
og
spæla
sangin Viva la vida hjá
Coldplay.
Nú var farið út á stein
gólvið, har listaframsýn
ingin var sett upp. Har vóru
bæði fotomyndir, tekningar,
málningar klæði og skulp
turar at síggja. Meðan vit
hugdu eftur myndum var
har frukt og yogurt at fáa.
Aftan
á
pausuna
var
Rebekka Petersen fyrst á
pall. Hon spældi guitar og
sang ein sang, ið hon sjálv
hevur skrivað. Hon hevur
sungið í nógv ár og sjálv lært
seg at spæla guitar. Sangurin
hjá henni æt Mín Sangur.
Gunnbjørg
Amondsen
var næst og læs eina yrking
upp, ið æt Friends. Gunn
bjørg var ræðuliga nervøs,
men hon kláraði tað ræðu
liga væl, og hennara yrking
var øgiliga góð.
Maria Ronnadóttir var
aftaná Gunnbjørg og bæði
spældi og sang sangin Hurt
hjá Johnny cash.
Aftaná kom aftur ein
filmur hjá tvillingunum
Daniel og Nikolaj Jensen.
Hesin filmurin var kallaður
Syltetøj, og handlar um ein
gamlan mann, ið ikki fær
sitt syltetøjsglas upp. Hesin
filmurin var “ýber” skegur
:D
Tshukahara
var
næsti
bólkur, ið hevði manningin
Kristina Thede Johansen og
Sissal Drews Hjaltalin við.
Kristina spælur Saxofon og
Sissal Klarinett.
So var tað bólkurin Brel,
ið gjørdi ein ótrúligan
góðan sjónleik, ið kom upp
á senuna. Tað vóru Randi
Karlotsdóttir, Ester Just
inussen, Borgný Súsonnu
dóttir Hansen og Laila
Mote, ið skuldi frammføra
leikin, men Laila var vorðin
sjúk, so Sasho M. Bjartsson
var komin at spæla fyri
hana.
Bjarni Falkvard Joensen
var næstur og skuldi spæla
eina guitar solo fyri okkum
øllum. Sjálvur hevur hann
spælt guitar í 5 ár.
Næsti bólkur var Exten
sions við Turið L. Justinus
sen og Vár Samuelsen. Tær
báðar gera filmeik og dansa
og vístu okkum eina koreo
grafi sum tær sjálvur høvdu
gjørt.
So var tað Rakul Hansen.
Rakul Hansen gjørdi eina
óvanliga performance. Hon
sang sangin I Will Follow
you Into the Dark hjá Death
Cab for Cutie. Men tá hon
kom upp á senuna kom hon
leiðandi í hond við vert
inum, við bind fyri eygunum
og einum guitarkassa í
hondini. Hon setti eg upp á
á stólin og byrjaði at spæla
upp á guitarkassan, meðan
hon sang, og í bakgrundini
spældi ein akustiskur guitar
á fløgu.
Rannvá Næs Hoydal læs
síðani eina søgu hjá sær
upp sum æt Prinsurin. Tað
var ein søga, ið hon skrivaði
um ein nyk.
Og
síðst
vóru
tað
Nölsinga Qoggurnar við
manningini Saga Nadezda
Elpida Kapna, Sissal Drews
Hjaltalin og Laura Edit
Tórhalsdóttir í framførdu
sangin Pimp my WHAM
pire.«
Ung í Føroyum
í Norðurlandahúsinum