mikudagur 3. mars 2010síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 3. mars 2010 – Nr. 43 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 21
SÍ-ÍF í annaðkvøld
Upprunaliga skuldi dysturin millum SÍ og ÍF í Eik-liguni
hjá monnum verið spældur leygardagin, men av tí at
serliga ÍF hevði fleiri spælarar við í FM-kappingunum
hjá mansunglingum, var hann útsettur. Dysturin verður
í Sørvági í annaðkvøld klokkan 20.30, og tá fær SÍ aftur
møguleikan at nærkast hinum FM-finalistinum, Mjølnir,
sum við einum dysti meira er trý stig frammanfyri
StÍF-Stjørnan í kvøld
Í kvøld klokkan 20 verður ein dystur í ítróttarhøllini á Skála, har
kvinnurnar hjá StÍF taka ímóti Stjørnuni. Hetta er seinasti
dysturin í hesum umfarinum, og tá hann er spældur, hava øll
liðini í Sunset-kappingini verið í gongd 17 ferðir. Stjørnan kann
styrkja sær oddasessin við sigri, meðan StÍF – skuldi sensatiónin
verið har – kann koma upp á sama stigatal sum VÍF á fjórða
plássi.
Við trygga sigrinum á
VÍF í gjárkvøldið, kundu
kvinnurnar hjá Neistanum
tryggja sær bronsuna í
Sunset-kappingini
Tað hevur leingi ligið í luftini, at
Neist in fór at strúka avstað við
bronsu heiðursmerkjunum í Sunset-
kappingini, tí liðið hevur verið væl
betri enn tey niðaru liðini, sam-
stundis sum tað ikki er eydnast
Neis tanum at fáa somu dygd í
spælið sum tey bæði ovaru, Stjørnan
og Tjaldur. Í gjárkvøldið fekst so
eisini matematisk vissa fyri, at
Neistin endar á triðja plássi.
Kvinnurnar hjá VÍF, ið hava verið
eitt tað positivasta íkastið til kapp-
ing ina í vetur, vitjaði Neistan á Hálsi,
men her gjørdist tað ongantíð so
spennandi, at stórvegis ivi var um,
hvønn veg dysturin fór. Tað var nokk
so javnt fyrstu løtuna, men so fór
Neistin frá VÍF, ið ongantíð av álvara
fekk fatur í heimaliðnum aftur.
Hálvleiksstøðan
var
15-8
til
Neistan, sum tó rendi seg í málturk
ta allarfyrstu løtuna av seinna hálv-
leiki, tá VÍF gjørdi ein vørr. Eina løtu
var støðan 16-12, men so fór Neistin
aftur avstað og gav ongantíð VÍF
møgu leikan at koma innaftur í
dystin. Heldur ikki, tá Neistin síðstu
løtuna gav fleiri av teimum møgu-
leikan, ið annars ikki hava spælt so
nógv.
Serliga í verjuspælinum vísti
Neist in góðar taktir, og ein spælari
sum Liljan Djurhuus hjá VÍF, ið plagar
at vera góð fyri nógv mál, fekk bert
tvey mál í opnum spæli, tí paradurnar
hjá Neistanum tóku tað nógva.
Føroyska kvinnulandsliðið
í fótbólti hevur í sterku
kappingini í Portugal
ferð ast í fremsta fót bólts-
umhvørvi, ið hugsast kann.
Í dag spæla tær ímóti
Eystur ríki um 11./12. pláss í
kappingini
Longu frammanundan var greitt, at
sterka kappingin í Algarve í Portugal
var ein ovurhonds stór avbjóðing, tí
í hesi kapping eru øll tey fremstu
kvinnulandsliðini í heiminum. Og
hóast Føroyar komu í veikasta bólk-
in saman við Portugal, Rumenia og
Eysturríki, so vísti tað seg, at hesi lið
vóru ivaleysa sterk.
Eisini vóru fyrireikingarnar darv-
að ar av kava, so dystarvenjingn ikki
hevur verið tann stóra, umframt at
hini londini um hetta mundið eru
mitt í sínum kappingum. Kortini
hava føroysku fótbóltskvinnurnar
gjørt sítt besta og eru við góðum
treysti farnar á vøllin at stríðast við
yvirmaktina.
Í dag spæla tær seinasta dystin á
Portugal-ferðini, sum er í 11./12.
pláss í kappingini, og verður spælt
ímóti Eysturríki, sum kvinnurnar
vóru í bólki saman við og tí longu
hava spælt ímóti eina ferð. Hóast
hugburðurin hevur verið góður og
viljin tað sama, eru ikki stórvegis
vónir um annað enn aftasta pláss í
kappingini.
Sterk mótstøða
Fyrsti dysturin í bólkaspælinum var
mikudagin ímóti portugisisku vert-
unum, sum løgdu hart út beinan-
vegin. Serliga fyri steðgin var Portu-
gal nógv betri og fekk fýra av teim-
um fimm málunum, ið góvu 5-0
sig urin. Beinanvegin í seinna hálv-
leiki økti Portugal, men so tóktist
tað, sum føroysku kvinnurnar ment-
ust og enntá komu til onkran mál-
møguleika, uttan tó at fáa nakað
mál burturúr.
Í øðrum dystinum var talan um
eina uppgerð við Eysturríki, sum
Før oyar traditionelt hava givið stóra
mótstøðu. So var eisini, tí bæði Heidi
Sevdal og Rannvá Andreasen høvdu
næskar royndir, men uttan at fáa
mál. Í staðin fekk Eysturríki tvey mál
fyri steðgin og eitt aftaná, so talan
gjørdist um ein 3-0 sigur. Føroyar
vóru ikki so væl við í seinna hálvleiki,
men vardu kortini væl.
Síðsti dysturin í bólkaspælinum
var mánadagin, tá Føroyar taptu 1-5
fyri Rumenia, eftir at støðan í hálv-
leikinum hevði verið 0-0. Men bein-
an vegin eftir steðgin fekk Rumenia
tvey mál, og løtu seinni eydnaðist
Olgu Kristinu Hansen at minka um
munin. Í fyrra hálvleiki og langt inn í
seinna hálvleik var ikki stórvegis
mun ur á liðunum, men ímóti end-
anum skrædnaði, so Rumenia fekk
trý mál aftrat og vann greitt.
Talan hevur samanumtikið verið
um sera sterka mótstøðu, og til
samanberingar kann nevnast, at
kvinnulandsliðið undan hesi kapp-
ingini bara hevur tapt ein av teimum
10 dystunum, tað hevur spælt síðstu
tvey árini.
Fótbóltskvinnurnar aftur ímóti Eysturríki
Hondbóltur
Sunset-kappingin
vunnin
tapt
mál-
dystir
v
-
j
-
t
mál
mál munur
stig
1
Stjørnan
16
14
-
1
-
1
468
320
148
29
2
Tjaldur
17
14
-
1
-
2
499
382
117
29
3
Neistin
17
10
-
0
-
7
451
411
40
18
4
VÍF
17
5
-
0
-
12
406
477
-71
10
5
StÍF
16
4
-
0
-
12
379
477
-98
8
6
VB
17
2
-
0
-
15
361
497
-136
4
Neistin-VÍF 30-20 (15-8):
Neistan tekur bronsuna
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan
Hansen
Kvinnurnar hjá Neistanum
tryggjaðu sær bronsuna í
Sunset-kappingini, tá tær í
gjárkvøldið vunnu trygt á VÍF
Mynd: Álvur Haraldsen
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan
Hansen
Føroyska liðið, sum byrjaði dystin ímóti Eysturríki, ið var tann
seinasti í bólkaspælinum niðri í Portugal
Mynd: FSF