Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-04, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. mars 2010síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 44 - 4. mars 2010 Bardagar í Pakistan Harðir bardagar hava verið millum pakistanskar trygdardeildir og uppreistrarmenn hjá Taliban í Mohmand, sum er á markinum millum Pakistan og Afghanistan. Ein talsmaður fyri trygdardeildirnar sigur, at millum 25 og 30 uppreistrarmenn eru falnir í bardøgunum. Trygdardeildirnar hava mist ein mann, og fýra eru særdir, sigur talsmaðurin. Mohmand-økið er í landspartinum Bajur, sum er kent sum reiður hjá víðgongdum islamistiskum kreftum, og í seinastuni hevur pakistanski herurin hevur gjørt fleiri álop á støðir hjá Taliban har. Grikkar spara Grikska stjórnin kunngjørdi í gjár fleiri tiltøk, sum skulu fáa búskapin aftur á beint. Millum annað hevði stjórnin uppskot um at lækka lønina hjá almennum starvsfólki, samstundis sum tollur og meirvirðisgjaldið hækka. Harafturat hevur stjórnin skotið upp, at ongar eftirlønir hækka fyribils. Stjórnin hevur sett sær fyri at minka hallið úr 12,7 í 8,7 posent av bruttotjóðarframleiðsluni, og ta ætlanina hevur ES góðkent. Men tey griksku fakfeløgini og flokkarnir vinstrumegin miðjuna hótta við fleiri mótmælistiltøkum ímóti politikkinum hjá stjórnini. BØRSSKRÁSETING Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Talan hevur verið um eina longri tilgongd í sambandi við ráðgevingina til Bakka- frost, nú teir verða skrásettir á børsinum í Oslo. - Hendan tilgongdin byrj- aði longu heilt afturi í 2006, tá Bakkafrost legði saman við alifeløgunum í Norð- oyggjum. Tá spratt ein ætl- an um, at Bakkafrost fyrr ella seinni skuldi skrásetast á børsinum, sigur John Rajani, sum vegna Føroya Banka hevur staðið á odda í ráðgevingarareiðinum. Tá so støða varð tikin í 2008 um, at nakrir av somu eigar- unum, sum áttu Bakkafrost, keyptu Vestlaks frá Føroya Banka, og tankar tá vórðu gjørdir um, einaferð at leggja feløgini saman, gjørdist ætlanin meiri verulig, og tá byrjaði arbeiðið av álvara at fyrireika skráseting av Bakka- frost á børsinum í Oslo. Og slíkt ráðgevingarar- beiði eru nýggjar royndir hjá Føroya Banka við stór- um týdningi. - Tað er tað avgjørt. Hetta er jú eitt stórt felag, og talan er eisini um eitt rættiliga stórt og umfatandi ráðgev- ingararbeiði, tí ein børsskrá- seting krevur rættiliga nógv av felagnum og ikki minst av ráðgevarunum. Tað skal gerast eitt dokumentatións- arbeiði, sum skal liggja til grund fyri skrásetingini, millum annað skal eitt pro- spekt gerast, sum er eitt sølutilfar, ið keyparin skal fyrihalda seg til, sigur John Rajani. Undan hesum er tó gjørt eitt rættiliga umfatandi arbeiði í sambandi við, at feløgini skulu leggjast sam- an. Hartil skal roknskapurin gerast eftir altjóða rokn- skaparreglum, og arbeitt hevur verið undir rættiliga stuttum skotbrái. - So tað er eitt rættiliga umfatandi arbeiði, ið Før- oya Banki og Nordea hava gjørt, eisini í samstarvi við advokatar og grannskoðarar, sigur John Rajani. Neyv meting Í teirra ráðgeving hava Før- oya Banki og Nordea mett, at partabrøvini hjá Bakka- frost eiga at verða seld fyri eitt stað millum 27 og 31 norskar krónur. - Bakkafrost fer í fram- tíðini at verða dagliga mett í mun til onnur alifeløg, og um tú hevur við eitt alifelag í Føroyum at gera ella eitt í Noregi ella Skotlandi, so er ikki so ógvuliga stórur mun- ur á. Aling og framleiðsla fara í stóran mun fram á sama hátt, og tí verður út- gangsstøði tikið í, hvat hini alifeløgini verða handlað til á børsinum, sigur John Rajani. Haraftrat hava serliga Nordea og Carnegi í hesum førinum verið úti hjá sínum kundum á partabrævamarkn- aðinum og spurt, hvat teir halda Bakkafrost er vert. - Og har hava vit so fingið eina rættiliga ítøkiliga aftur- melding frá einum rættiliga stórum tali av potentiellum keyparum, har teir melda út, hvat teir eru sinnaðir at keypa hesi partabrøvini fyri. Og tað er millum ann- að í tí og einari meting, at príslegan er sett, sigur John Rajani. 386 til 437 milliónir Føroya Banki eigur í løtuni 33,6% av virðinum í Bakka- frost, og í sambandi við skrásetingina á børsinum í Oslo selur bankin sín ognar- part av alifyritøkuni. Útrokningar vísa, at saml- aða virði av Bakkafrost ligg- ur eitt stað millum 1,15 og 1,3 milliardir danskar krón- ur, og tá er ikki trupult at rokna út, at Føroya Banki fer at forvinna eitt stað mill- um 386 og 437 milliónir krónur við søluni av parta- brøvunum í Bakkafrost. Og tað má sigast ikki at vera so galið tá hugsað verð- ur um, at bankin keypti trið- ingin av fyritøkuni fyri 50 milliónir krónur. Men fyri at Føroya Banki skal fáa hesar pengarnar inn, má onkur keypa hesi partabrøvini, og so er bara spurningurin, hvussu fólk fyrihalda seg, nú partabrøv- ini verða boðin út til tekn- ingar frá mánadegnum av. - Tað er rættiliga einfalt. Tað er bara at fara inn í sín peningastovn og tosa við sín kundaráðgeva, so verður eitt tekningarskjal útflýggja til útfylling. Tað er ikki neyðugt at koma inn í Før- oya Banki, men bara at brúka sín dagliga peninga- stovn, sigur John Rajani. Hann sigur tó, at í tráð við vanligar reglur á børs- inum í Oslo er minsta mark fyri keypi 500 partabrøv, og tað svarar til góðar 10.000 krónur. Hinvegin ber væl til at nýta sína pensjónsuppspar- ing til at seta í partabrøv. Einasta treyt er, at í mesta lagi 20% av uppsparingini verður gjørd í sama parta- brævið. John Rajani væntar ikki, at tað verður nakar trupul- leiki at selja tey gott 22 milli- ónir partabrøvini, sum verða boðin út í sambandi við børs- noteringina hjá Bakkafrost á børsinum í Oslo. John Rajani hevur staðið á odda fyri ráðgevingini hjá Føroya Banka í sambandi við, at Bakkafrost nú verður skrásett á børsinum í Oslo Óvurderligar royndir Í nærmastu framtíð fer Bakkafrost á børsin í Oslo, og í sambandi við skrásetingina hevur Føroya Banki verið annar av ráðgevunum. Tað hevur skapt peningastovninum góðar og hollar royndir á økinum