mikudagur 3. mars 2010síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 43 - 3. mars 2010
Nú skal ein umfatandi
kanning setast í verk
fyri at vita um allir
løgmenn hesi síðstu
16 árini hava misrøkt
sínar skyldur
Kanningar
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Vit mugu vita, um tað er
galið við lógini, ella um tað
er galið við løgnanni.
Tað er orsøkin til, at
Magni Laksáfoss og aðrir
løgtingslimir nú royna at
fáa nóg stóra undirtøku í
Løgtinginum til at seta ein
kanningarstjóra at kanna
virksemið hjá øllum teimum
fýra løgmonnunum, sum
hava sitið, síðani nýggja
stýrisskipanin kom í gildið
í 1994.
Talan er um løgmenninar
Edmund Joensen, Anfinn
Kallsberg, Jóannes Eides
gaard og Kaj Leo Johanne
sen.
Hesi seinastu árini hevur
tað ferð eftir ferð víst seg,
at landsstýrið brúkar nógv
meiri pening til ávís enda
mál, enn tað er játtað á
fíggj arlógini.
Hetta er eisini ein meir
nýtsla, sum landsgrann
skoð arin ferð eftir ferð
hevur átalað, men tað hevur
ikki hjálpt so nógv.
Eisini
landsstýris mála
nevndin hevur staðfest, at
landsstýrisfólk hava brúkt
pengar ólógliga.
Hinvegin verður staðfest
í stýrisskipanarlógini, sum
kom í gildi í 1994, at tað er
løgmaður, sum hevur eftirlit
við virkseminum hjá lands
stýrisfólkunum.
Men tað eru fleiri løg
tings limir sum nú reisa
spurn ingin við um teir
ymsu
løgmenninir
hesi
árini hava verið sína upp
gávu vaksnir og hava røkt
sína eftirlittskyldu so væl,
sum lógin krevur.
Fyri at fáa slíkan kann
ing arstjóra, skulu 14 ting
limir skriva undir eina
áheit an á formansskapin
um at seta hann og so skal
formansskapurin seta kann
ingarstjóra
Tað eru góð útlit fyri, at
neyðug undirtøka fæst fyri
eini slíkari áheitan for
mans skapin, tí tað eru eisini
tinglimir úr samgonguni,
sum hava skrivað undir,
um framt at meginparturin
av andstøðuni, kanska øll
andstøðan, skrivar undir.
Av
samgongulimunum
høvdu Magni Laksáfoss og
Edmund Joensen skrivað
undir í morgun, men fleiri
tinglimir úr andstøðuni eis
ini høvdu skrivað undir.
Nú varð upplýst í tingin
um í gjár, at fíggjarstýringin
batnar, tí í 2008 var meir
nýslan 158 milliónir, men
fyribils tøl vísa, at í fjør var
hon bara 20 milliónir. Hví
er tað so neyðugt at brúka
pengar upp á ein kann
ingarstjóra, tí ið tað gongur
rætta vegin?
– Vit halda, at tað hevur
stóran týdning at fáa hetta
staðfest, hví fíggjarstýringin
er so linlig, um tað veruliga
er so,at løgmenninir hava
mis røkt sína skyldu, ella
um tað er stýriskipanin,
sum ikki er nóg nágreiniliga
orðað á hesum øki, sigur
Magni Laksáfoss.
– Veruleikin er, at lands
stýrið hevur brúkt pening í
heimildarloysi, uttan at tað
verður rættað og tí er neyð
ugt at staðfesta, hvør hevur
skyldina.
Hann sigur, at tí verður
nú roynt at fáa undirtøku í
Løgtinginum fyri at fáa ein
kanningarstjóra at kanna
hesi viðurskiftini út í æsir
fyri at vita um tað veruliga
eru løgmenninir, sum ikki
hava røkt sína skyldu ella
um tað er stýrisskipanin
sum ikki er nóg nágreiniliga
orðað.
– Tá ið tað er staðfest, ber
til at taka tey stig, sum eru
neyðugt fyri at bøta um
fíggjarstýringina.
Hann sigur, at einasta
orsøk til, at tað hevur gingið
rætta vegin, er, at tinglimir
úr andstøðuni hava lagt
trýst á samgonguna og tað
endaði við, at Hans Pauli
Strøm noyddist at leggja frá
sær í fjør.
Fleiri fátækir danir
Tey seinastu fimm árini er talið á fólki við lítlari inntølu
minkað støðugt í ESlondunum, men nú vísir ein nýggj
kanning, at tað sama er ikki hent í Danmark. Samstundis
vísa tøl hjá Arbejdernes Erhvervsråd, at tað eru meiri enn
200.000 fátæk fólk í Danmark í dag. Tað er umleið
30.000 fleiri enn fyri einum ári síðani, og tað er størsti
vøksturin eftir einum ári í nýggjari tíð, skrivar Politiken.
Tølini vísa eisini, at talið á fátækum dønum er vaksið 50
prosent síðani 2001. ES hevur lýst 2010 sum fátækraár,
og danska stjórnin kemur í morgin við einari verkætlan
fyri stríðið ímóti fátækradømi í Evropa.
Postverkið avlop
Hóast tað íslendska samfelagið hevur verið og er í djúpari
kreppu, megnaði landsins postverk at hava avlop í
rakstrinum í fjør. Roknskapurin, sum júst er kunngjørdur,
vísir, at fyritøkan hevði 92 milliónir íslendskar krónur í
avlopi í 2009 ímóti 79 milliónum krónum árið fyri.
Roknskapurin vísir eisini, at inntøkurnar vóru 3,7 prosent
minni í fjør enn í 2008. Leiðslan í íslendska
postverkinum sigur, at bræv og pakkaflutningurin eru
minkaðir nógv síðani seinasta ársfjórðing í 2008, og
leiðslan væntar eisini minni flutning í komandi tíð.
R&G Learn Music
eitur tónleikaátakið,
sum Guðrið Hans
dóttir og unnusti
hennara Regin
Dalsgaard hava sett
ígongd í Kambodja
TÓnLEiKUr
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Tey hava sett ein tón leika
skúla á stovn, keypt gittarar
og sett ein tónleikalærara í
full tíðarstarv. Á tónleika
skúl anum fáa eini 50 børn
møguleika at læra gittar spæl.
Verkætlanin fer fram á stað
num Siem Reap í sam starvi
við kirkjuna á stað num.
– Tað var tankin um at
geva børnum ein møguleika
at fáast við tónleik, sum
fekk okkum til at taka hetta
stig, sigur Guðrið Hans
dóttir, sum við komandi
hjúnafelagnum Regini W.
Dalsgaard hevur ment og
tikið stig til hetta tiltak, ið
eisini leggur dent á at før
leikamenna børnini, so at
tey kunnu fáa eina betri til
veru í einum landi, har
framtíðarútlitini eru ómeta
liga døpur.
– Sjálv havi eg frá barns
beini havt ómetaliga stóra
gleði av mínum tón leika
virksemi,
og
vónandi
kunnu hesi børnini eisini
fáa okkurt burtur úr tón
leika undirvísingini, sigur
Guðrið, sum í hesum døg
um hevur úr at gera. Ein
ferð til USA stendur fyri
framman, og síðani skulu
hon og Regin giftast.
Føroyingurin, Reimund
Langgaard, arbeiðir sum
volontørur
fyri
Heima
missi ónini hjá Siem Reap
Ministries, og hann letur
heilsa, at spenningurin um
nýggju verkætlanina er sera
stórur, og væntar hann, at
nógv fara at taka av ókeypis
tilboðnum um guitarundir
vísing.
Fyri
umleið
tveimum
árum síðan gjørdi Heima
missiónin av at fokusera
uppá eitt missiónsøki, og
gera eyka stóran mun har,
heldur enn at verða virkin í
fleiri
ymsum
londum.
Fyrsta landið, sum Heima
missi ónin valdi at seta
fokus á, var Kambodja.
Magni Laksáfoss og aðrur
tinglimir vilja hava at
vita um tað er galið við
løgmanni ella um tað er
galið við lógini
Guðrið Hansdóttir virkin í Kambodja
Fýra løgmenn skulu
nú kannast og vigast