hósdagur 4. mars 2010síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Nr. 44 - 4. mars 2010
viðmerkingar
12. februar frættist í
Sosial inum, at Dagstovn
urin við Landavegin var
tann dagstovnurin í Tórs
havnar Kommunu, sum lá
niðast í nøgdsemiskanning
frá mai 2009. Plaseringin
er høvuðsniðurstøðan av
kanningini, sum Tórs havn
ar Kommuna skipaði fyri.
Eitt síðstapláss er altíð
keðiligt og kann lættliga
verða tulkað neiligt. Hetta
er tó ikki ein rímilig niður
støða útfrá kanningini.
Allir stovnar kláraðu seg
frá sera væl til beint undir
miðal. Kanningin gevur
eina støðumynd frá mai
2009 útfrá tí góða trið ing
inum av foreldrum, sum
valdu at svara spurnar blað
num. Tað eru ymisk fólk á
ymsum stovnunum, og hesi
svara út frá teirra gerandis
degi fyri einum knøppum
ári síðani. Tað er sera trup
ult at samanbera úrslitini
stovnanna millum og tað
var, sum skilst, heldur ikki
ætlanin hjá kommununi.
Trívast børnini á Dag
stovn inum við Landa
vegin?
Um vit kunnu taka útmeld
ingarnar á foreldra fund in
um á stovninum tann 17.
februar fyri fult, so er
Dagstovnurin við Landa
vegin ein góður stovnur,
har børnini trívast og har
foreldur kenna, at børn
teirra eru í góðum hond
um. Á foreldrafundinum,
sum leiðslan bjóðaði inn til
fyri at tosa um niður støð
urnar í kanningini, vóru
fólk samd um, at stovnurin
virkar væl. Har eru dugna
lig og eldhugað starvsfólk,
børnini hava ein góðan og
tryggan gerandisdag og
sleppa at royna seg við
fleiri spennandi verk
ætlanum.
Øll eru samd um, at tað
altíð eru viðurskifti, sum
kunnu gerast enn betri. Tað
er ein felags uppgáva hjá
stovninum og foreldrunum
at fáa sett orð á tey viður
skifti, sum eiga at betrast,
og syrgja fyri at fáa hetta
gjørt.
Garðurin ein áhaldandi
trupulleiki
Á fundinum var breið
semja um, at uttanumøkið,
sum hevur verið ein trupul
leiki, síðani stovnurin lat
upp í 2004, enn ikki er á
einum nøktandi stigi. Her
hava stovnsleiðsla og
Foreldraráð áhaldandi lagt
eitt stórt arbeiði í at fáa
bøtt um umstøðurnar, hóast
alt, alt ov lítla játtan. M.a.
hava familjur á fleiri
arbeiðsdøgum smíðað,
málað, grivið og gjørt við,
til tess at fáa børnunum
nøktandi umstøður og
avbjóðingar í garðinum.
Hetta hevur alla tíðina
verið gjørt av neyð og við
tí ynski, at Kommunan fór
at taka sína ábyrgd á seg
og fór at seta neyðuga
peningin og arbeiðsorkuna
av til at fáa tingini í lagi.
Ein trygdarserfrøðingur
hevur nýliga kannað øll
uttanumøkini á dagstovn
unum í Kommununi, og
hann staðfesti, at tað vóru
fleiri viðurskifti, sum ikki
vóru í lagi. Kommunan
hevur síðani givið boð um,
at av trygdarávum skulu
tað einans vera fólk frá
Kommununi, sum seta upp
leikur og annað í gørð un
um. Á foreldrafundinum
heittu foreldur á stovns
leiðsluna um at streingja
enn meira á Kommununa
um at fáa gjørt nakað
munagott við garðin. Hetta
lovaði leiðslan at gera við
stuðli frá Foreldraráðnum.
Er eitt stovnspláss við
Landavegin aftaná
summarfrítíðina eitt gott
val?
Eitt evni, sum nógv varð
tosað um á fundinum, var,
hvussu foreldur velja
stovnspláss til síni børn.
Fólk vóru ørkymlað av, at
“skoðsmálið” hjá Dag
stovn inum við Landavegin
í kanningini kann fáa fólk
at velja stovnin frá, tá
veljast skal millum
stovnsplássini. Hetta er
stórt spell, tí foreldrini
meta sum áður nevnt, at
talan er um ein góðan
stovn, har børnini trívast
og hava tað gott. Skotið
varð tí upp at bjóða til
Opið Hús, har fólk fáa
høvi at koma at síggja
stovnin og heilsa uppá
børn, foreldur, starvsfólk
og leiðslu á stovnunum.
Hetta helt leiðslan verða
eitt sera gott hugskot og fer
tí at skipa fyri einum
slíkum degi ein seinnapart
í komandi viku. Hetta fer
at geva fólki høvi til sjálvi
at gera sær tankar og
niðurstøður um stovnin,
heldur enn at líta á eina
anonyma nøgdsemis kann
ing ella metingar hjá
øðrum.
Foreldraráðið fyri Dag
stovnin við Landavegin vil
við hesum viðmæla øllum,
sum umhugsa eitt stovns
pláss á hesum stovninum,
at koma til Opið Hús
tiltakið.
Foreldraráðið
Rani í Líð, Svandis
Rasmussen, Jóhan í
Niðristovu, Annika
Sølvará, Súsanna
Simonsen, Andrias Hansen,
Linda Karbech Rasmussen
og Inger Enni Danielsen
Foreldur og børn eru væl nøgd við Dagstovnin við Landavegin
Fyri umleið 430 árum síð
ani uppfann ein italienari
(ikki italiumaður) eitt tól,
sum fekk heitið termo
metur: termo merkir
nakað, sum hevur við
varma ella temperatur at
gera, og metur merkir tól
til máting. Nøkur ár seinri
uppfann ein annar itali en
ari eitt tól, sum fekk heitið
barometur: baro merkir
lufttrýst. Hesi nøvn eru
international, verða brúkt
allastaðni, har danskt,
norskt, svenskt, enskt,
týskt, franskt o.a. verður
tosað – eisini har føroyskt
verður tosað, men tó við
reservatión. Eftir øllum at
døma er tað bannlýst at
brúka heitið termometur og
temperaturur í tí føroyska
sjónvarpinum og útvarp in
um og í skúlunum. Tað
kundi verið stuttligt at sæð
bílæt av so valdsmiklum
persónum, sum ósmædnir
lamskera ta føroysku tung
una ætlandi við teirri
grund geving, at termo
metur og temperaturur eru
”danismur” við ongum
heimarætti í Føroyum.
Men hvussu kann tað so
bera til, at barometrið er
sloppið í tað føroysku
orðabókina men ikki
termometur og tempera
turur? Og hví hava okkara
fjølmiðlar útihýst varman í
Føroyum? Hjá teimum er
hiti í Føroyum 365 dagar
um árið – og eingin varmi.
Harragud, siga vit ikki
’kom og verm teg,’ ella
kunnu vit ikki týðum siga
okkurt sálarleyst ’við ong
um varma’? Og varmapúta
er í flest øllum heimum.
Eitt av mínum mongu
abbabørnum (7 ár) segði
nú ein dagin við pápa sín:
”Babba, er tað heitt í Grøn
landi?” – ”Hví spyrt tú um
tað,” spurdi pápin. ”Tí,
útvarpið sigur, at tað er hiti
í Grønlandi,” svaraði hesin
skilagóði smádrongurin.
Frá fullum monnum – og
frá børnum kunnu vit
hoyra sannleikan!
Her í Havn var siður fyri
nógvum árum síðani at
heingja eina ”stormkúlu” á
eitt krosstræ á ”fýrin” á
Skansanum. Tað var illa
hugsandi, at havnarmen
fóru í fjørðin við teirra
smáu útróðrarbátum,
meðan kúlan var uppi á
Skansanum. Og í Geil – á
horninum millum Eiriks
Jarlsgøtu og Kopargøtu –
stóð eitt lítið hús við
”nichu,” har eitt barometur
og eitt termometur vóru
væl vard við glasi (lesi
glasi?). Her hittust havnar
menn javnan. Teirra dag
liga breyð var í Nólsoyar
firði, á turkiplássum
(klipp fiskur) og á trøðni
(hoygging/mjólkin) – og
veðrið ráddi fyri øllum.
Termometrið og baro metr
ið vóru neyðug tól í teirra
dagliga lívi.
Í framkomnum sam
feløg um er umráðandi
ongantíð at missa tamar
hald á samfelagsins fíggj
arviðurskiftum. Tað er
neyðugt, at landsins gríma
liggur í sterkum og trygg
um hondum. Tey politisku
amboðini til at røkja hetta
týdningarmikla arbeiðið
eru samfelagsins lóggáva,
herundir fíggjarlóg, sund
ur liðað í smálutum og
sam svarandi hesi lóg
sundur liðing av lands
kassa ársroknskapum.
Álítandi hagtøl er gott
am boð í almennari fyri sit
ing, meðan óálítandi,
kryptisk hagtøl eru skaði
lig og hættislig amboð.
Mentalur tryggleiki í
politiskari fyrisiting:
loyalitetur er sjálvsagdur.
Hetta eru samfelagsins
barometur og termometur í
fluttum týdningi. Hjá okk
um er tað løgtingið og
landsstýrið, sum ansa eftir
landskassans baro og
termo.
Sum kunnugt fingu vit
heimastýrislógina 1. apríl
1948 og við henni lands
stýri við eini trilvandi –
eyðkenni fyri allari byrjan
– meginfyrisiting, við sera
góðari manning: tveir
sýslu menn, hámentaður
verkfrøðingur og ein skila
maður av Sandi, gott og
roynt fólk, væl upplærd á
amtskontórinum, fútakon
tórinum og dómara kontór
inum, umframt nøkur fá
serútbúgvin fólk frá stats
ministeriinum. Og nakrir
lógfrøðingar, sum høvdu
fingið innlit í almennari
fyrisiting á donskum ráð
harrastovum. So við og við
vaks tann almenna umsit
ingin orsakað av nýggjum
økjum og nýggjum lógum,
sum kravdu meira fólk.
Tað tók løgtinginum 60 ár
at økja fíggjarlógina frá
nøkrum heilt fáum milli
ónum (13) til nakrar milli
ardir (5).
Í eina hálva øld eydnað
ist tað løgtinginum og
meginfyrisitingini (lands
stýrinum) at hava tamar
hald á landsins barometri
og termometri, men so
gjørdist alt truplari og
fløkjasligt. Løgtingið misti
tamarhald á lóggevingini,
og her verður serliga hugs
að um eitt ótal av lógum:
landskassaveðhald, lands
kassaútlán, landskassa
stuðul, landskassastudning,
upphøggingarstudning
o.s.fr., sum innibar, at
landskassin (løgtingið)
noyddist at upptaka milli
ardalán í ymiskum
londum.
Landskassans barometur
var í permanentum
lágtrýsti, og termometrið
var læst fast á 41, til svull
urin brast í oktober 1992 –
tá stóð termometrið á 42!!
Í landskassans ársrokn
skapi 2008, síðu 250, er
yvirlit viðvíkjandi løgting
sins ognum. Niðast í yvir
litinum er millum annað
tilskilað, at ”Gjaldstovan
kann bara staðfesta, at
hetta kravið – sum ásett í
roknskapar kunngerðini –
ikki verður fylgt, tí er
ognaryvirlitið eins mangul
fult sum undanfarin ár.”
Tá ið løgtingið yvirtók
skúlaverkið og almenna
forsorg 1. januar 2002,
fekk tað kostnaðarmiklar
gávur frá stjórnini ”under
forudsætning af de bevilg
ende myndigheders
tilslutning”:
Føroya barnaheim
Dr. Ingridar barnagarð
Tekniskar skúlar
Skúlaheim
Føroya handilsskúli
Nú 9 ár eru liðin, eru hesar
ognir ikki skrásettar í
landskassans ársroknskapi.
Vónandi hevur okkara
myndugleiki ikki gloymt
Føroya fólks vegna at
takka fyri hesar stórfingnu
gávur?
Í 1986 gjørdist megin
fyrisitingin kaotisk. Nýggj
ar, fremmandar kreftir
vístu seg á pallinum í
Tinga nesi, og royndir
skrivstovustjórar vórðu
koyrdir á síðuspor, og størv
við ongum normeringum
sóu dagsins ljós: ein multi
frøðingur á hægstu rók,
ymiskir frøðingar (6) fingu
stjóraheiti, og fólk við
ongari relatión til landsins
umsiting fingu fulltrúa
status. Arbeiðsrutinur, sum
skrivstovustjórin í Tinga
nesi og skrivstovustjórin á
Føroya Gjaldstovu høvdu
havt síðani 1948, vóru
uttan orð og eið tikin frá
teimum. Tann dugnaligi og
dámligi skrivstovustjórin í
landsstýrinum gavst um
hetta mundi vegna aldur,
meðan gjaldstovustjórin
bað løgmann um at verða
loystur úr embætinum, sum
tá var mergsogið.
Tá ið landskassin fór á
heysin í 1992, kom tað
fram, hvussu álvarslig
støðan veruliga var í land
sins fyrisiting. Hon,
fyrisitingin, og almenna
fíggjarstøðan var tá so
niðurundirkomin, at neyð
ugt varð, at fáa hjálp og
ráðgeving úr Danmark, um
okkara samfelag skuldi
yvirliva.
Umráðandi var at byggja
tað oyðuløgdu fyrisitingina
heilt av nýggjum. Tað var
tað, Norman Christensen
varð biðin at gera. Men
hvør slapp at betala rokn
ingina fyri hetta umvæl
ingararbeiðið? –
Landskassin!
Harmiligt var tað tó, at
skrivstovustjórin par
excellence Johan Djurhuus
ikki kundi vera saman við
Norman Christensen í
endurbyggingini av megin
fyrisitingini, tí so hevði eitt
og annað óivað verið eitt
sindur øðrvísi í dag.
Hesar somu kreftir, sum
forkomu eina annars væl
virkandi almenna fyrisit
ing, eru nú farnar at gera
vart við seg. Tær tevja
óivað nýval ella í øllum
førum val í 2011. Og
nationalistarnir í verandi
samgongu tykjast at hugsa
meira um fiktivt serfør
oyskt uttanríkisráð fyri 50
milliónir enn um trivnaðin
hjá fólkinum í Føroyum.
Álvaratos, man hetta ikki
vera heimsins dýrasta táta
so ruddiliga búgvin til
Guinness? Ófatiligt, at
javnaðarflokkurin og sam
bandsflokkurin ganga við
til slíkt. Og kortini;
alterna tivið er samgongan
19982003 – og tað er
ræðandi.
Myrk skýggj eru á
luftini. Bakbitið, sum
Marju n Hanusardóttir,
løgmansstjóri, fekk alment
í bløðunum nú um dagar
nar, er sera ódámligt. Tær
destruktivu krefturnar frá
80unum vita, hvussu
al mennir skrivstovustjórar
skulu eliminerast.
Latmegkomaupp
trongdin er ikki lítil.
Barometrið og termometrið
Heri
MoHr