Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-03, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. mars 2010síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 tíðindi Nr. 43 - 3. mars 2010 Sjey mánaðir eru gingnir, síðan trol­ bát urin Sigrun varð tikin fyri ólógligan fiskiskap. Málið er fram vegis ikki komið fyri rættin ÓlÓgligur fiskiskapur Randi Jacobsen randi@sosialurin.fo 3. august í fjør varð trol­ báturin Sigrun úr Saltangará tikin. Hann kom til lands, og skiparin varð ákærdur fyri at hava fiskað ólóg liga. Í fyrsta umfari góðtók skiparin sektaruppskoti, sum var, at hald varð lagt á veiðu og reiðskap, og bótin til skiparan var 100.000 krón ur. Men málið endaði ikki har. Ákæruvaldið kom við nýggjum kravi, sum var, at reiðaríið skuldi seta eina millión krónur í veð fyri at kunna loysa Sigrun aftur. Tað noktaði reiðarin, tí hann hevði ikki tann pen­ ing in. Orsøkin til hetta kravið var, at ákæruvaldið hevði illgruna um, at Sigrun fleiri ferðir hevði fiskað ólógliga, og so fór eitt drúgt kann­ ing ararbeiði í gongd. 28. desember var ákæru­ valdið liðugt við ákærusitið, sum var 15 blaðsíður, og har eru 18 ákærur um ólóg­ ligan fiskiskap, frá januar í fjør fram til fyrst í august, tá ið Sigrun varð tikin. Finn Ougaard, varafúti dugir ikki at siga, hví máls­ viðgerðin hevur tikið so drúgva tíð, tí hann hevur ikki verið inni í málinum fyrr enn nú. Reiðarin Jónsvein Knud­ sen skilir einki av nøkrum av tí seinu málsviðgerðini. – Frá tí at Sigrun varð tikin, og til ákæruritið kom, hoyrdu vit millum lítið og einki frá ákæruvaldinum, sigur hann. Fleiri spurningar Reiðarin vísir ikki aftur, at Sigrun fiskaði ólógliga, og var tað so, var í lagi at revsa hann. – Men hví skuldi hetta mál ið draga so nógv út? Hví ikki bara lata hann fáa sektina og so lata hann fara út aftur? spyr Jónsvein Knud sen. Ta fyrstu vikuna lá Sigrun í Leirvík, síðan varð hann fluttur til Klaksvíkar, har ætlan var at klassa hann. Sigr un liggur framvegis í Klaks vík. Av og á hava teir hugt til bátin. Jónsvein Knudsen valdi næstan beinanvegin at siga menninar, sum nýttir vóru a bátinum, upp, soleiðis at teir kundu koma undir ALS. Løgið Hann hevur nú mist allar vónir um at kunna gera Sigrun út aftur. Jónsvein Knudsen hevur stutt sagt slept endanum og boðað bankanum frá tí. Hann heldur mangt løgið vera í hesum málinum. Tað fyrsta var, at ákæruvaldið fyrst gav bátinum vanliga sekt, men síðan kravdi, at reiðaríið skuldi veita eina millión krónur í trygd. – Og tá ákæruritið kom, var ikki bara skiparin men eisini eg sum reiðari ákærd­ ur. Reiðariið, sum ákært er, eitur Sp/f á Heygnum. Sigrun stendur í 16 milli­ ónum, og persónliga hev ur Jónsvein Knudsen mist 3,6 mió. krónur, sum hann setti i skipið, tá ið tað varð keypt. Ógreitt er, nær málið um trolbátin Sigrun kemur fyri rættin. Tað verður eingin fong ur fyri ríkiskassan, at báturin verður seldur á tving silssølu, tí so nógv skuld er í honum Sigrun fer undir hamaran Tá ið Sigrun varð kallað til lands, fór hann til Leirvík og lá har eina viku. Síðan hevur hann ligið bundin í Klaksvík Reiðarin Jónsvein Knudsen hevur slept endanum Snýta tað almenna Sambært fíggjarætlanini hjá norsku stjórnini fær ríkis­ kassin 190 milliardir norskar krónur í meirvirðisgjaldi í ár. Tað svarar til 20 prosent av øllum inntøkunum hjá ríkiskassanum. Men í veruleikanum skuldi talið verið nógv størri, sigur Jørgen Kosmo, sum er ríkisgrann­ skoðari. Hann sigur við NRK, at reglurnar eru soleiðis háttaðar, at tær næstan eggja fólki at snýta, og sjálvur heldur hann, at ríkiskassin missir einar 30 milliardir norskar krónur um árið, tí fólk og fyritøkur snýta við meirvirðisgjaldinum. Møguleikar í íshavinum Klimabroytingar merkja, at donsk reiðaríir nú síggja ein møguleika í at sigla frá Atlantshavinum til Stillahavið umvegis sonevndu land nyrðingsleiðina norður um Russland. Tað annars óframkomiliga økið er byrjað at gerast ísfrítt um sumrarnar og tað merkir, at reiðaríini kunnu sigla tann vegin heldur enn tann longra og vandamiklara vegin gjøgnum Miðalhavið, Suez­kanalina og Adén­víkina, har hópurin av sjórænarum liggja upp á lúr. Tað skrivar danska blaðið Politiken. Arbeiðs tíð­ in kostaði mest Hummarmálið kost­ aði ríkiskass an um 100.000 krónur í sak­ førara útreiðslum føroya rættur Randi Jacobsen randi@sosialurin.fo Ákæruvaldið, fýra sak­ før arar og Føroya rættur brúktu nógva orku uppá sakarmálið móti tveim­ um journlistum, einum fotografi og einum hummarafiskara fyri ávikavist at hava etið og borðreitt við livandi hummara á eini fiski­ vinnu framsýning í Før­ oyum í mai 2005. Ákæruvaldið legði út við at geva hesum fýra monnum og eini donsk­ um fotografi 1000 krón­ ur í bót fyri djórapínslu. Danski fotografurin rind­ aði beinanvegin bót ina, men hinir noktaðu seg sekar, og so fór eitt størri arbeiði í gongd við nógvari brævskriving og fleiri rættarfundum. Í heyst vórðu teir allir frídømdir, og ákæru vald­ ið skeyt ikki málið inn fyri hægri rætt. Sambæt upplýsingum frá fútaskrivstovuni og ein um frídømdum vóru sakføraraútreiðslurnar 100.000 krónur. Annars vóru ongar ser ligar útreiðslur, tí eingi vitni komu til Før­ oya at vitna, og danski fotografurin og sakførari hansara komu ikki til Før oya á nakran rættar­ fund. Ongar ferðaútreiðslur vóru tí. Serfrøðin bæði í Før­ oy um og í Danmark fingu nakrar spurningar um hummarar, men tað kostar einki at spyrja al ­ mennar stovnar, upplýsir Finn Ougaard, varafúti. Ógjørligt er at gera upp, hvat málið í tíð kostaði ákæruvaldinum og dómsvaldinum, men tímarnir vóru ómetaliga nógvir, sum ákæruvaldið og dómsvaldið hava brúkt.