Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-04, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. mars 2010síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 44 - 4. mars 2010 425 mia. til verjumál Kina fer at brúka 425 milliardir krónur til verjuna í ár. Tað merkir, at játtanin er góð sjey prosent størri enn í fjør, og tað er minni, enn eygleiðarar høvdu væntað. Teir halda, at tann skerdi vøksturin er ein avleiðing av altjóða búskaparkreppuni. Ein talsmaður fyri stjórnina í Beijing sigur, at Kina brúkar lutfalsliga lítið av pengum til verjuna sammett við tað, sum USA, Bretland, Frakland og Russland brúka. Hann vísir á, at USA brúkar fýra prosent av sínari bruttotjóðarframleiðslu til verjuna, men at Kina brúkar bara 1,4 prosent. Loyniligt um Madeleine Fjølmiðlar hava nú avdúkað, at løgreglan í Portugal hevur fleiri loyniligar frágreiðingar um málið við ensku gentuni Madeleine McCann, sum hvarv har fyri skjótt trimum árum síðani. Sambært fjølmiðlunum er talan um fleiri hundrað síður, sum løgreglan hevur dult. Eitt nú er talan um eina vitnifrágreiðing hjá einum fólki, sum segði seg hava sæð ein mann toga eina smágentu upp í eitt flogfar í portugisiska býnum Faro somu nátt, sum Madeleine hvarv. Í einum øðrum føri er talan um myndir úr einum eftirlitstóli í Ný Sælandi, sum vísa ein mann við einari smágentu, ið líkist Madeleine McCann. Borgarstjórin í Klaksvík skilir væl, at leirvíkingar eru leiddir og keddir av landsstýrinum, men hon heldur kortini, at tað er primitivt at hótta við at byrgja 6000 fólk inni NorðoyatuNNiliN Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Eg skilji Leirvíkingar so hjartaliga væl. Gunvá við Keldu er borg- arstjóri í Klaksvík og hon hevur sjálvandi stóran áhuga í søguni í Sosialinum í gjár um, at býráðið í Eyst- urkommunu nú hevur kravt, at vegurin í sambandi við Norðoyatunnilin beinanveg- in verður lagdur undir mold aftur og at lendið verður lat- ið kommununi aftur í sama standi, sum tað í síni tíð varð latið til vegin. Borgarstjórin í Eystur- kommunu ásannar, at hetta er ein ógvuslig avgerð, men býráðið veit sær ongi onnur ráð fyri at fáa landsstýrið at seta gongd arbeiðið at gera vegin, sum skal vera ígjøgn- um Leirvík í sambandi við Norðoyatunnilin. Hetta hevur sjálvandi sett ein hvøkk í norðoyingar. Ein provokatión Men hóast borgarstjórin í Klaksvík skilir leirvíkingar, heldur hon kortini, at tað er primitivt at hótta við at taka farleiðina frá 6000 borgar- um og fleiri vinnuvirkjum, sum standa fyri einum stór- um parti av okkara útflutn- ingi. Men hon uppfatar sam- tyktina hjá býráðnum í Eyst- urkommununa meiri sum eina provokatión fyri at fáa nakað at henda. - Leirvíkingar hava ført síni sjónarmið fram í fleiri ár, men tey verða ikki hoyrd og tað er ógvuliga óvirðligt av landsstýrinum, at málið ikki er loyst. - Vegaføringin ígjøgnum Leirvík er eitt mál, sum hev- ur drigið alt ov leingi út og vit mugu bara staðfesta, at í hesum máli hevur lands- stýrið ikki verið verið sína uppgávu vaksið. - Og so er tað enda við eini samtykt, sum er eitt sindur provokerandi og tað skilji eg fyri so vítt væl. - Men vit liva í 2010 og eg kann ikki ímynda mær, at framferðin so primitiv, at vegurin verður grivin av, leggur hon afturat. Hon staðfestir, at Klaksvík- ar Kommuna er ikki partur í málinum sum so, men eg skilji samtyktina hjá býráðn- um sum eina roynd at pro- vokera eina loysn ígjøgnum. Hon hennara áheitan á landsstýrið er at loysa málið alt fyri eitt, tí tað kann held- ur ikki vera rætt, at hetta málið ár um ár skal víkja fyri øðrum útbyggingum. Provokera leirvíkingar til primitiva framferð Í 2008 brúktu lands­ stýrisfólk 158 milli­ ónir ov nógv, men í fjør var meirnýtslan tódnað niður í 20 mill­ iónir, men andstøðan er ikki hugtikin av gongdini FíggjarstýriNg Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tað gongur væl betri nú at halda skil á peninganýtsluni hjá landsstýrisfólkunum, enn tað hevur gjørt undanfarin ár. Tað staðfesti Jóannes Eid- esgaard, landssýrismaðurin í fíggjarmálum, í Løgtingin- um týsdagin. Hann vísti á, at í 2008 brúktu tey ymsu landsstýris- fólkini 158 milliónir krónur meir enn játtanin var, sum tey høvdu fingið á fíggjar- lógini. Men í fjør var óheimilaða meirnýtslan komið niður á 20 milliónir. Tað vísir ein fyribils upp- gerð hjá fíggjarmálaráðnum yvir støðuna fyri í fjør. Hann legði afturat, at verður hugt eftir meirnýtsl- uni í fjør, er tað barsilsskip- anin, sum er tann størsti syndarin, tí har er meirnýtsl- an 4,4 milliónir krónur. Annars eru tað ávísir stovnar, sum altíð standa fyri skotum fyri at hava brúkt meiri enn teir hava fingið játtað og ein av teim- um er Landssjúkrahúsið. Men Jóannes Eidesgaard upplýsti, at á Landssjúkra- húsinum lupu 20.000 krón- ur av í fjør. Hinvegin varð játtanin til fyritíðarpensjón yvirtrekt við 9,4 milliónum í 2008, men í fjør var meirnýtslan ein millión. Sama gongdin var í játt- anini til fólkapensjón, sum var yvirtrekt við seks milli- ónum í 2008, men har meir- nýtslan var komin niður á 977.000 krónur í fjør. Annars hevur játtanin til vanliga forsorg og játtanin til rentustuðul onga meir- nýtslu í fjør, har meirnýtslan var ávikavist 14 millónir og 11,5 millónir í 2008. Játtanin til serviðgerð utt- anlands plagar aldrin at halda og í 2009 var meir- nýtslan har ikki meiri enn 3,6 milliónir. Hann vísti á, at við í hes- um tølunum eru eisini játtan- inar, sum eru lætnar á eyka- játtanum, men hann helt eisini, at tølini vístu avgjørt, at tað gekk rætta vegin Men hetta eru alt lógar- bundnar útreiðslur, sum landskassin ikki sleppur undan at gjalda. Kosta næstan 400 milliónir Men ikki øll eru líka hug- tikin av hesi gongdini sum landsstýrismaðurin í fíggjar- málum er. Heini O. Heinesen stað- festi, at orsøkin til, at meir- nýtslan er fallin so nógv, er rætt og slætt at tað eru ongir pengar at hava nakra meir- nýtslu við. Høgni Hoydal í Tjóðveld- inum vísti á, at einasta orsøk til, at meirnýtslan varð mink- að, var, at andstøðan hevði lagt hart trýst á samgonguna og at fjølmiðlar høvdu fylgt við málinum og tað endaði við, at tann eisini landsstýris- maðurin, Hans Pauli Strøm, mátti enntá leggja frá sær. Formaðurin í Tjóðveldi staðfesti, at hevði fíggjar- stýringin verið líka vánalig í øðrum norðurlondum, sum hon hevur verið í Før- oyum, hevði tað langt síðani fingið avleiðingar fyri ráð- harrarnar og stjórnarleiðar- an, sum skal hava eftirlit við ráðharrunum. Hann vísti á, at síðani 2004, hevur ólóglig meir- nýtsla hjá landsstýrinum kosta landskassanum næst- an 400 milliónir og tað er bara tí at onki eftirlit er og tað er størsta orsøkin til hallið á fíggjarlógini. Gongur betri at halda skil á landsstýrisfólkum - Tað kann ikki passa, at vit í 2010 skulu brúka so primitiva framferð, men eg skilji væl, at tolið hjá leirvíkingum er uppi, sigur borgarstjórin í Klaksvík, Gunvá við Keldu