Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-04, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. mars 2010síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 tíðindi Nr. 44 - 4. mars 2010 Fjepparar hjá Uriah Heep eiga leygarkvøldið á Seglloftinum á Tvøroyri, tá bólkurin Deiggj skipar fyri hugnakvøldið við tónleiki hjá legendariska bólkinum frá sjeytiárunum TÓNLEIKUR Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Leygarkvøldið stendur í tekninum hjá legendariska Uriah Heep, sum Heep eiga eitt ótal av fjepparum í øll­ um aldri her á klettum, og sum er eitt av teimum orkestrum, ið megnar, ikki einans at varðveita, men eisini framhaldandi leggja afturat sínum fjepparaskara. Tónleikur teirra er tíðar­ leysur, og sæst hetta eisini í øðrum londum kring okk­ um. Eitt nú verður hvørt ár skipað »Heepvention« til­ tøkum, ið eru tiltøk, ið Uriah Heep fjepparar fyriskipa. Í hesum sambandi hevur Deiggj verið á konsertferð bæði í Spania og Finlandi. Deiggj høvdu spældu eisini saman við John Lawton frá Uriah Heep. ­ Vit hava ta stóru gleði at kunna bjóða suðringum, før­ oyingum og Heep­fjeppar­ um sum heild, til eitt ógloymandi kvøld á Segl­ loftinum. Kvøldið verður fyriskipað sum eitt hugna­ kvøld við lekrari buffét frá kønu hond Annu Kirstins, siga fyrireikararnir. Limirnir hava í Deiggj seinastu valt at dyrkað tann klassiska rockin hjá Uriah Heep. Ikki tí limirnir í bólk­ inum hava allir sera ymisk­ an tónleikasmakk, men felags er gamli rocktón­ leikurin frá sjeytiárunum. Manningin í Deiggj er Dennis Lave, sang, Páll Lave, guitar og kór, Pætur Dam, hammond og tan­ gentar, Fróði Vestergaard, guitar og sang, Sverri Heinesen, bassguitar og kór og Rani H. Christiansen á trummum. Uriah Heep kvøld á Seglloftinum Tvøroyri Politiið hevur skuldsett ein mann í 20 árunum fyri løgna innbrotið í húsunum hjá Bergtóru Poulsen á Kósini í Klaksvík. Maðurin sigur seg hvørki minnast eitt ella annað INNbRoT Randi Jacobsen randi@sosialurin.fo Politiið í Klaksvík heldur seg nú vera komið eitt stig nærri við at uppklára inn­ brotið, sum varð gjørt í húsini hjá Bergtóru Poulsen á Kósini í Klaksvík sunnu­ náttina 14. februar. Mikudagin varð ein maður mitt í 20 árunum handtikin og avhoyrdur í nakrar tímar. Maðurin kundi hvørki játta ella av­ nokta seg sekan, tí hann segði seg ikki minnast nak­ að petti frá tí náttini. Hann hevði verið so dýrandi full­ ur, segði hann við politiið. Eftir avhoyringina varð maðurin latin leysur, men hann varð skuldsettur fyri at hava framt innbrotið. Innbrotið tóktist so løgið, ti einki varð tikið úr húsun­ um annað enn seingjarklæð­ ir og slíkt, og innbrotmað­ urin hevði latið undirklæði síni liggja eftir í húsunum. Av tí at maðurin einki veit frá tí náttini, hevur poli­ tiið bara teknisku prógv­ inini at halda seg til. Um prógvini so peika ímóti ella frá manninum. Nýggjar blóðroyndir verða nú tiknar av manninu­ m, og tær royndirnar verða so samanbornar við royndir­ nar, sum tiknar vóru á staðn­ um beint eftir innbrotið. Hans Djurhuus, sýslu­ maður í Klaksvík sigur, at høvdu fjølmiðlarnir ikki víst hesum málinum so stóran áhuga, hevði verið torført at loyst gátuna. Øll umrøðan hevur gjørt sítt til, at politiið hevur fingið fráboðanir frá fleiri fólkum. Tað eiga tey stóra tøkk fyri, sigur Hans Djurhuus. Politiið fekk eina frá­ boðan, sum vísti á henda mannin, og fráboðanin sam­ anborin við ymiskar tekning­ ar kanningar, fekk politiið til at fara eftir manninum. Nú heldur politiið fram við kanningum sínum. Skuldsettur fyri innbrotið Deiggj í Finnlandi í august í 2009. Teir spældu til »Easy livin'in Salo« í býnum Salo í Finnlandi: Fróði, Páll, Sverri, Dennis, Rani og Pætur Obama mist tolið Barack Obama, forseti, leggur nú av álvara trýst á republikanararnar fyri at fáa teir at taka undir við uppskoti hansara um nýskipan á heilsuøkinum. Í gjárkvøldið segði hann, at kann Kongressin ikki taka sær annað skinn um bak og samtykkja heilsunýskipanina, er hann til reiðar at gera tað. Við hesum sipaði hann til tað, sum amerikanararnir kalla "reconcilliation", og sum gevur demokratunum møguleikan at avgreiða uppskotið til lóg, sjálvt um teir ikki hava avgjørdan meiriluta í Kongressini. Bæði demokratiskir og republikanskir forsetar hava brúkt hendan møguleikan fyrr, skrivar AP. Harður eftirskjálvti Klokkan tvey í nátt var ein harður eftirskjálvti mið­ skeiðis í Kili. Hann var 6,1 á Richter­stiganum. Síðani tann harða jarðskjálvtan seinasta leygarmorgun hava umleið 200 eftirskjálvtar verið í økinum, og jarðfrøð­ ingar siga, at roknast kann við eftirskjálvtum einar tveir mánaðir afturat. Eftirskjálvtarnir eru so mikið harðir, at teir kunnu elva til flóðaldur, og tað hevur fingið fleiri túsund fólk at flýggja burtur frá strondini, skrivar Reuters. Kilsku myndugleikarnir kunngjørdu í nátt, at talið á deyðum eftir jarðskjálvtan leygar­ morgunin er nú komið upp á 802. Innbrotið í húsunum hjá Bergtóru Poulsen tóktist so løgið, tí einki av týdningi var tikin, men alt húsið var hurrað til Myndir: Norðlýsið